Stjórnin hjá Maritu Petersen
Stjórnin hjá Maritu Petersen var Føroya landsstýri frá 24. apríl 1993 til 10. september 1994.[1] Løgmaður var Marita Petersen frá Javnaðarflokkinum, við landsstýrismonnum frá Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Marita Petersen hevði stjórnað sættu stjórnina hjá Atla Dam síðan 18. januar 1993, men hon skifti samgongusamstarvsflokkin, Fólkaflokkurin, út við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hóast tað stutta stjórnarskeiðið, so fekk stjórnin rættiliga nógv av skafti, sum var rættað móti tí álvarsomu kreppuni, sum Føroyar var í. Millum annað fekk hon samrátt seg fram til eina bankaavtalu við Danmark. Sambandskreftir vunnu tó løgtingsvalið 1994, og stjórnin mátti gevast og lata fyrru stjórnina hjá Edmundi Joensens taka yvir.
Landsstýrisfólk | Flokkur | Frá | Til | |
---|---|---|---|---|
Løgmaður | Marita Petersen | JF | 24. apríl 1993 | 10. september 1994 |
Varaløgmaður | Finnbogi Ísakson | TF | 24. apríl 1993 | 10. september 1994 |
Aðalráð | Landsstýrismaður | Flokkur | Frá | Til |
Fíggjar- og kommunumálaráðið | Finnbogi Ísakson | TF | 24. apríl 1993 | 10. september 1994 |
Fiskivinnu- og landbúnaðarmálaráðið | Thomas Arabo | JF | 24. apríl 1993 | 10. september 1994 |
Almanna-, heilsu- og arbeiðsmálaráðið | Jóannes Eidesgaard | JF | 24. apríl 1993 | 10. september 1994 |
Umhvørvis-, orku- og samferðslumálaráðið | Signar Hansen | TF | 24. apríl 1993 | 10. september 1994 |
Menta- og skúlamálaráðið | Bergur Jacobsen | SF | 24. apríl 1993 | 10. september 1994 |
Keldur
rætta- ↑ Tinganes.fo Føroya løgmenn og landsstýri síðan 1948