Fyrimynd:Visti tú...
Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…
- ...at Ruth Vang (Framsókn) var tann kvinnan, sum fekk flest persónligar atkvøður á løgtingsvalinum 2022?
- ...at Ítróttarfelagið Hvirlan varð stovnað í mars 2008 í Tórshavn. Felagið, sum íðka frælsar ítróttir, hevur regluliga venjing á Tórsbreyt.
- ...at gongustjørnan Venus (myndin) er tann sum er tættast jørðini, og at gomlu føroyingarnir róptu Venus Stakkalastjørnuna?
- ...at Tvøroyrar Bóltfelag er elsta bóltfelag í Føroyum. Felagið varð sett á stovn 13. mai 1892.
- ...at Rebekka Fuglø var fyrsta føroyska kvinna, sum hevur runnið 400 metrar undir ein minutt.
- ...at Suni úr Hørg úr Sumba yvirlivdi arbeiðsvanlukku, har hann datt 9,70 metrar niður á betong, og nú arbeiðir sum timburmaður, hóast hann er umleið 95% blindur?
- ...at Hargabrøðurnir úr Sumba róku írskar sjórænarar til rýmingar úr Hvalba og fingu í 1612 boðið Stóru Dímun afturfyri avriksverk teirra, og at teir søgdu nei takk?
- ...at elsti føroyingurin nakrantíð var Theodor Thomassen úr Sørvági (1908-2016), og hann gjørdist 107 ár og 4 mánaðir og 12 dagar?
- ...at føroyski trúboðarin Daniel Jacob Danielsen var við til at støðga ræðuleikum, ið vórðu framdar av belgiarum í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo fyrst í 20. øld?
- ...at mannakroppurin er samansettur av uml. 60 billiónum (60.000 milliardum) kyknum?