Tvøroyrar Bóltfelag

føroyskt fótbóltsfelag
Tvøroyrar Bóltfelag
Navn Tvøroyrar Bóltfelag
Kelinavn TB
Stovnað 1892
Leikvøllir Trongisvágur
Formaður Føroyar Fróði Olsen
Høvuðsvenjari Føroyar Sigfríður Clementsen
Liga 1. deildin
2024 3. (1. deild)
Heimasíða http://www.tb.fo
Heimavøllur
Útivøllur

Tvøroyrar Bóltfelag ella TB er eitt fótbóltsfelag av Tvøroyri, sum varð stovnað 13. mai 1892. TB er elsta bóltfelag í Føroyum. Umframt at TB er eitt fótbóltsfelag er tað eisini eitt flogbóltsfelag. TB fótbóltur og TB flogbóltur hava tó hvør sína nevnd.[1][2] Onnur ítróttarfeløg á Tvøroyri og økinum kring Trongisvágsfjørð eru Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF), Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Susvim (Susvim er fyri alla oynna).

TB fótbóltur

rætta

Í 2012 spælir TB aftur í bestu fótbóltsdeildini. TB gjørdist nummar tvey í 1. deild í 2011, FC Suðuroy gjørdist nummar eitt. Tað var sera stórur spenningur um 2. plássið millum TB og AB, men TB vann tann dystin. Bæði liðini endaðu við sama stigatali, sum var 61 stig og við sama málmuni sum var 55, tó hevði TB 81 vunnin mál og 26 tapt mál, meðan AB hevði 80 vunnin og 25 tapt mál. Tað at TB hevði skorað eitt mál meira enn AB, gjørdi at TB flutti upp í bestu deildina og AB bleiv verandi í 1. deild. Í 2010 gjørdist TB nummar 3 í 1. deild. TB hevur vunnið FM heitið 7 ferðir, tað var árini 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980 og 1987. TB hevur vunnið Løgmanssteypið (fyrr Ísafjarðarsúlan) 5 ferðir, tað var árini 1956, 1958, 1960, 1961 og 1977.

 
TB leikararnir Rógvi Joensen og Bárður Dimon í 1. deildardysti millum TB og FC Suðuroy 17. mai 2011. Dysturin endaði 2-2.

Gamli vøllurin á Sevmýri og nýggi vøllurin við Stórá

rætta

Síðani TB varð stovnað og til 16. oktober 2010 hevur TB spælt fótbólt á vøllinum á Sevmýri. Vøllurin var blivin skeivur og leyk ikki altjóða krøv. Hann bleiv ikki góðkendur til at spæla fótbólt í vaksnamannadeildum í 2011. Hin 16. oktober 2010 varð seinasti dystur leiktur á Sevmýri, TB, sum tá spældi í 1. deild, spældi ímóti NSÍ og vann dystin 5-2. Í apríl Í 2011 var heimavøllurin hjá TB Á Skørinum í Hvalba. [3] Nýggjur fótbóltsvøllur er gjørdur inni í Trongisvági beint eystanfyri høllina í Trongisvági.[4] Arbeiðið við at gera vøllin í Trongisvági byrjaði í 2011 og væntaðist liðugt áðrenn kappingin byrjaði um mánaðarskiftið mars/apríl 2012 ella í seinasta lagi tá TB fyllir 120 ár 13. mai 2012. Vøllurin bleiv tó ikki klárur til fyrsta landskappingardystin, og teir fyrstu heimadystirnir hjá TB blivu tí spældir á Eiðinum í Vági. Til dystin móti B36 var sjálvur vøllurin liðugur,[5] men hann bleiv ikki góðkendur, m.a. tí at har manglaðu 300 sitipláss, sum er eitt krav til øll feløgini, sum hava lið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, TB mátti sostatt spæla dystin móti B36 í Vági. Flaggdagin 2012 var arbeiði við at seta 300 setur við at vera liðugt, og 27. apríl varð vøllurin so góðkendur til fótbóltdystir í bestu mansdeildini. Fyrsti landskappingardystur í Effodeildini var dysturin millum TB og ÍF, sum varð leiktur sunnudagin 29. apríl 2012.[6] TB vann henda fyrsta dystin 1-0.

Venjarar hjá TB

rætta
 
TB - ÍF í Effodeildini, hetta er fyrsti dysturin ið varð leiktur á Vøllinum við Stórá 29. apríl 2012.
  • Benadikt Valdisson (1984)
  • Per Henning Jensen (1990)
  • Finn Røntved (1991–1992)
  • Dánjal Hovgaard (1993)
  • Jacek Burkhardt (1994)
  • Frank Skytte (1995)
  • Sigvald Steinkross (1995)
  • Rolf Christensen (1996)
  • Zoran Pavlovic (1998)
  • Egill Steinþórsson (1998)
  • Håkon Winther (2001)
  • Milan Cimburovic (2001)
  • Zoran Mancic (2002)
  • Lynge Nielsen (2002)
  • Jón Johannesen (2002)

Keldur

rætta
  1. TBFlogbóltur.com[deyð leinkja]
  2. "TB.fo". http://www.tb.fo/tidindi.html#/sidur/Nevnd.html. Heintað 2010-12-26. 
  3. Sudurras.info
  4. Portal.fo
  5. TB.fo, Hvar vitja føroyameistararnar
  6. Sudurras.info, TB-ÍF við Stórá

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið