Tofta Ítróttarfelag

(Ávíst frá B68)
B68
B68 toftir.png
Navn Tofta Ítróttarfelag, B68
Kelinavn Reyðu Pantararnir (óalment)
Stovnað 21. desember 1962
Leikvøllir Svangaskarð
Rúmd 6.000
Formaður Føroyar Beinta Mikkelsen
Høvuðsvenjari Ísland Páll Guðlaugsson
Liga 1. deild
2019 Nr. 5
Heimasíða http://www.b68.fo
Heimavøllur
Útivøllur
B68 kempar her fyri at yvirliva í bestu deildini. Teir manglaðu bert eitt mál. Sjálvt málmaðurin fór fram og royndi at skora.
B68 leikarar í 2012
B68 móti FC Suðuroy í dysti í bestu deildini vesturi á Eiðinum í Vági 2010.

B68 (Fult navn: Tofta Ítróttarfelag) er fótbóltsfelagið á Toftum. Felagið varð stovnað 21. desember 1962.

SøgaRætta

Fyrstu 8 árini spældi felagið í meðaldeildini, sum næstbesta deildin tá nevndist. Í 1976 varð føroyska fótbóltskappingin umskipað, og í tíðarskeiðnum 1976-1980 spældi B68 framvegis í næstbestu deildini, sum tá nevndist 2. deild. Í 1980 vann felagið 2. deild, og flutti upp í 1. deild.

Fyrstu ferð felagið royndi seg í bestu deildini var sostatt í 1981, og har spældu teir í samfull 24 ár til 2004, tá teir fluttu niður.

Í 2005 vunnu teir næstbestu deildina, men fluttu beinleiðis niður aftur í 2006. Í 2007 vunnu teir aftur næstbestu deildina, og hava síðani 2008 aftur verið í bestu deildini, sum nú verður rópt Effodeildin.

Í 1984 vann B68 sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 1. deild hjá monnum, og árið eftir endurtóku teir hetta bragd. Seinast felagið vann bestu deildina var í 1992.

Í 2012 endaði B68 á einum 9. plássi og flutti niður í 1. deild, har teir spæla í 2013. Teir vóru javnir í stigum við TB og spældu seinasta avgerðandi dystin móti júst TB við Stórá. Kravið var at teir vunnu við í minsta lagi fýra málum, og tað var um reppið at eydnast. Úrslitið av dystinum gjørdist 1-4, B68 fekk øll málini í seinna hálvleiki og tað seinasta í yvirtíðini, men so gekk tíðin undan, og B68 hevði vunnið dystin men tapti stríðið um at varðveita plássið í Effodeildini.[1]

Núverandi liðRætta

Dagført 10/08-2013

No. Pláss Leikari
1   Mads Nesá
2   Ve Aron Højgaard
3   Ve Niklas Poulsen
4   Ve Niclas Fríðrikur Joensen
5   Ve Oddur Árnason Højgaard
6   Mi Emil Ronaldsson
7   Mi Hákun Edmundsson
8   Mi Kristian Anthon Andreasen
9   Ál Óli Højgaard Olsen
10   Ál Jónleif Højgaard
11   Mi Jóhan Dávur Højgaard
No. Pláss Leikari
12   Mi Dávur M. Hansen
13   Mi Høgni Hansen
14   Mi Remi Langgaard
15   Ál Esmar P. Clementsen
16   Ve Fróði Johannesen
17   Mi Jóhannus Hansen
20   Ve Ari Johannesen
21   Ál Búi í Hjøllum
24   Mi Bjarki Johannesen
25   Ragnar Lindholm

VenjaratoymiðRætta

FøroyameistararRætta

  • 1984
  • 1985
  • 1992

B68 í EuropaRætta

Ár Kapping Umfar Mótstøðulið Úrslit
1993/94 Champions League Q   Croatia Zagreb 0-5, 0-6
1996 Intertoto Cup 1   Linzer ASK 0-4
1996 Intertoto Cup 1   Werder Bremen 0-2
1996 Intertoto Cup 1   Djurgården IF 1-5
2001 Intertoto Cup 1   Sporting Lokeren 2-4, 0-0
2002 Intertoto Cup 1   FC St. Gallen 1-5, 0-6
2004-05 UEFA Cup 1Q   FK Ventspils 0-3, 0-8

KeldurRætta

  1. Sudurras.fo, TB tapti og vann

SlóðirRætta

Sí miðlasavnið