Kommunumálaráðharrar í Føroyum

Kommunumálaráðharrin (ella landsstýrismaðurin í kommunumálum) var ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri frá 1959 til 1998, men landsstýrismaðurin hevði ikki sítt egna aðalráð. Anfinn Kallsberg, sum var løgmaður tá, hevði ábyrgdina fyri kommunumálum frá 1998 til 2002. Frá 2004 til oktober 2013 hoyrdu kommunumál undir innlendismálaráðharranum. Eftir at Innlendismálaráðið varð niðurlagt í oktober 2013, hava kommunumál hoyrt undir Almannamálaráðið.

Tíðarskeið Navn Flokkur Aðalráð
19591967 Niels Winther Poulsen Sjálvstýrisflokkurin Kommunu-, menta- og skúlamálaráðið[1]
19671972 Sámal Petersen Sjálvstýrisflokkurin Kommunu-, menta- og skúlamálaráðið
19721975 Asbjørn Joensen Sjálvstýrisflokkurin Kommunu-, menta- og skúlamálaráðið
19751979 Petur Reinert Tjóðveldisflokkurin Fiski- og kommumálaráðið
19791981 Heðin M. Klein Tjóðveldisflokkurin Fiski- og kommumálaráðið
19811985 Tórbjørn Poulsen Sjálvstýrisflokkurin Fíggjar-, kommunu- og mentamálaráðið
19851988 Niels Pauli Danielsen Kristiligi Fólkaflokkurin Almanna- og kommumálaráðið
19881989 Karolina Petersen Framsóknarflokkurin Almanna- og kommumálaráðið
1989 Anfinn Kallsberg Fólkaflokkurin Fiski- og kommumálaráðið
19891991 Ivan Johannesen Sambandsflokkurin Fíggjar-, alivinnu- og kommumálaráðið
19911993 Jógvan Sundstein Fólkaflokkurin Fíggjar- og kommumálaráðið
19931994 Signar á Brúnni Tjóðveldisflokkurin Umhvørvis-, orku- og kommumálaráðið
19941998 Eilif Samuelsen Sambandsflokkurin Umhvørvis-, orku-, skúla- og kommumálaráðið

Keldur

rætta
  1. Frá 1959 til 1963 var hetta ráðið nevnt Kommunu-, skúla- og landbúnaðarmálaráðið