Landskrona
Landskrona er ein býur í Landskrona kommunu í Svøríki. Fólkatalið í býnum er umleið 30 499.[1] Undir Fyrra heimsbardaga varð ein skipasmiðja bygd í Landskrona, sum nevndist Öresundsvarvet. Nógv fólk arbeiddu har og skipasmiðjan førdi fólkavøkstur við sær. Men eftir kríggið kom støðgur í fólkatalið, meðan grannabýir sum eitt nú Helsingborg, Lund og Malmö hildu fram við at vaksa. Mitt í 1970'unum arbeiddu umleið 3.500 fólk á skipasmiðjuni, men í 1983 læt hon aftur, og ein 20 ára long kreppa byrjaði. Býurin er tó so við og við komin fyri seg aftur.
Ferðasamband
rættaÍ 2001 varð ein nýggj jarnbreytastøð latin upp í býnum, og hetta hevði sera stóran týdning fyri býin, tí tann gamla jarnbreytastøðin bert var fyri tok ið koyrdu suðureftir. Tann nýggja jarnbreytastøðin er á leiðini millum Keypmannahavn og Göteborg, og øll tok støðga í Landskrona.
Føroyar hevði heimavøll í Landskrona
rættaTá Føroyar fyri fyrstu ferð luttók í UEFA fótbóltskapping, var tað ongin fótbóltsvøllur í Føroyum, ið kundi góðkennast til UEFA landsdystir, og tí mátti ein annar vøllur finnast í øðrum landi. Føroyar var í sama bólki sum Danmark, og tí var ein vøllur funnin, sum lá tætt við Keypmannahavn, men tó ikki í Danmark. Føroyar fekk tí heimavøll í Landskrona. Fyrsti dysturin varð leiktur móti Eysturríki hin 12. september 1990[2], og teir føroysku landsliðsleikararnir skaptu sensatión við at vinna 1-0 við máli sum Torkil Nielsen gjørdi.
Keldur
rættaSlóðir
rætta