الصحراء الغربية
As-Ṣaḥrā' al-Ġarbiyyah
Sahara Occidental
Vestursahara
Flagg Vestursahara
(Flagg Vestursahara)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Onki
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður El Aaiún
Forseti Brahim Ghali
Løgmaður Abdelkader Taleb Oumar
Fullveldi Einkia
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
266 000 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
538,811
1/km²
Gjaldoyra Marokkanskur Dirham
Tíðarøki UTC (UTC+0)
Økisnavn á alnetinum .eh
Telefonkota +212
a Vestursahara er hersett av Marokko

Vestursahara er oyðimarkarland sunnan fyri Marokko í Útnyrðingsafrika. Har búgva uml. 540 000 fólk. Størsi býurin og høvuðsstaður er El Aaiún. Vestursahara er hersett av Marokko; Vestursahara bleiv í 1975 hersett av Marokko, eftir at Spania tók seg úr landinum. Vestursahara er landið har flytifólkið saharawiar hava búð síðani langt áðrenn nakar fór at gera landamørk í Afrika. Í dag býr ein stórur partur av saharawiunum í flóttafólkalegum eystanfyri Vestursahara, í Algeria. Eitt harðrent marrokanskt stýrið hevur fingið fólk at flýggja inn í oyðimørkinina í Algeria. Altjóða samfelagið góðtekur ikki at Marokko hevur lagt landið undir seg, og ST-samtyktir vísa á at tað eru saharawiar sum eru røttu eigarar av landinum.

Áður var tað undir sponskum yvirræði. Síðan 1976 hevur Marokko kríggjast her fyri at fáa yvirvaldsrætt yvir økinum og dýru steinsløgunum í landinum. Marokko hertók Vestursahara í 1979. Ímóti marokkanum er Polisario, geriljaeild av oyðimarkarfólkum, ið vilja vinna Vestursahara fult frælsi.

Landalæra

rætta
 
Kort yvir Vestsahara

Av kendum býum kunnu nevnast

Sí eisini

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið