Amerikanska Frælsisyvirlýsingin
Hin 4. juli 1776 góðtók Kongressin Frælsisyvirlýsingina (á enskum: United States Declaration of Independence), sum umboðsmenn fyri øll 13 hjálondini høvdu skrivað undir. Hon segði, at sameindu hjálondini vórðu og skuldu verða fræls og óheft ríki. Her kom hugsanin um menniskjarættindini í 18. øld fyrstu ferð á prent í einum ríkisrættarligum skrivi. Thomas Jefferson úr Virginia orðaði yvirlýsingina, sum í stóran mun er grundað á tey politisku ástøðini hjá bretska heimspekinginum John Locke. Frælsisyvirlýsingin varð samtykt 4. juli 1776 í Philadelphia í Pennsylvania. Amerikanska Kollveltingin var byrjað.
Tey, sum gjørdu amerikonsku stýrisskipanarlógina, gloymdu ikki, hvussu misnøgd tey høvdu verið, meðan tey stóðu undir bretska konginum. Tí vildu tey vissa sær, at hvørki einstøk bólkar ella fólk fingu ov mikið vald. Stýrisskipanin varð lagað soleiðis, at tað var samveldisstýri, har ið valdið var býtt ímillum eina samveldisstjórn og stjórnirnar í einstøku ríkjunum. Samveldisstjórnin var veik. Stýrisskipanin lutaði eisini valdi sundur ímillum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Tær kundu so royna avgerðirnar til hvør hjá aðrari. Nakrir tingmenn hildu, at miðsavnað stýri fór at taka rættindi frá borgarunum. Teir fingu lyfti um, at grundlógarískoyti í tíggju brotum skuldi verða lagt afturat stýrisskipanini. Henda lóg vissaði amerikanarum grundleggjandi rættindi sum trúarfrælsi, skrivi- og talifrælsi. Hon vissaði teimum eisini rættarviðgerð við nevningatingi og vardi teir ímóti píning.
Brot úr Amerikonsku Frælsisyvirlýsingini
rætta"Vit halda tað vera rímiligt og sjálvsagt, at øll verða javnsett, og at vit hava fingið ávís ómissandi rættindi frá skaparanum - rættin til lívið, frælsið og stremban eftir eydnuni. Tey, ið ráða, eru vald at tryggja okkum hesi rættindi. Tá ið ein stýrisskipan verður avlagað, so at hesi rættindi verða sett í vága, hevur fólkið rætt at seta hana frá og velja nýggja, sum er grundað á meginreglur, sum tryggja fólkinum lukku og vælferð. Hjálondini hava í tolni góðtikið nógv, men nú er neyðugt at broyta gamla stýrið. Bretakongur hevur ferð eftir ferð vanvirt hugsanir okkara, og vit hava verið fyri ágangi, sum bara hevur havt fyri eyga at skipa fullkomið harðræði í hjálondunum. At prógva hetta, leggja vit sannleikan fram fyri ein uttanveltaðan heim".