KÍ kvinnurnar eru eitt kvinnu fótbóltslið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. KÍ varð stovnað í 1904, men kvinnufótbóltur í Føroyum byrjaði ikki undir skipaðum viðurskiftum fyrr enn mitt í 1980-árunum. Heimavøllurin hjá teimum er eins og hjá KÍ monnunum við Djúpumýru í Klaksvík. KÍ kvinnurnar hava klárað seg sera væl í føroyskum fótbólti, ja so væl, at tær seta evropeiskt met í flest vunnum meistaraheitum í heimlandinum á rað. Tær hava vunnið FM 15 ár á rað frá 2000 til og við 2014, sum er heimsmet. KÍ kvinnurnar eru eisini væl umboðaðar á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, og eisini har hava tvær av teimum sett heimsmet við at vera fyrstu foreldur/barn, ið spæla landsdyst saman í sama dysti. Tað hendi 28. november 2012, tá møðgurnar Bára Skaale Klakkstein og Eyðvør Klakkstein spældu vinardyst móti Luksemburg á útivølli, sum Føroyar vann 0-6.[1] Av tí at KÍ kvinnurnar hava vunnið FM 15 ferðir[2] og steypakappingina 12 ferðir, so hava tær eisini fleiri ferðir luttikið í altjóða fótbóltskappingum. Tær hava luttikið í UEFA Women's Cup frá 2001/02 til 2008/09. Í 2009/10 og 2010/11 luttóku tær í UEFA Women's Champions League.