Eurovision Song Contest 2014

Eurovision Song Contest 2014 var tann 59. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin var hildin í Keypmannahavn, Danmark, eftir at Emmelie de Forest vann kappingina í 2013 við sanginum "Only Teardrops". Í 2014 var tað triðju ferð, at Danmark fyriskipaði kappingina, hinar báðar ferðirnar vóru í 1964 og 2001. Hálvfinalurnar vóru hildnar 6. og 8. mai, meðan sjálv finalan varð hildin hin 10. mai. Føroyingurin Per Zachariassen stóð við høvuðsábyrgdini fyri framleiðsluni av sjónvarpssendingini hjá Eurovision Song Contest 2014.[7]

Eurovision Song Contest 2014
#JoinUs
Dagar
Hálv-finala 1 dato 6 mai 2014 (2014-05-06)
Hálv-finala 2 dato 8. mai 2014
Finala dato 10 mai 2014 (2014-05-10)
Vertur
Konsertsalur B&W Hallerne, Keypmannahavn, Danmark
Vertur(ir)
Høvuðsstjóri Jon Ola Sand
Høvuðsframleiðari Pernille Gaardbo
Vertskringvarp DR
Byrjunarframførsla
Pausuframførsla
Luttakarar
Tal av tilmeldingum 37
Nýggj luttakaralond Ongin
Afturkomandi lond
Avboð lond
Atkvøður
Atkvøðu skipan Hvørt land gav 12, 10, 8–1 stig til teirra 10 best umtóktu sangir.
Vinnarasangur
Eurovision Song Contest
◄2013 2014 2015►
Eurovision 2014, fyrra hálvfinala
Vertirnir á Eurovison 2014 í Keypmannahavn.

37 lond luttóku, tað var tað lægsta tal av luttakaralondum síðan 2004. Pallurin, ið var bygdur at 120 terning-formaðum modulum við projektsjónsfoliu, var 35 metrar breiður og 20 metrar høgur við catwalks, ið strektu seg 16 metrar út í rúmið. Aftanfyri pallin stóð ein 100 metrar langur og 13 metrar høgur veggur av ljósi og LED. Pallgólvið hevði eina 13 x 13 metra interaktiva LED-flatu, ið allan vegin runt hevði eitt kar av 40m3 vatni.

Vertirnir vóru Lise Rønne, Pilou Asbæk og Nikolaj Koppel, og harvið var tað fyrstu ferð í søguni, at Eurovision hevði tríggir vertir, sum vóru tveir menn og ein kvinna. Vinnarin av kappingini gjørdist Eysturríki við 290 stigum, síðan komu Niðurlond við 238 stigum og Svøríki gjørdist nummar trý við 218 stigum.

Luttakarar og vinnarar rætta

Lond sum tóku seg úr kappingini rætta

  •   Bulgaria ætlaði fyrst at luttaka, men hin 22. november 2013 váttaði tjóðarkanalin BNT, at tey taka seg úr kappingini.
  •   Kýpros tekur seg úr kappingini, eftir at CYBC hevur búskaparligar trupulleikar. Hetta varð vátta hin 3. oktober 2013.
  •   Serbia - 22. november 2013 váttaði RTS, at Serbia ikki kemur at luttaka í Keypmannahavn.
  •   Kroatia - HRT váttaði hin 19.september 2013, at Kroatia tekur seg úr kappingini.

Londini ið hava tikið seg úr kappingini hava øll havt búskaparligir trupulleikar at stríðast við, og tað var høvuðsorsøkin til at hesi londini ikki luttaka í 2014.

Land sum komu aftur rætta

  •   Portugal - Hin 7. november 2013 váttaði RTP, at Portugal kemur at luttaka í 2014, eftir ein eitt-ára langan støðg.
  •   Pólland - Hin 5. desember 2013 váttaði TVP, at Pólland kemur at luttaka í 2014, eftir ein tvey-ára langan støðg.

Afturvendandi artistar rætta

  •   Rumenia - Paula Seiling og Ovi vóru aftur sum umboð fyri Rumenia í 2014, eftir at tey endaði á einum triðjaplássi í Oslo 2010.

Hálvfinalur rætta

Hálvfinala 1 rætta

Danmark, Frakland og Spania atkvøddu í fyrru hálvfinaluni.

Nr. Land Mál Artistur Sangur Føroysk týðing Plasering Stig
1   Armenia Enskt Aram Mp3 Not Alone Ikki einsamallur 4 121
2   Lettland Enskt Aarzemnieki Cake to Bake Kaka at baka 13 33
3   Estland Enskt Tanja Amazing Ótrúligt 12 36
4   Svøríki Enskt Sanna Nielsen Undo Angra 2 131
5   Ísland Enskt Pollapönk Enga fordóma Ongir fordómar 8 61
6   Albania Enskt Herciana Matmuja One Night´s Anger Vreiði eina nátt 15 22
7   Russland Enskt Tolmachevy Twins Shine Skínur 6 63
8   Aserbajdsjan Enskt Dilara Kazimova Start A Fire Byrja ein eld 9 57
9   Ukraina Enskt Marija Jaremtjuk Tick-Tock Tikk-takk 5 118
10   Belgia Enskt Axel Hirsoux Mother Mamma 14 28
11   Moldova Enskt Cristina Scarlat Wild Soul Vill sál 16 13
12   San Marino Enskt Valentina Monetta Maybe (Forse) Kanska 10 40
13   Portugal Portugisiskt Suzy Quero ser tua Vil vera tín 11 39
14   Niðurlond Enskt The Common Linnets Calm After the Storm Róligt eftir stormin 1 150
15   Montenegro Montenegrinskt Sergej Ćetković Moj svijet (My Love) Mín heimur (Mín kærleiki) 7 63
16   Ungarn Enskt Kállay-Saunders Running Rennur 3 127

Hálvfinala 2 rætta

Italia, Stórabretland og Týskland atkvøddu í seinnu hálvfinaluni.

Nr. Land Mál Artistur Sangur Føroysk týðing Plasering Stig
1   Malta Enskt Firelight Coming Home Kemur heim 9 63
2   Ísrael Hebraiskt, enskt Mei Finegold Same Heart Sama hjarta 14 19
3   Noreg Enskt Carl Espen Silent Storm Stille storm 6 77
4   Georgia Enskt Mariko Ebralidze & The Shin Three Minutes to Earth Tríggir minuttir til jørðina 15 15
5   Pólland Pólskt, enskt Donatan & Cleo My słowianie (Slavic Girls) Vit slavar (Slaviskar gentur) 8 70
6   Eysturríki Enskt Conchita Wurst Rise Like A Phoenix Reis upp sum ein føniks 1 169
7   Litava Enskt Vilija Matačiūnaitė Attention Uppmerksemi 11 36
8   Finland Enskt Softengine Something Better Okkurt betri 3 97
9   Írland Enskt Can-linn feat. Kasey Smith Heartbeat Hjartasláttur 12 35
10   Hvítarussland Enskt TEO Cheesecake Ostakaka 5 87
11   Makedónia Enskt Tijana Dapčević To the Sky Til himmals 13 33
12   Sveis Enskt Sebalter Hunter of Stars Stjørnuveiðumaður 4 92
13   Grikkaland Enskt Freaky Fortune feat. Riskykidd Rise Up Reis teg upp 7 74
14   Slovenia Enskt, slovenskt Tinkara Kovač Spet (Round and Round) Aftur 10 52
15   Rumenia Enskt Paula Seling & Ovi Miracle Undur 2 125

Finalan rætta

Nr. Land Mál Artistur Sangur Føroysk týðing Plasering Stig
1   Ukraina Enskt Marija Jaremtjuk Tick-Tock Tikk-takk 6 113
2   Hvítarussland Enskt TEO Cheesecake Ostakaka 16 43
3   Aserbajdsjan Enskt Dilara Kazimova Start A Fire Byrja ein eld 22 33
4   Ísland Enskt Pollapönk Enga fordóma Ongir fordómar 15 58
5   Noreg Enskt Carl Espen Silent Storm Stille storm 8 88
6   Rumenia Enskt Paula Seling & Ovi Miracle Undur 12 72
7   Armenia Enskt Aram Mp3 Not Alone Ikki einsamallur 4 174
8   Montenegro Montenegrinskt Sergej Ćetković Moj svijet (My Love) Mín heimur (Mín kærleiki) 19 37
9   Pólland Pólskt, enskt Donatan & Cleo My słowianie (Slavic Girls) Vit slavar (Slaviskar gentur) 14 62
10   Grikkaland Enskt Freaky Fortune feat. Riskykidd Rise Up Reis teg upp 20 35
11   Eysturríki Enskt Conchita Wurst Rise Like A Phoenix Reis upp sum ein føniks 1 290
12   Týskland Enskt Elaiza Is It Right Passar tað 18 39
13   Svøríki Enskt Sanna Nielsen Undo Angra 3 218
14   Frakland Franskt Twin Twin Moustache Yvirskegg 26 2
15   Russland Enskt Tolmachevy Twins Shine Skínur 7 89
16   Italia Italskt Emma Marrone La mia città Mín býur 21 33
17   Slovenia Enskt, slovenskt Tinkara Kovač Spet (Round and Round) Aftur 25 9
18   Finland Enskt Softengine Something Better Okkurt betri 11 72
19   Spania Enskt, spanskt Ruth Lorenzo Dancing in the Rain Dansandi í regninum 10 74
20   Sveis Enskt Sebalter Hunter of Stars Stjørnuveiðumaður 13 64
21   Ungarn Enskt Kállay-Saunders Running Rennur 5 143
22   Malta Enskt Firelight Coming Home Kemur heim 23 32
23   Danmark Enskt Basim Cliché Love Song Klisjé kærleikssangur 9 74
24   Niðurlond Enskt The Common Linnets Calm After the Storm Róligt eftir stormin 2 238
25   San Marino Enskt Valentina Monetta Maybe (Forse) Kanska 24 14
26   Stóra Bretland Enskt Molly Smitten-Downes Children of the Universe Børnini hjá Universinum 17 40

Keldur rætta

  1. Bache, Mikkel (20 April 2014). "Mike Sheridan laver musik til Eurovision: Jeg tror, jeg har ramt den [Mike Sheridan make music to Eurovision: I think I've hit it]" (in Danish). DR. http://www.dr.dk/melodigrandprix/Nyheder/2014/04/17143831.htm. Heintað 5 May 2014. 
  2. 2.0 2.1 Leon, Jakov Isak (5 May 2014). "[Day 8 First Dress Rehearsal at the B&W Hallerne #JoinUs"]. European Broadcasting Union. http://www.eurovision.tv/page/news?id=live_day_8_at_the_bandw_hallerne_joinus. Heintað 5 May 2014. 
  3. Vincent, Peter (9 May 2014). "Jessica Mauboy performs at Eurovision Song Contest". The Sydney Morning Herald. http://www.smh.com.au/entertainment/music/jessica-mauboy-performs-at-eurovision-song-contest-20140509-zr78z.html. Heintað 9 May 2014. 
  4. Storvik-Green, Simon (7 February 2014). "Emmelie to sing #JoinUs song with finalists". European Broadcasting Union. http://www.eurovision.tv/page/news?id=emmelie_to_sing_joinus_song_with_finalists. Heintað 7 February 2014. 
  5. Mulhall, Garrett (24 May 2014). "Watch The Missing Eurovision 2014 Final Interval Act Here". Eurovision Ireland. http://eurovisionireland.net/2014/05/24/watch-the-missing-eurovision-2014-final-interval-act-here/. Heintað 24 May 2014. 
  6. Leon, Jakov Isak (7 May 2014). "[LIVE One more Dress Rehearsal at the B&W Hallerne! #JoinUs!"]. European Broadcasting Union. http://www.eurovision.tv/page/news?id=live_day_10_at_the_bandw_hallerne_joinus. Heintað 7 May 2014. 
  7. Eurovision.tv, DR brings star producer home for Eurovision

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo