Hans Fróði Hansen
Hans Fróði Hansen (føddur 24. august 1975) er ein føroyskur fótbóltsleikari, venjari og dømdur pedofil. Hann spældi 26 landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur eisini roynt innan onnur øki, eitt nú hevur hann roynt seg innan húðrøktarvørur og líknandi. Hann er mest kendur sum pedofil.
Lívsleið
rættaFótbóltsleikari og venjari
rættaHans Fróði gjørdist fyrst kendur sum fótbóltsspælari, har hann spældi 26 dystir á landsliðnum 1998-2003. Í 2012 avgjørdi Hans Fróði at royna seg í føroyskum fótbólti enn einaferð, hesaferð sum leikandi hjálparvenjari fyri TB. Ætlanin er at hann skal spæla við besta liðnum, sum flutti upp í Meistaradeildina eftir leiklok í 2011.[1]
Vakurleikafrøðingur
rættaSeinni hevur hann nomið sær kunnleika innan móta og stíl og var eitt skifti vakurleikafrøðingur í USA undir navninum Mr. KayKay. Tað var eisini við navninum KayKay at Hans Fróði í 2006 útgav bók á enskum um vakurleikarøkt.
Útgávur
rætta- Image & Fashion Secrets for Every Woman (2006)