Heini Vatnsdal (føddur 18. oktober 1991) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, ið spælir við KÍ og føroyska landsliðnum. Frá 2013 til 2015 spældi hann við HB.[2] Áðrenn tað spældi hann við FC Suðuroy. Heini hevur eisini spælt við U15, U17 og U21 ungdómslandsliðunum hjá Føroyum. Við U15 spældi hann sum miðvallaleikari. Hann hevur verið við í U19 landsliðshópinum, men spældi ikki nakran dyst. Í 2020 til 2021 var hann í hópinum hjá U21. Hann spældi 6 dystir fyri U21 hjá Føroyum. Í 2013 kom hann í landsliðshópin hjá Føroyum.[3] Í mai 2013 varð hann fyri fyrstu ferð úttikin til føroyska A-landsliðið í fótbólti.[4] 7. juni 2013 spældi hann sín fyrsta landsdyst fyri føroyska A-landsliðið. Dysturin varð leiktur á útivølli móti Írlandi. Írland vann dystin 3-0.[5]

Heini Vatnsdal

Heini Vatnsdal while in a match for FC Suðuroy vs. B36 on 22 August 2010.
Persónlig kunning
Fult navnHeini Vatnsdal
Føðingardagur (1991-10-18) 18. oktober 1991 (aldur 32)
FøðistaðurFøroyar
PlássMiðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
KÍ Klaksvík
Nummar24
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2008–2009VB/Sumba20(2)
2010–2012FC Suðuroy70(5)
2013–2015HB53(10)
2015–2020Fremad Amager105(3)
2020–KÍ Klaksvík28(5)
Landslið
2005–06Føroyar U159(4)
2007–08Føroyar U1710(1)
2009Føroyar U190(0)
2010–12Føroyar U216(0)
2013–Føroyar28(1)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 8. september 2021.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 8. september 2021[1]

Lívsleið innan fótbólt rætta

Besti leikari í Venjarakappingini 2013 rætta

Leygardagin 26. januar 2013 skipaði Venjarafelagið fyri fótbóltskapping í Gundadali í Havn. Kappingin var fyri lið úr bestu deildini og nøkur lið úr 1. deild. Í alt vóru 12 lið meldaði til. HB vann kappingina og Heini Vatnsdal, sum júst er byrjaður at spæla fyri HB, varð kosin besti leikari í kappingini og fekk steyp handað.[6]

Ungdómslandsliðsleikari rætta

U21 landsliðið rætta

Í august 2010 varð Heini Vatnsdal úttikin til U-21 landsliðshópin hjá Føroyum til dystin móti Andorra 11. august 2010.[1] Í 2011 spældi hann fýra dystir fyri Føroyar U21, tað var móti Norðurírlandi 31. mai 2011, dysturin endaði javnt 0-0. Í september sama árið spældu teir móti Serbia, sum vann 5-1. Í oktober spældu teir móti Danmark, sum vann 4-0 og í november 2011 spældu teir ímóti Makedonia, sum vann 1-0. Heini spældi allar 90 minuttirnar ímóti Serbia, Danmark og Makedonia. Í dystinum móti Norðurírlandi spældi hann inni í 10 minuttir. Hin 1. juni 2012 spældi hann við U-21 landsliðnum móti Makedonia. Hann kom inn í seinna hálvleiki. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.[7] 5. juni 2012 spældi Heini allar 90 minuttirnar móti Serbia á heimavølli. Føroyar tapti dystin 0-2.[8]

U19 landsliðið rætta

Heini Vatnsdal hevur verið við í U19 landsliðshópinum hjá Føroyum.[2] [3][deyð leinkja]

U17 landsliðið rætta

Heini Vatnsdal spældi landsdyst fyri Føroyar í U17 móti Norðurírlandi 21. oktober 2006. Norðurírland vann dystin 1-0. Heini spældi sum verjuleikari. Heini spældi eisini við í dystinum móti Noregi, sum var leiktur 5. august 2006 í Havn, Noreg vann dystin 5-0. Harumframt luttók Heini í kappingini Aberdeen International Football Festival 2007 í juli, Føroyar vann kappingina, og Heini skeyt avgerðandi málið í 2-1 finaludystinum.[9]

U15 landsliðið rætta

Heini hevur verið við í U15 hópinum hjá Føroyum í 2005 og 2006. Hann spældi fleiri dystir fyri Føroyar og skeyt nøkur mál eisini, sí niðanfyri.[4]

Aberdeen International Football Festival 2006 rætta

Heini spældi sum miðvallaleikari á ungdómslandsliðnum U-15 í Skotlandi summarið 2006 í kappingingini Aberdeen International Football Festival. Føroyar kláraðu seg sera væl, vunnu fyrsta dystin 10-0, tað var ímóti Orknoyggjunum. Heini byrjaði inni í tí dystinum. Næsti dysturin var móti Dundee Utd. Føroyar vann dystin 1-0. Heini Vatnsdal skeyt málið fyri Føroyar 12 minuttir eftir at dysturin byrjaði. Triðji dysturin var móti norska liðnum Tjenstvoll. Føroyar vann dystin 16-0. Heini byrjaði á bonkinum, men var seinni skiftur inn fyri Gilla Sørensen. Fjórði dysturin var móti Gomel úr Hvítarusslandi. Føroyar vann dystin 11-0. Heini Vatnsdal skeyt eitt av teimum 11 málunum. Føroyar kom í hálvfinaluna, sum var móti Hetlandi. Føroyar vann dystin móti Hetlandi 4-1. Heini skoraði eitt av teimum 4 málunum fyri Føroyar. Føroyar kom í finaluna, sum var móti Ross County úr Skotlandi, dysturin varð spældur 22. juli. Føroyar vann dystin 2-0. Føroyar vann sostatt gull á skotsku fótbóltsstevnuni Aberdeen International Football Festival 2006. Málúrtøkan hjá Føroyum U15 var 41-1. Toppskjútti var Helgi Samson, sum skeyt 12 mál. Heini Vatnsdal skoraði 3 mál fyri Føroyar. U17 liðið hjá Føroyum spældi eisini finalu dyst sama dag, tað var móti Afrikanskum liðið úr Ghana, sum nevndist Datus Soccer Academy. Føroyar U17 taptu dystin. U17 vunnu sostatt silvur, meðan U15 vann gull.(FSF s.247-259)

Skoraði mál fyri Føroyar U15 rætta

Heini Vatnsdal spældi 6 ungdóms landsdystir fyri Føroyar U15 í Skotlandi. Kappingin nevndist Aberdeen International Football Festival. Føroyar vann allir dystirnir. Heini skoraði 3 mál, tey vóru móti Dundee Utd., (1-0 til Føroyar), móti Hetlandi (4-1 til Føroyar) og móti Gomel úr Hvítarusslandi (11-0 til Føroyar). [5] Archived 2011-07-20 at the Wayback Machine (s.247-259) Heini Vatnsdal hevur eisini skorað mál fyri Føroyar U15 í juli 2005, tá Føroyar spældi móti Albion BC, úrslitið var 1-3 (Føroyar vann). Dysturin varð spældur í Aberdeen í Skotlandi 18. juli 2005.[6]

Skoraði mál fyri Føroyar U17 rætta

Heini spældi við U17 hjá Føroyum í kappingini Aberdeen International Football Festival 2007. Føroyar vunnu kappingina fyri dreingir 16 ár (U17) og dreingir 14 ár (U15). Finalan var móti Dundee United, úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar. Heini Vatnsdal skeyt tað seinna málið fyri Føroyar, Róaldur Jacobsen skeyt tað fyrra málið.

Keldur rætta

  1. "FaroeSoccer | Kappingar". http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=182. 
  2. Sudurras.fo, Heini Vatnsdal til HB
  3. portal.fo
  4. Sportal.fo Archived 2013-06-12 at the Wayback Machine Heini Vatnsdal er úttikin til landsliðið
  5. Uefa.com
  6. Youtube.com http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&Action=1&NewsId=16210&PID=3773 Archived 2016-03-05 at the Wayback Machine
  7. "Sportal.fo, Eitt stig ímóti Makedonia". http://sportal.fo/grein/spennandi_foroyskt_lid_moti_makedonia. Heintað 2012-06-01. 
  8. UEFA.com, Under-21, Heini Vatnsdal
  9. Football.fo}

Slóðir úteftir rætta