Basim
Basim (føddur Anis Basim Moujahid hin 4. juli 1992) er ein danskur sangari. Í sjónvarpsrøðini X Factor í 2008 tók hann pallin við stormi og brakaði ígjøgnum sjónvarpsskíggjan og út til danir og føroyingar, sum fylgdu við sangkappingini. Basim býr stutt uttanfyri Keypmannahavn. Hann hevur arbeitt á McDonald's í frítíðini, men frameftir verður alt meira tíð nýtt til tónleikin. Foreldrini hjá Basim eru úr Marokko, og tað verður sagt, at sangevnini eru í familjuni. Pápin hevur sungið bæði í heimlandinum og Spania.
Í 2014 vann hann Dansk Melodi Grand Prix sangkappingina og umboðaði Danmark í Eurovision Song Contest 2014 í Keypmannahavn, har hann endaði á 9. plássi við 74 stigum.
Útgávur
rættaFløgur
rætta- Alt det jeg ville have sagt (2008)
- Befri dig selv (2009)