Rógvi Egilstoft (fyrr Rógvi Egilstoft Nielsen, føddur 7. desember 1992)[1] er føroyskur telvari, fótbóltsleikari og politikari úr Sandavági, búsitandi á Eiði. Hann vann føroyameistaraheitið í talvi í landsliðsbólkinum fyri einstaklingar fyrstu ferð langa fríggjadag hin 6. apríl 2012.[2] Hann spælir í løtuni (2020) fótbólt við NSÍ. Hann hevur fyrr spælt við EB/Streymi, 07 Vestur og Skála. Hann hevur spælt 4 landsdystir við U19 landsliðnum og hevur verið við í hópinum hjá U21 landsliðnum.[3] Rógvi er sonur Torkil Nielsen, sum eisini er telvari og sum er kendur fyri at skorað mál fyri føroyska A-landsliðið móti Eysturríki í 1990. Yngri bróđur Rógva, Høgni Egilstoft Nielsen, er eisini telvari. Á kommunuvalinum 2020 varð Rógvi fyrstvaldur í Eiðis kommunu og varð valdur til borgarstjóra frá 1. januar 2021.[4]

Lívsleiđ innan talvRætta

FM í talviRætta

  • 2015 - Føroyameistari
  • 2012 - Føroyameistari

Talv-OL 2012 í IstanbulRætta

Rógvi Egilstoft Nielsen luttók á Talv-OL í Istanbul í september 2012 saman við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, IM John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen.[5]. Teir fingu besta úrslit higartil, um hugt veður eftir, hvussu nógv prosent teir vunnu, teir vunnu 56% av leikunum, sum teir telvaðu. Føroyar endaði sum nummar 68 av 157 londum. Áðrenn kappingina var Føroyar mett til at vera á einum 74. plássi. Føroyar fekk í alt 24½ stig av 44 møguligum. Teir vunnu fimm dystir, taptu fýra og telvaðu tveir javnt. Helgi Dam Ziska (1. borð) var toppskjútti við 6½ stigi, John Rødgård (3. borð) fekk 6 stig og Rógvi Egilstoft Nielsen (5. borð) fekk 4½ stig. John Arni og Jóan Hendrik fingu ávikavist 4 og 3½ stig. Armenia vann kappingina, Russland var nummar tvey og Ukraina var nummar trý. Føroyar var frammanfyri Finnland, sum endaði sum nummar 74.[6]

KeldurRætta

  1. 365chess.com
  2. Vagaportal.fo, Rógvi Egilstoft Nielsen vann landsliðsbólkin í talvi fyri einstaklingar
  3. Faroesoccer.com
  4. Nielsdóttir, Alda (15. november 2020). "Rógvi Egilstoft verður borgarstjóri í Eiðis kommunu". https://portal.fo/dagur-35572/rogvi-egilstoft-verdur-borgarstjori-i-eidis-kommunu.grein. 
  5. Úrslit frá Talv-OL 2012, Føroyar
  6. Sportal.fo, Føroyar nummar 68

Slóðir úteftirRætta