Te-orrustan í Boston
Te-orrustan í Boston, 16. desember 1773 í Boston í Massachusetts. Eftir Sjeyárakríggið legði bretska stjórnin skatt á niðursetufólkini í USA, men tey mótmæltu, tí at tey høvdu eingi umboð í bretska tinginum. Í 1767 varð tollur lagdur á máling, papír, blýggj, glas og te, sum hjálondini fluttu inn. Tað elvdi til so stóra ónøgd í USA, at tollurin varð avtikin aftur, men ikki av teið. Niðursetufólkini hildu uppá, at bara teirra egnu myndugleikar høvdu rætt til at skatta tey. Umboðsmenn úr níggju hjálondum møttust og eggjaðu keypmonnunum til at gevast at handla við bretskari vøru.
Í 1773 fóru niðursetumenn umborð á skip fermd við teið og tveittu farmin fyri borð. Trý lið mannað við 50 monnum ílatnir sum indiánar, gingu fram við nógvum eldhugaðum viðhaldsfólkum á veg umborð á teskipini, har teir tveittu farmin í havið. Fólk í øðrum stórbýum í USA, gjørdi sum í Boston, og hildu eisini sínar "tesamkomur". Bretar stongdu havnina í Boston og avmarkaðu hjálandamyndugleikan. Niðursetumenninir stovnaðu eitt ting og skrivaðu eina yvirlýsing um rættindi síni. Í 1775 brast kríggj á, tá ið niðursetumenn og bresk herlið brustu saman við Lexington, Massachusetts.