Páll Guðlaugsson
Páll Hagbert Guðlaugsson (føddur 9. september 1958) er ein íslendskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbólsleikari, málmaður. Hann var tann fyrsti venjarin hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti eftir at Føroyar gjørdist limur í FIFA í 1988 og slapp at luttaka í altjóða í altjóða kappingum. Hann var venjari hjá Føroyum frá 1988 til 1993. Tann fyrsti landsdysturin, ið Føroyar spældi í 1988 við Páll Guðlaugssyni sum venjara var ein vinardystur ímóti Íslandi 24. august 1988, sum Ísland vann 1-0. Fyrsti EM-undankappingardystur var spældur í Landskrona í Svøríki ímóti Eysturríki hin 12. september 1990. Føroyar vann dystin 1-0 og skapti harvið sensatión kring heimin, av tí at Eysturríki var eitt av teimum góðu liðunum júst tá.
Lívsleið sum fótbóltsvenjari
rættaHagtølini eru bert viðvíkjandi føroyskum feløgum og føroyska landsliðnum:[1]
- 1988 - 93 - Føroyska A-landsliðið hjá monnum
- 1989 - 91 - ÍF
- 1993 - 94 - EB/Streymur
- 1994 B36
- 1996-97 GÍ
- 2012- KÍ
Lívsleið sum fótbóltsleikari
rættaPáll spældi sum málmaður. Hagtølini eru bert viðvíkjandi føroyskum fótbóltsfeløgum:[2]
Keldur
rætta- ↑ Faroesoccer.com (venjari)
- ↑ Faroesoccer.com (leikari)