Ítróttafelagið Treysti er eitt føroyskt rennifelag við heimstaði í Klaksvík. Tveir av bestu rennarunum hjá felagnum í løtuni (2013) eru Marnar Djurhuus, sum hevur vunnið fleiri danmarksmeistaraheiti, FM-heiti, bronsu á Oyggjaleikum og bronsu í altjóða kapping í Reykjavík og Rebekka Fuglø, sum eitt nú hevur vunnið junior DM í 800 m og 1500 metrum[1] bæði innan- og uttandura í 2011.[2] Marnar og Rebekka gjørdust føroyameistarar í Cross renning 2011.[3]

Felagið varð stovnað í KÍ høllini 17. august 1993. Tað vóru Jonhard Larsen (1966), Rani Nolsøe (1959) og Páll Sólstein (1964) úr Klaksvík og Guttorm Sørensen (1968) úr Hvannasundi, sum tóku stig til at stovna rennifelagið. Felagið var tó ikki so aktivt tey fyrstu árini, og í 1998 varð stovnandið eykaaðalfundur. Tá varð ein nevnd vald: Thorleif Eyðun Petersen (formaður), Guttorm Sørensen (næstformaður), Rani Nolsøe (skrivari) og Søren Olsen (tiltakslimur). Hin 23. apríl 2006 skipaði felagið fyri renning ígjøgnum Norðoyastunnilin, hetta var fáir dagar áðrenn undirsjóvartunnilin læt upp alment fyri ferðslu 26. apríl 2006. Metstór luttøka bleiv til hesa renning, heili 3250 boðaðu frá luttøku. Í 2007 fekk Treysti nýggj hølir í nýggju badmintonhøllini í Klaksvík.[4]

Í 2012 varð henda nevndin í Treystinum:

Keldur

rætta
  1. "Athletics.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-01. https://web.archive.org/web/20120501055023/http://www.athletics.fo/?p=5094. Heintað 2013-01-20. 
  2. Statletik.dk[deyð leinkja] Rebekka Fuglø -1993 - Vejle IF
  3. Torsportal.fo Marnar og Rebekka føroyameistarar í Cross renning
  4. "Treysti.fo, søga". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-03-26. https://web.archive.org/web/20130326093919/http://treysti.fo/soga.html. Heintað 2012-06-19. 

Ávísngar úteftir

rætta