Bjarnir

(Ávíst frá Bjørn)

Bjørn (frøðiheiti/latín: Ursidae) er stórt loðið rándýr av bjarnarætt. Bjarnir eru súgdjór, eta kjøt og eru ógvuliga sterkar.

Um heystið í Alaska tekur skógarbjørnin laks, sum kemur niðan í áirnar at gýta.

Hóast bjarnir vanliga verða myndaðar sum fitt djór, eru tær sera vandamiklar. Sjey bjarnasløg eru, og størst er hvítabjørnin. Hon er nærum 3 metrar høg og vigar meira enn hálvt tons. Maleibjørnin er minst. Hon er í Landsynningsasia og er 1,20 m. úr høvdi í hala. Aðrar bjarnir eru til dømis svartabjørn og skógarbjørn.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið