Rebekka Fuglø Poulsen (fødd 1993) er ein føroyskur rennari, sum rennur fyri Treysti úr Klaksvík, Føroyar og danska felagið Vejle IF. Hon gjørdist danmarksmeistari fyri ung í 800 m og 1500 m bæði innandura og uttandura í 2011.[1] Hon luttók á Oyggjaleikunum í 2009 og 2011, seinnu ferðina kom hon í finalur, men vann onki heiðursmerki, hon setti tó nýtt føroyskt met í 800 m renning við tíðini 2.19,58, gamla metið átti Bjørk Herup Olsen.[2] Rebekka vann FM í Cross renning 2012 (8 km) við tíðini 40 minuttir og 31 sekund.[3] Guttorm Sørensen er venjari hjá Rebekku.[4]

Lívsleið innan renning rætta

Oyggjaleikir 2023 á Guernsey rætta

Í juli 2023 luttók Rebekka á Oyggjaleikunum á Guernsey. Hon vann bronsu í 800 metrar renning við tíðini 2:17.73.[5][6]

Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar rætta

Í juli 2019 luttók Rebekka á Oyggjaleikunum á Gibraltar. Hon vann trý heiðursmerki:[7][8]

  • Silvur í 800 metrar renning við tíðini 2:13.53
  • Silvur í 1500 metrar renning við tíðini 4:37.75
  • Bronsu í 5000 metrar renning við tíðini 18:30.97.

DM 2018 í Odense rætta

Í august 2018 luttók Rebekka á DM í Odense. Hon rann fyri Vejle, sum hon umboðar, tá hon rennur í Danmark. Tá Rebekka í 1500 metrar renning kom á mál, var hon danmarksmeistari við tíðini 4.29,62.[9][10]

DM 2017 í Skive rætta

Í februar 2017 luttók Rebekka á DM í frælsum ítrótti. Hon gjørdist nummar trý og vann harvið bronsu. Hon rann fimm sekund skjótari í innleiðandi við tíðini 4.30,71, ið var tætt við føroyska metið á 4.29,60, sum hon sjálv átti.[11]

  • Bronsu í 1500 metrum renning við tíðini 4.35,04.

Vetrarkappingin 2016 rætta

  • Gull í 12 km renning við tíðini 49.19 í bólkinum Kvinnur opin bólkur.[12]

FM í frælsum ítrótti 2015 rætta

  • Gull í 400 m renning við tíðini 59,17, ið var nýtt føroyskt met. Rebekka var fyrsta føroyska kvinnan, ið rann henda teinin undir 1 minutt.[13]
  • Gull í 800 m renning

FM í lendisrenning 2015 rætta

Runnið var á fløtuni og í viðarlundini í Hoydølum. Talan var um 8 kilometrar tilsamans.

  • Gull við tíðini 38,35 minuttir[14]

DM 2014 í Skive rætta

Í februar 2014 luttók Rebekka fyri fyrstu ferð í kappingum fyri vaksin á DM.

  • Nr. 4 í 800m við tíðini 2.14,83 - tað var nýtt føroyskt met
  • Nr. 7 í 3000m við tíðini 11.07,27

Oyggjaleikir 2013 á Bermuda rætta

  • Nr. 5 í 1500m við tíðini 4:38.27
  • Nr. 7 í 800m við tíðini 2:18.60[15]

2012 rætta

Rebekka Fuglø vann silvur í 1500 innandura renning til DM gentur 18-19 ár.[16]

DMU 2011 rætta

  • Gull - 800m við tíðini 2.18.32 (uttandura)[17]
  • Gull - 1500m við tíðini 4.47.50 (uttandura)
  • Gull - 800m við tíðini 2.26.18 (innandura)
  • Gull - 1500m við tíðini 4.49.21 (innandura)

FM 2011 rætta

Rebekka Fuglø luttók í fýra kappingum til FM á Tórsbreyt í august 2011. Hon vann tær allar. Greinar og vinnarartíðirnar hjá henni vóru:[18]

  • Gull - 200m við 29,37 sek.,
  • Gull - 400m við 66,12 sek.,
  • Gull - 800m við 2:31,10 min.
  • Gull - 1.500m við 5:35,92 min.

2010 rætta

Rebekka gjørdist nummar tvey hjá kvinnunum í samlaðu vetrarrenningini 2009/10. Hon gjørdist nummar tvey bæði í opna bólkinum og í bólkinum hjá kvinnuunglingum. Bert Bjørk Herup Olsen rann skjótari.[19]

Ávísingar úteftir rætta

Keldur rætta

  1. Statletik.dk[deyð leinkja] Rebekka Fuglø -1993 - Vejle IF
  2. Athletics.fo Archived 2023-03-25 at the Wayback Machine Rebekka Fuglø í finaluna við føroyskum meti!
  3. Torsportal.fo Marnar og Rebekka føroyameistarar í Cross renning
  4. Picaseweb.google.com DMU 2011 i Odense
  5. Rebekka fekk bronsu á 800 metrum, kvf.fo, 14.07.2023
  6. OYL 23: Rebekka Fuglø vann bronsu í 800 m, in.fo, 14.07.2023
  7. Rebekka Fuglø, gibraltar2019results.com
  8. Rebekka fekk silvurið á 800 metrum, kvf.fo
  9. Rebekka Fuglø danmarksmeistari á 1500 metrum, roysni.fo, 25. august 2018
  10. Store DM – 2. dag (2) Archived 2019-05-13 at the Wayback Machine, dansk-atletik.dk
  11. in.fo - Rebekka vann DM-bronsu
  12. "Rebekka og Jan Elmar vunnu í kavanum, in.fo". 2016-01-22. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-01-22. http://archive.today/zwOVW. 
  13. "in.fo - Fyrsta kvinnan undir minuttin". http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/fyrsta-kvinnan-undir-minuttin/. Heintað 2015-08-31. 
  14. "Hallur og Rebekka vunnu FM í lendisrenning - Føroyski portalurin". 2015-02-11. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-11. http://archive.today/7NukH. 
  15. natwestislandgames2013results.com
  16. Mars.net.dk[deyð leinkja]
  17. statletik.dk[deyð leinkja]
  18. Nordlysid.fo[deyð leinkja] 8 FM-gull til Rebekku og Marnar
  19. Nordlysid.fo Archived 2016-03-05 at the Wayback Machine Gutti og Bjørk vunnu Vetrarkappingina