West Virginia
West Virginia ella Vesturvirginia (enskt: State of West Virginia) er stakríki í USA. Charleston er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Har búgva umleið 1,8 mió. fólk, sum eru millum tey fátækastu í USA. Av hesum búgva eini 225 túsund í Charleston. Í 1863 bleiv West Virginia lutstatur í USA.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt (de facto) |
Høvuðsstaður: | Charleston |
Størsti býur: | Charleston |
Innlimað: | 28. apríl 1788 |
Guvernørur: | Jim Justice (R) |
Vídd: | 62 755 km² |
Íbúgvar (2014): | 1 850 326 |
fyri km²: | 29/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.wv.gov |
Landafrøði
rættaÍ norðri hevur Vestur Virginia mark við Pennsylvania, í eystri við Maryland og Virginia, í suðri við Virginia, og í vestri við Kentucky og Ohio. West Virginia liggur í Appalachiufjøllunum. Eyknevni er Fjallstaturin (enskt: Mountain State). Appalachiufjøll fara ígjøgnum West Virginia, Virginia og North Carolina.
Í mong ár var nógv kol høgt her og nýtt til brenni í stálvirkjunum. Nú eru mong nám og stálvirki latin aftur, og mong arbeiðspláss farin fyri skeytið. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna ferðamannavinnuna har, er økið við Appalachufjøll eitt hitt fátækasta í USA. Í West Virginia er tó nógv og fjølbroytt náttúrutilfeingi, millum annað kol og skógur. West Virginia eru eitt skurvut fjallaland við høgum tindum, brøttum bergum og grønum líðum. Tann hægsti tindurin, Spruce Knob, er næstan 1500 metrar høgur. West Virginia liggur miðskeiðis í Appalachia, og vanliga liggur kavi har longu frá miðskeiðis í november til fyrst í mai.
Søga
rættaÍ 1770-árunum stríddust statirnir Pennsylvania og Virginia um ræðið yvir landaøkjum, sum í dag eru West Virginia og Vestur-Pennsylvania. Um hetta mundið leikaði amerikanska frælsisstríðið í, og kanska var tað eisini ein orsøk til, at fólk í umráðnum stúrdu fyri einum borgarakríggi millum statirnar og tískil valdu at stovna sín egna stat undir navninum Province and Government of Westsylvania. Ein umsókn varð send til kongressina um at gerast 14. statur í USA, men kongressin sýtti fyri hesum.
Í 1780 var marknatrætan millum Virginia og Pennsylvania so loyst. Men tað førdi til nýggjar ætlanir um at gera Westsylvania til veruleika, tí nógv, sum høvdu búð í Virginia, vóru misnøgd við, at tey nú vóru blivin borgarar í Pennsylvania. Hesir røddirnar vórðu køvdar, tá staturin Pennsylvania valdi at bólka alt tos um ein nýggjan stat sum landasvik, sum kundi hava deyðarevsing við sær. Og tá Pennsylvania so hótti við at selja jørðina hjá teimum, sum tosaðu um ein nýggjan stat, tagnaðu røddirnar heilt.
Mentan
rættaBluegrass-tónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum fátæka fólkið í West Virginia. Hetta tónleikaslagið er partur av einari gamlari siðvenju í eystara parti av Norðuramerika nevnt Appalachia.[1] Tað er ávirkað av enskum sangi, írskum og skotskum violinspæli, hymnum og blues frá afrikansku amerikanarunum, sum vóru kendir sum framúr banjospælarar.[2] Økið í Appalachunum gjørdist eitt kolanámsøki í 20. øld[3], og har var ógvusligt fátækradømi, hungur og hall, men eisini stríðsvilji. Økið var á sinni kent fyri tey mongu verkfallini og námsabeiðarafeløg, sum stríddust fyri rættindi hjá teimum mongu kolanámsfamiljunum í Appalachunum. Eitt ótal av tónleikarum hevur sínar røtur og sín íblástur frá júst hesum tónleikaslagnum úr Appalachunum: Stanley Brothers góvu sangin “Man of Constant Sorrow” út í 1951, í 1960 spældi Joan Baez ein annan variant av sanginum inn, sum æt “Girl of Constant Sorrow”, Bob Dylan hevði sangin á sínari fyrstu plátu í 1962 og Rolling Stones hava partar av tekstinum við í “Let it Loose”, sum er á plátuni Excile On Main Street, sum kom út í 1972.
West Virginia er millum annað nevnd í sanginum "Take Me Home, Country Roads" hjá John Denver (1972).
Dýralívið
rættaWest Virginia er gitið fyri sínar høgu, brøttu fjøllini og fjølbroytta dýralívið, ið fær mong ferðafólk at koma hagar. Har eru til dømis úlvur, bjørn, revur, hjørtur og kongaørn. Í skóginum eru eisini til dømis hara og elgur. Har byggja rovfuglar, til dømis heykur, falkur og ugla, og smáfuglar í stórum tali. Bjørnin er skógardýr og dámar væl í brattlendi. Bjørnin er størsta rovdýrið í West Virginia.[4] Í 2009 vóru 8000 bjarnir í West Virginia.[5] Bjørnin etur alt møguligt, men tó mest røtur, ber og aðrar plantur. Tað hendir tó, at hon bæði tekur elg og reinsdýr. Bjørnin rennur sera skjótt, tá hon veiðir, og hon megnar at fylgja fonginum fleiri kilometrar. Um veturin liggur bjørnin í híð. Híðið kann t.d. vera eitt helli ella ein hola. Bjørnin er yvir 2 metrar long og vigar um leið 300 kg. Hon kann blíva 12-20 ára gomul. Bjørnin er ikki friðað í West Virginia.[6]
Hjørturin er vanligur í stórum pørtum av West Virginia. Hann livir í flokkum. Hjørturin klárar seg best á opnum bøi, men livir eisini í skógi og niðan móti fjøllunum. Honum dámar ikki so væl at koma nær menniskjum. Um dagin bindur hann frið, men um náttina fer hann at finna sær okkurt etandi. Hjørturin etur plantur. Um summarið etur hann lyng, gras, leyv og røtur, og um veturin etur hann m.a. lyng og skón. Hjørtur er 120-150 cm høgur og kann viga upp til 800 kg. Hann kann gerast 25 ára gamal. Hjørtur verður veiddur um alt West Virginia í tíðarskeiðnum september-desember.[7]
Politikkur
rættaDonald Trump (R) vann forsetavalið 2016 og fekk 68,7% prosent av atkvøðunum í West Virginia. Hetta er hægsta talið í USA. Hillary Clinton (D) fekk 26,5 prosent.[8]
Størstu býir
rættaTeir 10 størstu býirnir í Kentucky eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:
- Charleston - 46 536
- Huntington - 45 110
- Morgantown - 30 549
- Parkersburg - 29 306
- Wheeling - 26 430
- Fairmont - 18 388
- Weirton - 18 266
- Martinsburg - 17 454
- Beckley - 15 940
- Clarksburg - 15 225
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- ↑ Robert Cantwell, Bluegrass Breakdown: The Making of the Old Southern Sound (University of Illinois Press, 2002), s. 65-66.
- ↑ Olive Dame Campbell & Cecil J. Sharp, English Folk Songs from the Southern Appalachians, Comprising 122 Songs and Ballads, and 323 Tunes, G. P. Putnam's Sons, 1917, s. xviii.
- ↑ http://themoonlitroad.com/coal-mining-appalachia/
- ↑ http://www.wvstateparks.com/natfaqs.htm
- ↑ http://www.wvstateparks.com/natfaqs.htm
- ↑ http://www.wvdnr.gov/Regulations/hunting_hrBeargr.shtm
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-03-22. https://web.archive.org/web/20150322073433/http://wvdnr.gov/Hunting/Regs1415/Season_dates.pdf. Heintað 2015-03-21.
- ↑ http://www.politico.com/2016-election/results/map/president/west-virginia/