Azərbaycan Respublikası
Lýðveldið Aserbadsjan
Flagg Aserbadsjan
(Flagg Aserbadsjan)
Skjaldarmerki Aserbadsjan
(Skjaldarmerki Aserbadsjan)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Azərbaycan marşı
(Mars í Aserbadsjan)
Alment mál Aserbadsjanskt
Høvuðsstaður Baku
Forseti Ilham Aliyev
Forsætisráðharri Ali Asadov
Fullveldi 28. april 1920 (frá Sovjet)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
86 600 km²
>1 %
Íbúgvar
 - tilsamans [[]]
 - tættleiki
 
10 130 100 (2021)
99,9/km²
Gjaldoyra Aserbadsjanskur Manat (AZN)
Tíðarøki UTC +4
Økisnavn á alnetinum .az
Telefonkota +994

Aserbadsjan (Aserbadjanskt mál: Azərbaycan) er eitt lýðveldi í Asia. Aserbadjan gjørdist fyrsta frælsa lýðveldi í muslimska heiminum í 1918, men tvey ár seinni, í 1920 gjørdist landið partur av Sovjetsamveldinum til 1991. Fólkatalið er 10 130 100 fólk (í 2021). Asejbadjan er tað størsta landið í Kaukasus regiónini í Evrásia. Grannalondini eru: Russland fyri norðan, Georgia mót útnyrðingi, Armenia og Turkaland mót vestri og Iran móti suðri. Hetta heita, turra landið er við Kaspiska Hav. Í 8. øld kallaðu persar hetta landøkið Aserbadjan, "eldslogalandið", tí at brennandi gass setti upp úr jørðini. Aserbadjanar eru turkiskir muslimar, sum hertóku landið í 11. øld. Seinastu árini hevur drúgvt tjóðskaparstríð verið ímillum ymisk fólkasløg í landinum. Eisini hevur blóðugt marknastríð verið ímillum Aserbadjan og Armenia.

Hægsta fjallið í Aserbadjan, Bazarduzu.

Landafrøðiliga er Aserbadjan partur av Asia, men mentanaliga er landið, umvegis Sovjetsamveldið, vorði alt meira evropeiskt. Sum dømi um hetta kann nevnast, at Aserbadjan síðan 2008 hevur luttikið í Eurovision. Í 2011 vann Aserbadjan kappingina við sanginum Running Scared. Eldar og Nigar eita tey bæði úr Aserbadjan, sum vunnu Grand Prix kappingina 2011. Saman kalla tey seg Ell/Nikki.

Fyri tað, at olja varð funnin í londunum við Persaflógva, kom helmingurin av allari olju í heiminum úr ovurstóru oljukeldunum tætt við aserbadjanska høvuðsstaðin Baku. Nú á døgum bora aserbadjanar eftir olju av boripallum í Kaspiskahavi. Vegakervið og ravmagnsorkuverkini til oljuídnaðin hava verið við til at menna annan ídnað, t.d. klædnaídnað.

Keldur rætta


Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið