Tvøroyrar Bóltfelag
Tvøroyrar Bóltfelag | |||
Navn | Tvøroyrar Bóltfelag | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | TB | ||
Stovnað | 1892 | ||
Leikvøllir | Trongisvágur | ||
Formaður | Fróði Olsen | ||
Høvuðsvenjari | Sigfríður Clementsen | ||
Liga | 1. deildin | ||
2024 | 3. (1. deild) | ||
Heimasíða | http://www.tb.fo | ||
|
Tvøroyrar Bóltfelag ella TB er eitt fótbóltsfelag av Tvøroyri, sum varð stovnað 13. mai 1892. TB er elsta bóltfelag í Føroyum. Umframt at TB er eitt fótbóltsfelag er tað eisini eitt flogbóltsfelag. TB fótbóltur og TB flogbóltur hava tó hvør sína nevnd.[1][2] Onnur ítróttarfeløg á Tvøroyri og økinum kring Trongisvágsfjørð eru Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF), Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Susvim (Susvim er fyri alla oynna).
TB fótbóltur
rættaÍ 2012 spælir TB aftur í bestu fótbóltsdeildini. TB gjørdist nummar tvey í 1. deild í 2011, FC Suðuroy gjørdist nummar eitt. Tað var sera stórur spenningur um 2. plássið millum TB og AB, men TB vann tann dystin. Bæði liðini endaðu við sama stigatali, sum var 61 stig og við sama málmuni sum var 55, tó hevði TB 81 vunnin mál og 26 tapt mál, meðan AB hevði 80 vunnin og 25 tapt mál. Tað at TB hevði skorað eitt mál meira enn AB, gjørdi at TB flutti upp í bestu deildina og AB bleiv verandi í 1. deild. Í 2010 gjørdist TB nummar 3 í 1. deild. TB hevur vunnið FM heitið 7 ferðir, tað var árini 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980 og 1987. TB hevur vunnið Løgmanssteypið (fyrr Ísafjarðarsúlan) 5 ferðir, tað var árini 1956, 1958, 1960, 1961 og 1977.
Gamli vøllurin á Sevmýri og nýggi vøllurin við Stórá
rættaSíðani TB varð stovnað og til 16. oktober 2010 hevur TB spælt fótbólt á vøllinum á Sevmýri. Vøllurin var blivin skeivur og leyk ikki altjóða krøv. Hann bleiv ikki góðkendur til at spæla fótbólt í vaksnamannadeildum í 2011. Hin 16. oktober 2010 varð seinasti dystur leiktur á Sevmýri, TB, sum tá spældi í 1. deild, spældi ímóti NSÍ og vann dystin 5-2. Í apríl Í 2011 var heimavøllurin hjá TB Á Skørinum í Hvalba. [3] Nýggjur fótbóltsvøllur er gjørdur inni í Trongisvági beint eystanfyri høllina í Trongisvági.[4] Arbeiðið við at gera vøllin í Trongisvági byrjaði í 2011 og væntaðist liðugt áðrenn kappingin byrjaði um mánaðarskiftið mars/apríl 2012 ella í seinasta lagi tá TB fyllir 120 ár 13. mai 2012. Vøllurin bleiv tó ikki klárur til fyrsta landskappingardystin, og teir fyrstu heimadystirnir hjá TB blivu tí spældir á Eiðinum í Vági. Til dystin móti B36 var sjálvur vøllurin liðugur,[5] men hann bleiv ikki góðkendur, m.a. tí at har manglaðu 300 sitipláss, sum er eitt krav til øll feløgini, sum hava lið í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, TB mátti sostatt spæla dystin móti B36 í Vági. Flaggdagin 2012 var arbeiði við at seta 300 setur við at vera liðugt, og 27. apríl varð vøllurin so góðkendur til fótbóltdystir í bestu mansdeildini. Fyrsti landskappingardystur í Effodeildini var dysturin millum TB og ÍF, sum varð leiktur sunnudagin 29. apríl 2012.[6] TB vann henda fyrsta dystin 1-0.
-
Fótbóltsvøllurin á Sevmýri var í nýtslu til 2010.
-
Nýggi vøllurin við Stórá í Trongisvági varð tikin í nýtslu í 2012.
-
Húsið við vøllin við Stórá læt upp í mai 2013.
-
Vøllurin á Sevmýri læt upp sum kampingpláss í 2016.
Venjarar hjá TB
rætta- Benadikt Valdisson (1984)
- Egill SteinÞórsson (1986–1987)
- Svend Petersen (1988)
- Per Henning Jensen (1990)
- Finn Røntved (1991–1992)
- Dánjal Hovgaard (1993)
- Jacek Burkhardt (1994)
- Frank Skytte (1995)
- Sigvald Steinkross (1995)
- Rolf Christensen (1996)
- Zoran Pavlovic (1998)
- Egill Steinþórsson (1998)
- Håkon Winther (2001)
- Milan Cimburovic (2001)
- Zoran Mancic (2002)
- Lynge Nielsen (2002)
- Jón Johannesen (2002)
- Jón Johannesen (2004)
- Milan Milanović (2005)
- Oddbjørn Joensen (2006)
- Jan Nielsen (2007)
- Milan Cimburovic (2007)
- Krzysztof Popczynski (2007–2008)
- Jón Johannesen (2008)
- Pól F. Joensen (2009)
- Jón Johannesen (2010–2011)
- Milan Kuljić (2012)
- Hans Fróði Hansen (des. 2012 - juli 2013)
- Bill Mcleod Jacobsen (fyribilssettur 23. juli 2013 - 13. aug. 2013)
- Páll Guðlaugsson (frá 14. aug. 2013 - okt. 2015)
- Robert F. Roelofsen (okt. 2015 - 1. juni 2016)
- Sigfríður Clementsen (frá 6. juni 2016 -)
Keldur
rættaSlóðir
rætta- TB.fo
- TBflogbóltur.com Archived 2011-02-01 at the Wayback Machine