Oyggjaleikir 2019
Vertsland Gibraltar
Luttakandi oyggjalond 22
Luttakandi ítróttarfólk ≈2.000
Ítróttargreinir 14
Byrjað 6. juli 2019
Endað 12. juli 2019

XVIII (18.) Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Gibraltar í juli 2019. Hetta var onnur ferð, at Gibraltar var vertur fyri Oyggjaleikunum.

Luttakandi oyggjar og oyggjalond rætta

Tað vóru 22 oyggjar og oyggjalond, sum luttóku á Oyggjaleikum 2019. Oyggjarnar vóru úr Evropa, Suðuratlantarhavinum og úr Karibiska havinum.[1]

Tvær oyggjar vóru ikki umboðaðar hesa ferð; tað vóru Rhodos og Frøya.

Ítróttagreinar rætta

Í alt vóru tað 14 ymiskar ítróttargreinir á hesum sinni: frælsur ítróttur, badminton, kurvabóltur, strandarflogbóltur, súkkling, judo, sigling, skjóting, squash, svimjing, borðtennis, bowling, tennis og triatlon.[2][3]

Tølini í klombrum vísa tal av heiðursmerkjum fyri hvørja ítróttagrein.

Yvirlit yvir heiðursmerki rætta

Dagført 12. juli 2019.[4]

Frágreiðing:

  Vertslandið er markerað við lavendelbláum liti.
 Nr.  Tjóð Gull Silvur Bronsa Tilsamans
1   Jersey 33 31 29 93
2   Oyggin Man 29 22 17 68
3   Føroyar 22 11 27 60
4   Guernsey 19 37 31 87
5   Saaremaa 15 11 6 32
6   Gotland 12 14 15 41
7   Caymanoyggjar 11 10 9 30
8   Oyggin Wight 11 8 15 34
9   Áland 11 6 15 32
10   Gibraltar 8 12 9 29
11   Menorka 8 10 13 31
12   Western Isles 4 2 2 8
13   Grønland 2 2 4 8
14   Hetland 2 1 11 14
15   Ynys Môn 2 1 3 6
16   Orknoyggjar 1 3 2 6
17   Bermuda 0 5 7 12
18   Hitra 0 2 1 3
19   Sark 0 1 0 1
20   Alderney 0 0 0 0
20   Falklandsoyggjar 0 0 0 0
20   St. Helena 0 0 0 0
Tilsamans 193 192 219 604

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur rætta

  1. Islands, gibraltar2019results.com
  2. The Sports Archived 2019-06-26 at the Wayback Machine, gibraltar2019.com
  3. Sport, gibraltar2019results.com
  4. Medal Table, gibraltar2019results.com