Lat upp høvuðsmeny

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt fótbóltsfelag úr Klaksvík, sum varð stovnað í 1904. Felagið hevur bæði mansfótbólt og kvinnufótbólt. KÍ kvinnurnar hava vunnið 14 FM heiti á rað og so hava tær vunnið steypakappingina 10 ferðir. KÍ menninir hava fyri tað mesta spælt í bestu mansdeildini, burtursæð frá 2010, tá teir spældu í 1. deild.

Fult navn Klaksvíkar Ítróttarfelag
Stovnað 24 august 1904; 114 ár síðan (1904-08-24)
Vøllur Djúpumýra Stadium
Ground Kapasitetur 530 (2600)
Formaður Tummas Lervig
Venjari Mikkjal Thomassen [1]
Deild Effodeildin
2018 4
Heimasíða Heimasíða
Frímerki við mynd av fótbóltsdysti millum KÍ og HB
KÍ á útivølli móti FC Suðuroy 2012. Páll Klettskarð gjørdist annar av tveimum toppmálskjúttum við 22 málum.

Innihaldsyvirlit

HeiðurRætta

Hesi tølini eru fyri mansfótbóltin í Klaksvík, fyri at síggja úrslitini hjá KÍ kvinnunum, sí KÍ (kvinnur).

Fótbóltshópurin hjá liðnum í EffodeildiniRætta

Dagført hin 29. juni 2018

Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.

Nr. Pláss Leikari
1   Kristian Joensen
3   Ve Ísak Simonsen
4   Ve Marko Dusak
5   Ve Deni Pavlović
6   Mi Hákun Edmundsson
7   Mi Ronni Møller-Iversen
8   Mi Jóannes Bjartalíð
9   Ál Páll Klettskarð (liðskipari)
10   Ál Hjalgrím Elttør
11   Mi Kristoffur Jakobsen
12   Mikkjal Á Bergi
Nr. Pláss Leikari
14   Mi Jonn Johannesen
16   Meinhardt Joensen
17   Ve Hørður Askham
18   Ve Ólavur Niclassen
19   Mi Jákup Biskopstø Andreasen
21   Mi Boris Došljak
22   Mi Semir Hadžibulić
25   Mi Steinbjørn Olsen
26   Mi Jóhan Waag Høgnesen
27   Mi Óli Poulsen

Brot úr søguni hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag1Rætta

Í 1904 - áðrenn Klaksvíkar kommuna varð sett á stovn - varð Klaksvíkar Ítróttarfelag, í dagligari talu nevnt KÍ, stovnað og tvey ár eftir stovnsetanina av kommununi, í 1910, varð fótbóltsvøllur gjørdur. Bæði í 1932 og í 1950 vóru stórar umvælingar gjørdar av vøllinum og í 1951 var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltsvøllinum. Fimm ár seinni var felagshús gjørt til KÍ. Hetta var gjørt í samráð við Klaksvíkar kommunu, sum samtykti stadionætlan í 1949. Eftir hetta – í 1960-unum - fekk KÍ nøkur góð ár og vann fleiri føroyameistaraheiti á rað.

Í 1968 varð stór ítróttarhøll bygd í Klaksvík. Høllin fekk stórar umvælingar í 1980-unum og hon varð eisini útbygd. Samstundis fekk fótbóltsvøllurin stórar umvælingar og í 1988 var graslíki lagt á vøllin. Nýliga er nýtt skýlið bygt við fótbóltsvøllin.

Harvið vóru ikki einans umstøðurnar hjá fótbóltinum gjørdar nógv betri, men eisini hondbólturin og innandura ítróttargreinar sum heild fingu nógv betri kor. Tey seinastu árini hava bæði flogbólturin, kvinnufótbólturin og kvinnuhondbólturin havt góð úrslit at víst á.

Úrslit úr evropeiskum kappingumRætta

DystirRætta

Sesong Kappign Umfar Felag Heima Úti Samanlagt
1992–93 UEFA Champions League PR   Skonto 1–3 0–3 1–6
1995–96 UEFA Cup Winners' Cup QR   Maccabi Haifa 3–2 0–4 3–6
1997–98 UEFA Cup 1QR   Újpest 2–3 0–6 2–9
1999–2000 UEFA Cup QR   Grazer AK 0–5 0–4 0–9
2000–01 UEFA Champions League 1QR   Crvena Zvezda 0–3 0–2 0–5
2002–03 UEFA Cup QR   Újpest 2–2 0–1 2–3
2003–04 UEFA Cup QR   Molde 0–2 0–4 0–6
2017–18 UEFA Europa League 1QR   AIK 0–0 0–5 0–5
2018–19 UEFA Europa League PR   Birkirkara 2–1 1–1 3–2
1Q   Žalgiris 1−2 1–1 2–3
Viðmerkingar
  • PR: Undanumfar
  • QR: Innleiðandi umfar
  • 1QR: Fyrsta innleiðandi umfar

Sí eisiniRætta

KeldurRætta

Slóðir úteftirRætta