Stjórnin hjá Atla Dam VI
(Ávíst frá Sætta stjórnin hjá Atla Dam)
Sætta sjtórnin hjá Atla Dam var Føroya Landsstýri frá 15. januar 1991 til 24. apríl 1993. Landsstýrið varð umskipað hin 18. januar 1993, men varð ikki tikið yvir av stjórnini hjá Maritu Petersen fyrr enn 24. apríl. Umskipanin gekk út uppá at Atli Dam fór úr landsstýrinum, meðan uppgávurnar hjá Maritu Petersen vøru fluttar til Thomas Arabo og Jóannes Eidesgaard. Sætta stjórnin hjá Atla Dam var ein samgonga millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.
Landsstýrisfólk | Flokkur | Frá | Til | |
---|---|---|---|---|
Løgmaður | Marita Petersen | JF | 18. februar 1993 | 24. apríl 1993 |
Atli Dam | JF | 15. januar 1991 | 18. februar 1993 | |
Varaløgmaður | Jógvan Sundstein | FF | 15. januar 1991 | 24. apríl 1993 |
Aðalráð | Landsstýrismaður | Flokkur | Frá | Til |
Fíggjar-og kommunumálaráðið | Jógvan Sundstein | FF | 15. januar 1991 | 24. apríl 1993 |
Fíggjar- og kommunumálaráðið | Thomas Arabo | JF | 15. januar 1991 | 18. februar 1993 |
Ídnaðar- og | Skúlamálaráðið | Thomas Arabo | JF | 18. februar 1993 | 24. apríl 1993 |
Almanna-, heilsu- og arbeiðs- og Mentamálaráðið | Jóannes Eidesgaard | JF | 18. februar 1993 | 24. apríl 1993 |
Almanna-, heilsu- og arbeiðsmálaráðið | Jóannes Eidesgaard | JF | 15. januar 1991 | 18. februar 1993 |
Menta-, skúla- og løgmálaráðið | Marita Petersen | JF | 15. januar 1991 | 18. februar 1993 |
Samferðslu-, orku- og umhvørvismálaráðið | Svend Aage Ellefsen | FF | 15. januar 1991 | 24. apríl 1993 |
Fiskivinnu- og landbúnaðarmálaráðið | John Petersen | FF | 15. januar 1991 | 24. apríl 1993 |
Keldur
rætta