Innlendismálaráðið

Innlendismálaráðið var eitt av aðalráðunum í Føroyum, tað var fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum til 2013, tá tað varð niðurlagt. Ráðið var skipað í fýra fakøkir: lógarmál, kommunumál, náttúrumál og samferðslumál.

Missiónin hjá Innlendismálaráðnum var at veita landsstýrismanninum ráð, tryggja haldgott grundarlag og at gera hugskot til veruleika.

Innlendismálaráðið umsat tey málsøki, ið løgmaður sambært málsbýtisfráboðanini hevði lagt til ráðið at umsita. Hesi eru løgmál, dómsmál, kommunumál, tó ikki fíggjarliga eftirlitið við kommunum, val, sivilrættarmál, persónsupplýsingarmál, navnamál, útlendingamál, umhvørvis- og náttúruverndarmál, matrikuleringamál, tinglýsingarmál, økismenningarmál, útoyggjamál og samferðslumál; tó ikki mál viðvíkjandi Strandferðsluni.

Kunngerðing av rættarreglum í Kunngerðaportalinum

Innlendismálaráðið røkti portalin "Kunngerðaportalurin" og hevði ábyrgdina av innihaldinum í honum.

Keldur

rætta


Slóðir úteftir

rætta