Amerikanska Kollveltingin
Hin Amerikanska Kollveltingin, ið vardi frá 1765 til 1783, rakk hæddarpunktinum, tá amerikumenn tóku sær rætt til at siga upp trúskap sín til bretska kongahúsið. Umboðsmenn fyri øll trettan hjálondini ("Second Continental Congress") samtyktu amerikansku frælsisyvirlýsingina í Philadelphia tann 4. juli 1776. Í seinnu helvt av 1700-talinum tók ein tjóðskaparrørsla seg upp í øllum Vesturheiminum.
Ónøgd niðursetufólk
rættaByrjanin til ta amerikonsku sjálvstýristilgongdina skal síggjast í ljósinum av, at bretar mettu, at tað var neyðugt at skatta koloniirnar fyri at kunna fíggja umsitingina av teimum. Bretska krúnan legði eina røð av skattum á koloniirnar, men mótstøðan var hørð og umfatandi. "The East India Company" fekk einarætt frá bretsku stjórnini at flyta te úr Kina beinleiðis til síni umboð í USA, og hetta førdi við sær, at niðursetuhandilsmenninir ikki fingu lut í hesum lønandi handli. Tann 16. desember í 1773 skipaðu nøkur niðursetufólk fyri sokallaðu Boston Tea Party sum eitt mótmæli ímóti bretsku atferðini. Hetta gjørdist byrjanin til harða stríðið millum niðursetufólkið og bretsku ta stjórnina. Bretar kravdu frið og landaskil, men amerikumenn kravdu frælsi.
Byrjan av frælsiskrígnum og Frælsisyvirlýsingin
rættaÍ september í 1774 varð stevna hildin í Philadelphia í Pennsylvania, sum nevndist "First Continental Congress". Allar koloniirnar uttan Georgia sendu umboð til stevnuna. Endamálið við stevnuni var at bøta um sambandið við ta ensku stjórnina, men hetta eydnaðist ikki, og í apríl mánaði í 1775 vóru niðursetufólk í Massachusetts í bardaga við bretar við Concord og Lexington. Frælsiskríggið brast á. Stríðið spjaddist og uppreistur var veruleiki, og krav um fullveldi varð endaliga orðað 4. juli í 1776 í tiltiknu Frælsisyvirlýsingini, ið staðfesti natúrrættindi hjá mannaættini og fullveldið hjá teimum amerikonsku statunum. Thomas Jefferson orðaði yvirlýsingina, sum í stóran mun er grundað á tey politisku ástøðini hjá enska heimspekinginum John Locke [1].
Frælsiskríggið vardi longri enn væntað. Tað byrjaði 19. apríl í 1775, tá ið niðursetumenn og bretsk herlið brustu saman við Lexington og kríggið endaði 19. oktober 1781, tá ið Chares Cornwallis við heri sínum gav seg yvir í Yorktown, Virginia. Bretar, sum eisini vóru í kríggi við fleiri evropisk lond, máttu lúta fyri frælsishugaðu niðursetufólkunum. Í 1783 viðurkendi Stóra Bretland fullveldið hjá teimum 13 koloniunum.
Samgongusáttmálin
rættaMeginlandsstevnan (enskt: Continental Congress), sum var sett saman av umboðum frá øllum statum, viðurkendi í november í 1777 "Articles of Confederation", ið komu í gildi í mars 1781 eftir at statirnir høvdu góðtikið skjalið. Samgongusáttmálin ásetti sambandið millum einstøku statirnar og nýggju meginstjórnina. Sáttmálin staðfesti, at statirnir vóru sjálvstøðugir og at meginstjórnin einans var ein miðil hjá statunum at ráða og stýra í samstarvi (sokallað konfederatión). Óttin fyri eini sterkari meginstjórn, eins og tann bretska, er endurspeglaður í samgongusáttmálanum. Alt valdið var hjá kongressini, sum var sett saman av umboðum frá statunum. Tann nýggi sáttmálin og tann nýggja stjórnin hóvdu sínar veikleikar. Eingin forseti var, einki tjóðardómsvald var, og kongressin hevði ikki rætt at áleggja skatt, men noyddist at biðja um pening frá statunum. Tingið hevði heldur ikki rætt at stýra handli. Tað var næstan ómøguligt at bøta um veikleikarnar, tí broytingar kundu einans fremjast, um allir trettan statirnir atkvøddu fyri broytingunum.
Tørvur á eini nýggjari skipan
rættaKrøv um broytingar var úrslit av eini maktarleysari meginstjórn og búskaparkreppu í 1780-árunum. Fleiri politiskir leiðarar mettu, at trupulleikarnir í 1780-árunum vóru úrslit av veikleikunum í samgongusáttmálanum, serliga vantandi evnini hjá meginstjórnini av fáa skil í lag í fleiri statum. Sambært James Madison (16. mars 1751 – 28. juni 1836) , sum av fleiri verður mettur at vera faðir at teirri amerikonsku stjórnarskipanini, og øðrum var loysnin at seta eina nýggja meginstjórn á stovn og at smíða eina nýggja stjórnarskipan. Hann metti, at neyðugt var at seta á stovn eina sterka samveldisstjórn, men hann bar ótta fyri, at ein sterk samveldisstjórn kundi misnýta valdið og fremja ágang ímóti borgarunum. Tí var neyðugt, í teirri nýggju skipanini, at tryggja, at valdið ikki varð miðsavnað. Fyri at forða fyri valdsmiðsavnan og valdsmisnýtslu, skuldi tann politiska skipanin býtast í tríggjar partar - tað lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Eitt slíkt valdsbýti var alneyðugt sambært James Madison.
Stjórnarskipanarstevnan
rættaÍ 1786 bjóðaði Virginia statunum til stevnu í Annapolis, Maryland fyri at endurskoða og betra um handilsviðtøkur. Umboð frá einans fimm statum møttu upp. James Madison og Alexander Hamilton vóru millum umboðini. Seinni høvdu hesir avgerandi ávirkan á stjórnarskipanarsmíðið. Stevnan samtykti at kalla saman til stevnu árið eftir í Philadelphia, Pennsylvania. Tólv av trettan statum møttu upp í mai mánaði í 1787. Nógv vitborið fólk var savnað. Nógvir høvdu høga útbúgving og fleiri dugdu væl latín og grikskt. Stevnan varð hildin, fyri afturlatnum hurðum, frá mai til september. Høgt virdu leiðararnir Benjamin Franklin og George Washington tóku lut í stevnuni, og var George Washington einmælt valdur til stevnuforseta, men veruliga leiðslan kom frá einum lítlum bólki av ídnum tjóðskaparmonnum - Alexander Hamilton frá New York, James Madison frá Virginia og James Wilson frá Pennsylvania.
The Great Compromise
rættaTa fyrstu vikuna legði Edmund Randolph frá Virginia uppskot fram, sum James Madison hevði tilevnað, við broytingum, sum kundu koma ístaðin fyri ta veiku samgonguna av statum og seta á stovn eina dygdargóða meginstjórn heldur enn at endurskoða samgongusáttmálan (enskt upprunaheiti: Articles of Confederation). Umboðini vóru samd um at skifta orð um uppskotið, ið nevnist Virginia-ætlanin. Endamálið við ætlanini var at skapa eina sterka meginstjórn. Lóggávutingið skuldi hava vald at kolldøma statslógir. Nýggja stjórnarskipanin skuldi geva stjórnini størri myndugleika yvir statunum og fólkinum. Stjórnarvaldið skuldi býtast í tríggjar sjálvstøðugar deildir - lóggávudeild, útinnandi deild og dómsdeild.
Teir smáu statirnir góðtóku ikki Virginia-ætlanina, tí teir bóru ótta fyri, at áhugamál teirra fóru ikki at verða røkt. Sambært Virginia-ætlanini átti umboðanin í lóggávutinginum at verða avgjørd av skattaupphæddini, sum bleiv rindað til meginstjórnina. William Paterson úr New Jersey legði fram, umboðandi smáu statirnar, eitt alternativt uppskot til tess at varðveita sterka leiklutin hjá statunum. Alternativið verður kallað New Jersey-ætlanin. Allir statir skuldu, sambært uppskotinum, hava somu umboðan í einum eittkamar tingi. Hetta uppskot fekk ikki undirtøku, men smáu statirnir høvdu tó nóg nógvan stuðul til tess at fáa í lag eina neyðloysn viðvíkjandi spurninginum um umboðan í lóggávutinginum. Ein nevnd varð vald til at loysa ósemjuna, og úrslitið gjørdist "The Great Compromise". Sambært hesum uppskoti skuldi umboðanin í umboðsmannatinginum verða grundað á fólkatalið í statunum, meðan umboðanin í senatinum var líka hjá øllum statunum, nevniliga tveir senatorar hvør. Nógvar aðrar ósemjur vóru, og fleiri aðrar neyðsemjur vóru gjørdar áðrenn stjórnarskipanaruppskotið varð latið úr hondum í september í 1787. Eftir at New Hampshire sum nýggjundi staturin góðkendi stjórnarskipanina, kom hon í gildi 4. mars í 1789.
Orðaskiftið
rættaTá ið stjórnarskipanin varð latin statunum til góðkenningar, byrjaði eitt stórt alment orðaskifti. Tey, sum vóru ímóti stjórnarskipanini, nevndir antifederalistar, mettu, at nýggja stjórnarskipanin tók ov nógv vald frá einstøku statunum og gjørdi samveldisstjórnina alt ov sterka, so at persónliga frælsið, ið tey høvdu stríðst fyri, fór at koma í vanda. Til tess at koma hesum ákærunum til lívs, lovaðu federalistarnir, teir, sum stuðlaðu stjórnarskipanini, at staðfesta hesi frælsisrættindi eftir at nýggja stjórnarskipanin var staðfest.
Úrslitið gjørdist tey fyrstu tíggju ískoytini til stjórnarskipanina, nevnd "Bill of Rights", og komu hesi í gildi 15. desember í 1791. Besta próvførslan fyri teirri amerikonsku stjórnarskipanini er savnað í "The Federalist Papers", ið var ein røð av greinum, sum vóru prentaðar í bløðum í New York frá oktober 1787. Greinarnar vórðu skrivaðar undir dulnevninum Publius. Høvundarnir vóru Alexander Hamilton, James Madison og John Jay, sum høvdu havt stóra ávirkan í stjórnarskipanarsmíðinum og vóru ídnir talsmenn fyri teirri nýggju stjórnarskipanini. "The Federalist Papers" vísir ikki bara, hvussu stjórnarskipanarsmiðirnir fataðu skipanina, tá ið teir skrivaðu hana, men eisini hvussu fólkið í USA fataði nýggju grundleggjandi lógina, tá ið tey góðkendu hana.
Ávirkan av teirri amerikonsku stjórnarskipanini
rættaTeir amerikonsku stjórnarskipanarsmiðirnir evnaðu til eina skipan, sum var eitt gjøgnumbrot í áhaldandi stríðnum fyri frælsi. Tann amerikanska stjórnarskipanin hevur havt stóra ávirkan á sera nógvar stjórnarskipanir kring heimin. Eyðsæð er, at einki land merkti avleiðingarnar av kollveltingini so beinleiðis sum Frakland gjørdi. Nógvir heryvirmenn tæntu í USA um tað mundið og fingu íblástur frá hertænastuni. Nevnast kann tann ungi Marquis de Lafayette, vinur Washingtons, sum, eftir at hava stríðst í USA, kom heim til Fraklands við einum ynski um frælsi og eini republikanskari sannføring. Hann var ein av teimum, ið stríddist fyri frælsi og javnrættindum í Fraklandi. Í 1789 varð Mannarættindayvirlýsingin samtykt í Fraklandi, og staðfesti hon politisk og borgarlig rættindi. Í september í 1791 fekk Frakland, eftir eina ógvusliga kollvelting, sína egnu stjórnarskipan, sum m.a. avmarkaði valdið hjá kongi. Thomas Jefferson rættaði eina kladdu av fronsku Mannarættindayvirlýsingini frá 1789, sum verður mett at vera eitt av teimum týdningamiklastu mannarættindaskjølum, sum eru skrivað. Hetta er bert eitt av fleiri dømum um ta amerikonsku ávirkanina á franska stjórnarskipanarsmíðið.
Tann amerikanska stjórnarskipanin gav ikki bara íblástur til onnur lond um tað mundið, tá ið skipanin varð sett á stovn. Í meira enn tvær øldir hevur tann amerikanksa stjórnarskipanin ávirkað og givið íblástur til stjórnarskipanir í óteljandi londum [2].
Hygg eisini at
rætta- USA.
Keldur
rætta- ↑ Becker, Carl Lotus. The Declaration of Independence: A Study in the History of Political Ideas Harcourt, Brace, 1922.
- ↑ http://books.google.com/books?ie=UTF-8&hl=en&id=0QghsDsSCB4C&pg=PA45&lpg=PA45&dq=jefferson&prev=http://books.google.com/books%3Fq%3Djefferson%2Bindependence%2Blatin%2Bamerica&sig=v0afdyhrNgB42XLqhBEB9IQhCDU#v=onepage&q=jefferson&f=false