Theodor Thomassen (føddur 28. oktober 1908 í Sørvági, deyður 9. mars 2016 í Sørvági) var tann elsti føroyingurin nakrantíð. Hann gjørdist 107 ára gamal og 4 mánaðir og 12 dagar.

Í 1930 giftist Theodor Nenceu Hansen, sum eisini varð ættað úr Sørvági.[1] Theodor og konan bygdu sær hús og saman fingu tey 10 børn. Hann gjørdist einkjumaður í 1987. Theodor Thomassen hevði handil í Sørvági og róði út einsamallur, til hann var knapt 99 ára gamal. Við børnum og barnabørnum vóru eftirkomararnir hjá Theodori omanfyri 100 í tali, tá ið hann andaðist. Hann sovnaði stillisliga inn mikukvøldið 9. mars 2016.

Seinastu árini av lívi sínum búði Theodor heima hjá dóttrini Elisu. Kringvarp Føroya var og vitjaði hann ella ringdi til hann hvørt ár á føðingardegi hansara tey seinastu árini hann livdi.

Tá ið Theordor fylti 105 ár, segði hann við Kringvarpið, at hann ikki hevði væntað at gerast so gamal, tí tað lá ikki til slagið. Pápin doyði bert 48 ára gamal, og ein pápabeiggi gjørdist bert 31 ára gamal. Hann hevði tá 107 eftirkomarar.[2]

Hvørja ferð Kringvarpið tosaði við Theodor, hevði hann skilið og fylgdi við í tí, ið hendi í samfelagnum, eisini í politikki. Sigrun Brend var tann frá Kringvarpinum, ið ofta tosaði við hann fyri Kringvarpið.

Tá ið Theodor á 105 ára føðingardegi sínum varð spurdur um, hvat hann hevði etið nógv av gjøgnum lívið, svaraði hann, at hann hevði altíð etið nógvan fisk og nógva grind, bæði tvøst og spik, og fiskurin var saltfiskur, ræstur fiskur, turrur fiskur, feskur fiskur, frikadellur og knettir. Spurdur um hvat hann ynskti sær í føðingardagsgávu frá Sigrun Brend, so svaraði hann, at hann átti alt ið honum tørvaði, men kanska eina plátu av reinari sjokolátu.[2]

Seinasta heilsanin

rætta

Tá ið Theodor fylti 107 ár, var Kringvarp Føroya við Sigrún Brend og vitjaði hann. Tá ið hon spurdi hann um uppskriftina uppá eitt so langt lív, so svaraði hann, at hann hevði ikki nakra uppskrift,[3] men so siteraði hann 2 ørindi úr danska sálminum Tag Jesus med, ið danska sálmaskaldið Adolf Langsted yrkti í 1895:[4]

Tag Jesus med, hvorhen du længes,
da bliver du så let i sind.
Og hvor din frelser ude stænges,
der skal du ikke selv gå ind.

Tag Jesus med hvorhen du farer,
så skal du aldrig fare vild.
Da vogter på dig engleskarer,
om verden lukker øjet til!

Jarðarferðin

rætta

Theodor fór til gravar úr Sørvágs kirkju týsdagin 15. mars. Sørvágs kirkja var fullsett, tá presturin Inga Poulsen Dam prædikaði. Hon gav eina góða lýsing av Theodori, tá hon í prædikuni segði, at gudsótti, nøgdsemi og bjartskygni virkaði javnvág í langa lívinum hjá Theodori.

Theodor Thomassen eigur metið sum Føroya elsta fólk nakrantíð. Áðrenn Theodor tók metið, átti Drikka á Fløtti við Gjógv í nógv ár hetta metið. Hon varð fødd 2. juli 1875 og doyði 23. november 1980 - 105 ára gomul.[5] Um føroyingar ið búðu uttanlands verða taldir við, so átti Johannes Frederik Karl Sofus Tauser av Eiði, sum búði í Helsingør seinna partin av sínum lívi, metið sum elsti føroyingur áðrenn Theodor. Jóhannes Tauser gjørdist eins og Drikka á Fløtti 105 ár. Hann var føddur 23. februar 1902 og doyði 12. Januar 2008 í Helsingør og var sostatt bert 42 dagar undir 106 ár, tá hann doyði.[6]

Elsta konufólk (og næstelsta fólk) sum hevur livað í Føroyum, er Nikala Laurina Franciska Jensen úr Sumba (vanliga nevnd Kala). Hon var fødd 3. september 1915 á Glyvrum og flutti sum barn til Sumbiar, har hon seinni giftist. Kala fylti 106 ár tann 3. september 2021. Hon doyði 1. februar 2022 á ellisheiminum á Tvøroyri. Kala er sostatt næstelsta fólkið, ið livað hevur í Føroyum.

Keldur

rætta