Stjórnin hjá Edmundi Joensen I

Fyrra stjórnin hjá Edmundi Joensen var Føroya Landsstýri frá 10. september 1994 til 11. juni 1996, undir leiðslu av Edmundi Joensen úr Sambandsflokkinum. Hinir flokkarnir, ið myndaðu samgonguna, vóru Javnaðarflokkurin, Verkamannafylkingin og Sjálvstýrisflokkurin. Henda samgongan sat í einari truplari tíð í Føroyum, har búskapurin í Føroyum var hóttur, og har arbeiðast mátti víðari við bjargingarætlanini, ið Stjórnin hjá Maritu Petersen byrjaði. Sambandsflokkurin fekk eitt sera gott val til Løgtingsvalið 1994, og gav hetta flokkinum eina góða støðu til at stjórna landinum saman við øðrum flokkum.

Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Løgmaður Edmund Joensen SB 10. september 1994 11. juni 1996
Varaløgmaður Jóannes Eidesgaard JF 10. september 1994 11. juni 1996
Aðalráð Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Fiskimálaráðið Ivan Johannesen SB 10. september 1994 11. juni 1996
Umhvørvis-, orku-, skúla- og kommunulmálaráðið Eilif Samuelsen SB 10. september 1994 11. juni 1996
Fíggjarmálaráðið Jóannes Eidesgaard JF 10. september 1994 11. juni 1996
Almanna- og heilsumálaráðið Andrias Petersen JF 11. juni 1996 15. mai 1998
Ídnaðar-, handils- vinnu, arbeiðara-, landbúnaðar-, tryggingar-, dóms- og politimálaráðið Axel H. Nolsøe VMF desember 1995 11. juni 1996
Óli Jacobsen VMF 10. september 1994 desember 1995
Samskiftis-, menta-, ferðavinnu- og sjóvinnumálaráðið Sámal Petur í Grund SF 10. september 1994 11. juni 1996

Keldur

rætta