Helgi Dam Ziska
Helgi Dam Ziska (føddur 26. juli 1990 í Havn[1]) er til nú (2016) besti føroyski telvarin nakrantíð. Hann er einasti føroyingur, ið hevur vunnið sær stórmeistaraheitið. Tað gjørdi hann á Talvolympiaduni 2016 í Baku, tá ið hann vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia.[2]
Lívsleið innan talv
rættaHelgi byrjaði at telva sum smádrongur. Tá ið táverandi heimsmeistarin í talvi, Garry Kasparov, vitjaði í Føroyum, var Helgi 10 ára gamal og longu sera áhugaður í talvi. Helgi var líka við at súkkla á heimsmeistaran, tá ið Karparov og táverandi føroyski mentamálaráðharrin Tórbjørn Jacobsen og táverandi formaður í Talvsambandi Føroya gingu yvirum vegin Niels Finsensgøtu við Viðarlundina í Havn. Helgi vann unglinga FM í talvi í 2004, tá var hann 13 ára gamal. Hann segði í samrøðu við Suna Merkisstein í útvarpssending hjá Kringvarpi Føroya, at hann minnist, at hann tá hevði sagt við Tórð Mikkelsen hjá Kringvarpinum, at hann setti sær sum mál at gerast altjóða stórmeistari í talvi. Tveir av vinmonnum hansara, ið sótu beint við, hildu hann vera øran í høvdinum at seta sær so høg mál.[3]
Í august 2013 vann Helgi sín fyrsta GM norm, tá hann luttók í kapping í Riga í Lettlandi. Tað var fyrsta stigið á leiðini móti stórmeistaraheitinum, fyri at gerast stórmeistari skuldi hann vinna GM normin tríggjar ferðir. Ongin annar føroyingur hevur nakrantíð vunnið henda normin fyrr, so Helgi skrivaði søgu í føroysku talvsøguni við at gerast fyrsti føroyingur nakrantíð, ið hevur vunnið ein GM norm í talvi. Tá ein dagur var eftir av kappingini í Riga, hevði Helgi fingið 5,5 stig, vunnið trý talv og spælt fimm ferðir javnt. Hetta var nokk til at tryggja honum fyrsta GM normin.[4] Gott trý ár seinni eydnaðist tað Helga at vinna stórmeistaraheitið. Tað hendi á Talvolympiaduni 2016 í Baku, tá ið hann vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia.[2]
Talv-OL 2016 í Baku
rættaÍ 2016 luttók Helgi Dam Ziska á Talvolympiaduni í Baku saman við John Rødgaard, Jóan Hendrik Andresen og Sjúrður Thorsteinsson. Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan.[5] Føroyar fingu eitt stig í dystinum móti Bulgaria. Helgi Dam Ziska og John Rødgård telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2. borði, Helgi fekk remis ímóti Veselin Topalov, ið júst tá var nummar tíggju í heiminum og fyrrverandi heimsmeistari. John Rødgård fekk við svarta fólkinum eisini remis móti øðrum sterkum stórmeistara.[6] Føroyar vunnu 3½-½ á Jersey í triðja umfari á talvolympiaduni.[7]
Vann smálandakapping í 2016
rættaÍ apríl 2016 luttók Helgi í smálandakapping í Luksemborg fyri einstaklingar. Kappingin nevndist á enskum: European Small nations Individual Chess championship 2016. Tað var eitt umboð fyri hvørja smátjóð í Evropa, ið luttóku, umframt at vertstjóðin hevði ein eyka telvara og so var ein eyka ið kom við uppá eitt wild card. Allir telvaðu móti øllum. Tá ið eitt umfar var eftir, lá Helgi á odda við einum hálvum stigi. Seinasta dagin vann hann sítt talv og endaði kappingin tí við, at Helgi vann einstaklingatalvkappingina.[8] Helgi verður tí við í World Cup 2017 í Tbilisi í Georgia, har tað verður kappast um rættin at bjóða heimsmeistaranum í talvi av.[9] Áðrenn kappingina hevði Helgi ratingtalið 2539,[10] og eftir kappinga var ratingtalið 2542.[11]
Talv OL 2014 í Tromsø
rættaHelgi luttók á Talv OL í Tromsø í august 2014. Áðrenn kappingin byrjaði hevði Helgi 2507 stig og heitið IM. Hann hevði møguleikan at fáa stórmeistaraheitið á Talv-OL 2014. Hinir á føroyska talvlandsliðnum, sum luttóku á talvolympiaduni vóru: IM John Arni Nilssen (2322), IM John Rødgaard (2361), Olaf Berg (2320) og føroyameistarin frá Talv-FM 2014, Høgni Egilstoft Nielsen (2256). Finnbjørn Vang var ferðaleiðari. Áðrenn Talv-OL 2014 byrjaði, var føroyska liðið styrkismett sum nummar 72 av 178 liðum.[12]
Smálandakapping í Monako 2013
rættaSmálandakapping var í talvi í Monako síðst í november 2013. Føroyska liðið fekk eina góða byrjan við at vinna 3-1 á Luksemburg 25. november. Helgi vann greiðan sigur við hvíta fólkinum á fyrsta borði móti Phillippe Leinster.[13] Tann 26. november vunnu føroyingarnir 3½-½ móti Kypros.
Talv OL 2012
rættaHelgi Dam Ziska luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) var toppskjútti við 6½ stigi. Armenia vann kappingina.[14] Helgi vann móti Abdalsalam Abubukr úr Sudan, Fancy Stuar úr Papua Ný Gunea, Blijstra Wim úr Hálendsku Antillunum, og móti Wynn Zaw Htun úr Myanmar. Helgi leikti javnt móti GM Mchedlishvili Mikheil úr Georgia, IM Dive Russell úr Ný Sælandi og móti Gruenfeld Yehuda úr Ísrael. Hinir føroyingarnir sum luttóku á Talv-OL 2012 vóru: IM John Arni Nilssen, IM John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Rógvi Egilstoft Nielsen.Helgi gjørdist samanlagt nummar 96 av øllum telvarunum, um hugt verður at stigum og nummar 120 tá hugt verður at prosentum (hetta sæst á yvirlitið yvir topp-150 av bestu telvarunum á Talv-OL 2012, trýst á "According points" við "Best players").[15]
Talv EM 2011
rættaHelgi Dam Ziska luttók á Europameistara talv stevnuni í Frankaríki í apríl 2011. Helgi fekk sera góð úrslit og var líka við at vinna sær tittulin GM (Stórmeistari). Helgi gjørdist nummar 86 í Europa við 6,5 stigum, frammanfyri 80 stórmeistarar (GM) í Europa. Vinnari gjørdist Vladimir Potkin úr Russlandi við 8,5 stigum. Áðrenn kappingina var Helgi styrkismettur nummar 196 av 400 telvarum.[16]
Talv OL 2010
rættaHelgi Dam Ziska var ein av føroysku telvarunum, sum luttók á Talvolympiaduni í Russlandi í september 2010. Føroyska talvlandsliðið var seedað sum nummar 83. Telvararnir á føroyska landsliðnum til OL 2010 eru:
- IM Helgi Dam Ziska
- IM John Rødgaard
- FM Carl Eli Nolsøe
- IM Olaf Berg (hann fekk heitið IM undir Talv Olympiaduni í Russlandi)[17]
- Jóan Hendrik Andreasen
Norðurlendskur meistari
rættaHelgi Dam Ziska luttók í norðurlendskari talvkapping um norðurlandameistaraheitið í februar 2009. Helgi Dam Ziska vann kappingina við 5 stigum. Tað var sama stigatal sum svenski altjóða meistarin Erik Blomqvist, men hann vann tí hann hevði havt sterkari mótstøðu enn sviin.[18]
Vann bronsu á Heini Olsen Memorial kapping í Klaksvík 2010
rættaHelgi Dam Ziska luttók í talvkapping í Klaksvík í juli 2010. Kappingin varð nevnd Heini Olsen Memorial til minnis um føroyska telvaran Heina Olsen, sum doyði sama árið. Vinnararnir av kappingini vóru hesir:
Heiður
rættaÁrsins Telvari
rættaHelgi Dam Ziska varð valdur til Ársins Telvara 2010, og var tað fjórða árið á rað, at hann fekk henda heiður.[19]
Ársins Ítróttarnavn í Føroyum
rættaHelgi Dam Ziska vann heiðurin Ársins Ítróttarnavn 2006, sum Kringvarpið skipaði fyri á hvørjum ári til 2009, tá svimjarin Pál Joensen hevði vunnið heiðurin trý ár á rað. Onnur sum vóru nomineraði í 2006 árið vóru: Heidi Andreasen, Elspa Mørkøre, Katrin Olsen og B36.[20] Helgi var bert 16 ára gamal, tá hann vann heiðurin Ársins ítróttarnavn.[21]
Keldur
rætta- ↑ Di Felice, Gino. Chess International Titleholders, 1950-2016. McFarland. p. 366. ISBN 9781476633619. Retrieved June 8, 2021.
- ↑ 2.0 2.1 Hansen, Jóannes (12. september 2016). "Helgi er stórmeistari!!". in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-10-14. https://web.archive.org/web/20161014040221/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/helgi-er-stormeistari/?L=bxwunuabam.png&cHash=546d94afaca427384f2af2db3e2b09de. Heintað 12. september 2016.
- ↑ kvf.fo - Ætlar at gerast stórmeistari, Suni Merkistein, 19. juli 2012.
- ↑ In.fo, Helgi hevur vunnið GM norm[deyð leinkja]
- ↑ "Talv OL: Føroyar Vunnu fyrsta dystin". Portal.fo. 2. september 2016. http://portal.fo/talv+ol+foroyar+vunnu+fyrsta+dystin.html. Heintað 6. september 2016.
- ↑ "Talv OL: Eitt stig móti Bulgaria". Portal.fo. 3. september 2016. http://portal.fo/talv+ol+eitt+stig+moti+bulgaria.html. Heintað 6. september 2016.
- ↑ Láadal, Leif (5. september 2016). "Stórsigur á Jersey og so er tað Ísland í dag". Dimma.fo. http://www.dimma.fo/basic-content/talv-island/. Heintað 6. september 2016.[deyð leinkja]
- ↑ vp.fo - Helgi Dam Ziska kvalifiserað seg til 2017 World Cup
- ↑ "in.fo - Helgi er bestur í Europa". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-04-24. https://web.archive.org/web/20160424042735/http://www.in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=323073&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=ecb7da2a77c5de73dd4723d824bc4119. Heintað 2016-04-10.
- ↑ fide.com - European Small Nations Chess Championship 2016
- ↑ ratings.fide.com - FIDE Chess Profile
- ↑ in.fo, Stinnir føroyingar telva OL í Tromsø[deyð leinkja]
- ↑ "sportal.fo, Talv: Føroyar vunnu á Luksemburg". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-30. https://web.archive.org/web/20131130024638/http://sportal.fo/grein/talv_foroyar_vunnu_a_luksemburg. Heintað 2013-11-26.
- ↑ "Sportal.fo, Føroyar nummar 68". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-11-12. https://web.archive.org/web/20121112212150/http://sportal.fo/grein/foroyar_nummar_68. Heintað 2012-09-09.
- ↑ Úrslit frá Talv-OL 2012, Føroyar
- ↑ Sportal.fo, Helgi smæðist ikki Evropa
- ↑ Sportal.fo
- ↑ Sportal.fo
- ↑ FaroeChess.com
- ↑ Planet.portal.fo[deyð leinkja]
- ↑ FIDE.com, World Chess Federation
Slóðir úteftir
rætta- FaroeChess.com, Talvsamband Føroya
- Results.chessolympiad.com, Úrslit frá Talv Olymiaduni 2012 Archived 2013-01-19 at the Wayback Machine