Burma
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Kaba Ma Kyei | |||
Alment mál | Burmesiskt | ||
Høvuðsstaður | Naypyidaw | ||
Forseti | Thein Sein | ||
Varaforseti | Sai Mauk Kham | ||
Fullveldi | 4. januar 1948 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
676 578 km² 3,06 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
55 167 330 81,5/km² | ||
Gjaldoyra | Kyat (K) | ||
Tíðarøki | UTC +6:30 | ||
Økisnavn á alnetinum | .mm | ||
Telefonkota | +95
| ||
Burma (burmesiskt: Pyi-daung-zu Myan-ma Naing-ngan-daw), eisini nevnt Myanmar, er eitt land í Suðurasia við umleið 55 milliónum íbúgvum. Burma hevur mark við 5 lond: Í vesturi hevur Burma mark við Bangladesj og India, í norðri við Kina, í eystri við Laos og Teiland. Burma er sera fátækt land, sjálvt um tað hevur náttúruríkidømi, so er tað eftirland á næstan øllum økjum. Heilsuskipanin í Burma er tann ringasta í heiminum, WHO setti Burma sum nummar 190 á einum lista yvir lond bólkað eftir hvussu góða heilsuskipan tey høvdu. ST hevur boðað frá barnaarbeiði, sølu av menniskjum og manglandi tælufrælsi. Umheimurin veit lítið um Burma, sum hevur staðið í skugganum av máttmiklu grannalondum sínum Fólkalýðveldi Kina, India og Teilandi. Høvuðsstaður er Naypyidaw og høvuðsmálið er burmesiskt. Størsti býur er Rangoon. Við eini vídd á 676 578 km2 er Burma 40. størsta landi í heiminum.
Søga
rættaÍ 16. øld royndu tveir sterkir valdsharrar at byggja eitt stórt ríki í Burma. Fyrst í 16. øld var Burma í nógvum smáríkjum. Í 1531 gjørdist Tabinshwehti (1512 - 1550) kongur í einum ríki, nevnt Toungoo, sunnarlaga í landinum. Frá 1535 tók hann valdið yvir fólkinum, sum helt til á Irrawaddy-oyrunum, og hann tók eisini Pegu, høvuðsstaðin í kongsríkinum Mon fyri sunnan og gjørdi hann til høvuðsstað í ríkinum. Stutt eftir tók hann kongsríkið Pagan fyri norðan, men kom ikki so langt, at hann fekk lopið á Teiland, tí hann doyði í bardaga við monfólkið, sum hevði gjørt uppreistur. Í 1551 bardi svágur hansara Bayinnaung uppreisturin niður og arvaði trúnuna. Hann var mætastur av øllum burmesiskum hertakarum og tók Teiland; men meðan hann var á herferð, gjørdu fólk í høvuðsstaðnum Pegu uppreistur og løgdu stórar partar av býnum í oyði. Heimafturkomin knústi hann uppreisturin og endurreisti býin í miklari dýrd.
Í 1852 høvdu bretar tikið valdið í stórum pørtum í Burma. Í 1885-1886 tóku teir norðara part, og Burma gjørdist landslutur í indiska keisaraveldinum. Vápnaðar herdeildir lupu javnan á bretar, sum mistu nógv fólk.
Tá ið landið fekk sjálvræði frá Stóra Bretland í 1948, løgdu myndugleikarnir seg eftir at føra ein politiskan og búskaparligan avbyrgingarpolitikk, sum hevur gjørt Burma, ið áður var so ríkt, til eitt av fátækastu londum í heiminum. Drúgvi uppreistur fjallafólksins og eirindaleyst hernaðarstýri síðan 1962 hava hildið burtur alla útlendska ávirkan. Hernaðarstýrið var frá 1962 til 2011.
Politikkur
rættaThan Shwe var oddamaður í hernaðarliga einaræðisvaldinum í Burma. Burma var eins og Norðurkorea eitt serstakliga lukkað land. Tað kom serstakliga til sjóndar í 2008, tá ið ein ódn jarðlegði stórar partar av landinum. 100 000 fólk lótu lív, m.a. tí hernaðarvaldið ikki vildi loyva neyðhjálparfelagsskapum inn í landið. Than Shwe og stýrið hansara forfylgdi fleiri fólkasløgum í Burma. Fólk í vesturheiminum kenna kanska best Aung San Suu Kyi, ið vann friðarheiðursløn Nobels í 1991 fyri stríð sítt fyri frælsi í Burma. Sjálvt um flokkurin hjá Aung San Suu Kyi NLD vann valið í 1990, gjørdist hon ongantíð forseti í landinum. Tað forðaði herurin fyri. Herurin tók valdið í landinum, broytti navnið frá Burma til Myanmar og flutti høvuðsstaðin frá Yangon til Naypyidaw. Í 2011 var hernaðarstýrið koyrt frá, eftir at val hevði verið í 2010. Enn hevur herurin grundlógartryggjaðan rætt til sína umboðan í tjóðartinginum, og Aung San Suu Kyi er enn ikki sannførd um, at fólkaræði enn er á veg í landi hennara.
Fólkið
rættaÍ hálendinum fyri norðan, vestan og eystan búgva mong fólkasløg, til dømis shan-, akha-, karen- og kachinfólkið. Hesi fólk eru meiri enn fjórðingurin av fólkinum í Burma. Flestu teirra búgva í smáum bygdum og liva av sviðjubúnaði. Tey vilja ikki vita av, at fremmand leggja seg uppí, hvussu tey liva. Tað hevur havt við sær, at yvir 200 000 fólk (karenar og onnur fólkasløg) á hesum leiðum hava latið lív í frælsisbardaganum ímóti burmesiska stjórnarherinum.
Rohingya muslimar hava hildið til í Myanmar í mong ættarlið. Hóast hetta, hava teir aldrin verið góðkendir sum íbúgvar í Myanmar og eru leingi blivnir forfylgdir og illa viðfarnir. Tískil er tað ikki óvanligt at rohingyafólkini velja at flyta úr Myanmar. Hendan forfylgingin er blivin so ógvuslig, at í 2018 er ein triðingur av teimum 1,1 milliónum rohingyafólkinum flýggja úr Myanmar, tvørtur um markið til Bangladesj. Tað er umleið 300.000 fólk. Rohingyafólkini eru ikki væl lýdd millum buddistiska fleirtalið í Myanmar. Tí kann hugsast, at myanmarski herurin hevur fólkið við sær, í sínu harðrendu viðferð av rohingyafólkinum. Politiski leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, er undir stórum trýsti frá útheiminum fyri at ikki handfara støðuna nóg væl.
Miðallívsævin í landinum er 65,28 ár. 10,1 % av fólkinum eru ikki lesifør.
Búskapur
rættaNógv náttúrutilfeingi er í Burma; har er ríkiligt av vatni, tí stóra áin Irrawaddi rennur suður ígjøgnum næstan alt landið, og lendið fram við henni er óføra fruktagott. Landaøkið á markinum ímillum Burma, Teiland og Laos verður nevnt Gylti Trýkanturin. Har dyrka fólk dreymsólju, sum er ein av fáu inntøkum teirra. Úr dreymsóljuni verður gjørt opium, sum er virðismikið evni, ið linnar pínu; men tað verður eisini nýtt til at gera harðvunnin drøgg. Tveir triðingar av øllum heroini í heiminum kemur úr Gylta Trýkanti. Dreymsóljan hevur hvítar, ljósareyðar ella purpurlittar blómur og kann gerast einar 120 cm høg. Opium verður gjørt úr plantusevjuni, ið rennur úr fræhylkinum, tá ein flika verður skorin í tað.
Rubinar og safirar eru ímillum mongu aðalsteinarnar, sum verða vunnir út í Norðurburma. Mong halda burmesisku rubinarnar vera teir fagrastu í heiminum, tí at teir hava ein so vakran djúpreyðan lit. Krystallrubinar eru ofta í kálkspatti. Í Burma er eisini nógv silvur, kopar, játa, blýggj, sink og tin, og har er nógv olja og gass.
Tekk er harður viður, men góður at arbeiða og tí nógv eftirspurdur og væl egnaður til dømis til hurðar og vindeygu, húsbúnað og gólv. Í tekktrænum er olja, ið stendur ímóti vatni og verjir væl fyri rusti. Um 70 % av øllum tekkskógi í heiminum veksur í hálendinum í Burma; men so nógv trø verða feld, at verður ikki farið at gróðurseta av nýggjum, er tekkskógurin næstan týndur um 2010.
Handil
rættaInn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2006, sær soleiðis út sambært CIA Factbook Archived 2008-08-12 at the Wayback Machine:
Nr. | Útflutningur | Innflutningur |
1 | Teiland 44,2 % | Kina 35,7 % |
2 | India 14,5 % | Teiland 20,4 % |
3 | Kina 6,8 % | Singapor 16,6 % |
4 | Japan 5,6 % | Maleisia 4,5 % |
Landafrøði
rættaLandslutir
rættaMyndir
rætta