Heini Olsen (føddur 2. juli 1930 Inni á Fjørð í Vestmanna) er útbúgvin verkfrøðingur úr Vestmanna. Foreldur: Dagmar og Haldor Olsen.

Heini hevur sum verkfrøðingur arbeitt víða um heim, m.a. í Iran, Afghanistan, Zanzibar, Nigeria. m.a. fyri byggifyritøkuna Kampsax. Seinnu árini stóð Heini Olsen sum deildarleiðari fyri projektertandi vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum (nú: Landsverk) fyri stóru útbyggingini av føroyska vegakervinum. Heini hevur lýst lív sítt í endurminningarverkinum "Meg minnist - og ørminnist". [1]

  • Meg minnist - og ørminnist 1 (1930 - 1948)[2]
  • Meg minnist - og ørminnist 2 (1949 - 1956)
  • Trý túsund nætur og trinnar - millum mohammedsmenn og kvinnur (1956-57)[3]

Ávísingar úteftir rætta

Keldur rætta