IM John Arni Nilssen er ein føroyskur telvari, sum í 2013 vann heimsmeistaraheitið fyri amatør-telvarar, tvs. fyri telvarar sum høvdu eitt styrkital á minni enn 2400. Kappingin varð hildin á griksku oynni Kreta í mai 2013. Til HM kappingina kom hann í A-bólkin, hann fekk 6½ stig av 9 møguligum og endaði ½ stig fremri enn týskarin, Torsten Lang.[1] Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur telvari vinnur eina alheims kapping í talvi, sum altjóða talvsambandið FIDE skipar fyri.

John Arni er úr Skopun, men í løtuni búsitandi í Keypmannahavn. Hann telvaði sum ungur í felagnum Róki í Skopun, síðan fór telvaði hann fyri Havnar Telvingafelag. Hann hevur fleiri ferðir verið á Talv-Olympiadu umboðandi Føroyar.[2]

Smálandakapping í Monako 2013

rætta

Smálandakapping var í talvi í Monako síðst í november 2013. Føroyska liðið fekk eina góða byrjan við at vinna 3-1 á Luksemburg 25. november. John Arni hevði svart á øðrum borði móti Christian Jeitz og fekk javnt.[3] Tann 26. november vunnu føroyingarnir 3½-½ móti Kypros.

Talv-OL 2012 í Istanbul

rætta

John Arni luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012 saman við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, IM John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Rógva Egilstoft Nielsen.[4]. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) kláraði srg best við 6½ stigi, John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig og Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) fekk 4½ stig. John Arni og Jóan Hendrik fingu ávikavist 4 og 3½ stig. Armenia vann kappingina, Russland var nummar tvey og Ukraina var nummar trý. Føroyar var frammanfyri Finnland, sum endaði sum nummar 74.[5]

Keldur

rætta
  1. Chess-results.com
  2. Sportal.fo[deyð leinkja] John Arni Nilssen heimsmeistari í talvi
  3. "sportal.fo, Talv: Føroyar vunnu á Luksemburg". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-30. https://web.archive.org/web/20131130024638/http://sportal.fo/grein/talv_foroyar_vunnu_a_luksemburg. Heintað 2013-11-27. 
  4. Úrslit frá Talv-OL 2012, Føroyar
  5. "Sportal.fo, Føroyar nummar 68". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-11-12. https://web.archive.org/web/20121112212150/http://sportal.fo/grein/foroyar_nummar_68. Heintað 2013-05-23.