Føroya Landsstýri

(Ávíst frá Føroya landsstýri)

Føroya Landsstýri - ella í dagligari talu bara Landsstýrið, kallast føroyska stjórnin. Landsstýrið er hægsti umsitingarligi myndugleiki í Føroyum. Sambært lóg um stýrisskipan Føroya, sum kom í gildi á ólavsøku 1995, er lóggávuvaldið í yvirtiknum málum hjá løgtingi og løgmanni í felag. Landsstýrismenn og -kvinnur hava ymisk málsøki undir sær og eru ovasti myndugleiki í aðalráðunum. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt og talið á aðalráðum kann eisini broytast. Onkuntíð verða ráð løgd saman og onkuntíð verður eitt aðalráð býtt sundur í tvey, sum tað t.d. hendi í 2008, tá Almanna- og Heilsumálaráðið fóru sundur í Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Ovasti landsstýrismaðurin, sum er leiðari fyri landsstýrið, kallast Løgmaður, hann hevur skrivstovu á Løgmansskrivstovuni úti á Tinganesi.

Aðalráð 2008-2011

rætta

Í 2008 til 2011 vóru níggju aðalráð, tey vóru hesi:

Løgmans- og landsstýrissessir 2008-2011

rætta
  • Løgmaður
  • Landsstýrismaður í fíggjarmálum (fíggjarmálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í vinnumálum (vinnumálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í mentamálum (mentamálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í innlendismálum (innlendismálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í heilsumálum (heilsumálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í almannamálum (almannamálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í fiskivinnumálum (fiskimálaráðharri)
  • Landsstýrismaður í uttanríkismálum (uttanríkisráðharri)

Tá kvinnur eru landstýrisfólk verða tær oftast umrøddar í kvennkyn sum Landstýriskvinna í t.d. almannamálum.

Stjórnir í Føroyum síðan 1948

rætta
Tíðarskeið Samgonga Flokkar
1948–1950 Stjórnin hjá Andrassi Samuelsen SB, JF, SF
1950–1954 Stjórnin hjá Kristiani Djurhuus I FF, SB
1954–1959 Stjórnin hjá Kristiani Djurhuus II FF, SB, SF
1959–1963 Stjórnin hjá Peter Mohr Dam I SB, JF, SF
1963–1967 Stjórnin hjá Hákuni Djurhuus FF, SF, TF, FB
1967–1968 Stjórnin hjá Peter Mohr Dam II SB, JF, SF
1968–1970 Stjórnin hjá Kristiani Djurhuus III SB, JF, SF
1970–1975 Stjórnin hjá Atla Dam I SB, JF, SF
1975–1979 Stjórnin hjá Atla Dam II FF, JF, TF
1979–1981 Stjórnin hjá Atla Dam III FF, JF, TF
1981–1985 Stjórnin hjá Paula Ellefsen FF, SB, SF
1985–1988 Stjórnin hjá Atla Dam IV JF, SF, TF, KrF
1988–1989 Stjórnin hjá Atla Dam V JF, SF, TF, FrF
1989 Stjórnin hjá Jógvani Sundstein I FF, SF, TF, KrF
1989–1991 Stjórnin hjá Jógvani Sundstein II FF, SB, TF
1991–1993 Stjórnin hjá Atla Dam VI FF, JF
1993–1994 Stjórnin hjá Maritu Petersen JF, TF, SF
1994–1996 Stjórnin hjá Edmundi Joensen I SB, JF, SF, VMF
1996–1998 Stjórnin hjá Edmundi Joensen II FF, SB, SF, VMF
1998–2002 Stjórnin hjá Anfinni Kallsberg I FF, SF, TF
2002–2004 Stjórnin hjá Anfinni Kallsberg II FF, SF, TF, MF
2004–2008 Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard I FF, SB, JF
2008 Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard II JF, T, MF
2008–2011 Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen I FF, SB, JF
2011– Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen II FF, SB, SF, MF

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta