Svend Aage Højgaard Ellefsen (f. 13. september 1941 í Miðvági) er fyrrverandi reiðari og politikari fyri Fólkaflokkin.

Svend Aage Ellefsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 13. sep 1941 í/á Miðvágur
Starv politikari, reiðari, vinnulívsfólk
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti

Svend Aage Ellefsen hevur studentsprógv frá 1964 og var hann reiðari í nógv ár.

Svend Aage Ellefsen var bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu 1970-74 og 1976-80. Hann var tinglimur 1980-1994, undantikin skeið sum landsstýrismaður, og landsstýrismaður í samferðslu, orku- og umhvørvismálum 1991-1993.

Hann er yngri bróðir Paula Ellefsen, sum var Føroya løgmaður 1981-1985.

Hann hevur fingist við ferðavinnuvirksemi seinastu árini. Hann eigur Hotel Streym í Havn og hevur rikið tað síðan tað varð umvælt í 2006.[1]

Keldur

rætta
  1. In.fo[deyð leinkja]