Sierra Leona

(Ávíst frá Sierra Leone)
Republic of Sierra Leone
Tjóðveldið Sierra Leona
Flagg Sierra Leona
(Flagg Sierra Leona)
Skjaldarmerki Sierra Leona
(Skjaldarmerki Sierra Leona)
Tjóðarslagorð: "Unity, Freedom, Justice"
(føroyskt: Einleiki, Frælsi, Rættvísi)
Tjóðsangur: "High We Exalt Thee, Realm of the Free"
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Freetown
Forseti Julius Maada Bio
Varaforseti Mohamed Juldeh Jalloh
Fullveldi 19. apríl 1971
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
71,740 km²
1.1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
5 612 685
74/km²
Gjaldoyra Leone (SLL)
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .sl
Telefonkota +232

Tjóðveldið Sierra Leonaenskum: "Republic of Sierra Leone") er eitt lítið land í Vesturafrika. Sierra Leona hevur mark við Liberia og Guinea. OECD (stytting fyri "Organisation for Economic Co-operation and Development" hevur flokkað landið í bólkin heimsins fátækastu lond [1].

Meiri enn 51 % hava trupulleikar við at fáa reint vatn at drekka [2]. Tað eru verri enn so øll, sum hava vatn innlagt í húsini. Og tó at so er, so er tað so skitið, at tað ikki er drekkandi. So vatn at drekka og til matgerð má heintast við spann úti i býnum. Og sum so mangt annað, er hetta eisini ein av uppgávunum hjá kvinnunum og børnunum. Mong fólk búgva í fátækrabýlingum, har sum hvørki er reint vatn ella toilett.

Í 1787 tóku bretar hetta landøkið og stovnaðu eitt ríki, ið varð ætlað leyslatnum afrikonskum trælum. Soleiðis fekk høvuðsstaðurin, Freetown, navn sítt. Enn eru nakrir eftirkomarar eftir hesar trælir, teir verða nevndir kreólar.

Búskapur

rætta
 
Fylgisveina mynd av Sierra Leona.

Sierre Leona er eitt av teimum fátækastu londunum í Afrika. Nógvu steinsløgini í jørðini í Sierra Leona hava gjørt námsvinnu til týðandi vinnu, og teir útvinna eina mest av diamantum. Mekanisk amboð verða nýtt til útvinningina, men gimsteinarnir verða eisini høgdir úr klettunum við hond og skolaðir fram í áunum. Onnur steinsløg til útflutnings eru jarnmálmur, bauxit (sum aluminium verður gjørt úr) og rutile (sum titanium verður gjørt úr).

Landbúnaður

rætta

Sierra Leona er av fátækastu londum í heiminum, og tríggir fjórðingar av fólkinum liva av landbúnaði. Týdningarmesta útflutningsgrøðin eru kaffi, nøtir, kakao og pálmakjarnar (fræ, ið olja verður vunnin burturúr). Høvuðsgrøði er rís, sum verður dyrkað í áardølunum. Fjallarís verður dyrkað í dalslíðunum, og mýrirís í dølunum, sum standa undir í vatni í regntíðini. Roynt hevur verið at vaksið og ment rísgróðurin, t.d. við at fella skógin í mangrovumýrunum og leggja lendið inn til rísmarkir.

Diamantar

rætta

Fyri eitt land sum Sierra Leone hevur stóra diamantríkidømið verið ein vanlukka, men t.d. Botsvana, sum eisini hevur stórt diamantríkidømi, hevur havt størsta búskaparvøkstur í heiminum seinastu 40 árini. Ólógligur handil av diamantum er ein av størstu inntøkukeldunum hjá uppreistrarherinum (Revolutionary United Front, RUF) í Sierra Leona, og heldur ólógligi handilin av diamantum sostatt lív í uppreistrarstríðnum í landinum [3]. Stórur partur av ólógliga handlinum hjá RUF gongur ígjøgnum grannalandið Liberia. Trygdarráð Sameindu Tjóða ásannar týdningin, ið altjóða lógligur handil við diamantum hevur fyri menningina av fleiri londum, og hevur í hesum sambandi heitt á stjórnina í Sierra Leona um at útvega eitt upprunaloyvisbræv, soleiðis at lógligur handil við diamantum ikki verður raktur av altjóða handilstiltøkum.

Í 2005 heiti Amnesty International serliga á altjóða gimsteinaframleiðarar og sølufyritøkur í eini roynd at syrgja fyri, at gimsteinar úr krígsherjaða Sierra Leona ikki komu á altjóða marknaðin. Amnestylimir mótmæltu uttanfyri gimsteinahandlar í Amerika, og aðrir limir luttøku í kjaki við Hoge Raad voor Diamant í Belgia og DeBeers-bólkin, sum er heimsins størsta gimsteinafyritøka.

Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Sierra Leona til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, hvar teir hava sín uppruna.

Fólkið

rætta

Í Sierra Leona búgva góðar 5,3 milliónir fólk. Fjølmentastu fólkasløgini eru mendafólkið fyri sunnan og temnafólkið fyri norðan. Seinastu árini hevur stríð ímillum ættarbólkar elvt til borgarakríggj.

Politikkur

rætta

ES hevur útgivið sín svartalista yvir vandamikil flogfeløg. Millum nøvnini á teimum flogfeløgum sum hava vánaliga trygd, og fáa sostatt ikki loyvi at flúgva til ES, eru t.d. øll flogfeløgini í Sierra Leona, Guinea og Liberia [4]. Restin av listanum stendur av nýggju feløgum, har er eitt felag úr Norðurkorea, eitt í Afganistan, tvey frá Kasakstan, tvey frá Kirgisia, eitt úr Teilandi og eitt úr Ruanda. Í alt 90 feløg.

Barnarættindi

rætta
 
Á skúla í Sierra Leona.

Sierra Leona er tað landið í heiminum har flest smábørn líða krubbudeyðan. Tað doyggja 2 000 av hvørjum 100 000 børnum ið verða fødd. Mangar fráboðanir eru eisini, serliga úr londum í Vesturafrika, har børn verða tikin sum barnasoldátar. Í 2010 er m.a komin ein drúgv frágreiðing um barnasoldátar í Sierra Leona. Í vápnaðum bardøgum verða børnini ofta álopin og dripin, tí at tey umboða framtíðina. Í Sierra Leona eru eisini 300 000 foreldraleys børn. Børn, sum liva á gøtuni, liva av at bidda, stjala og lata seg kynsliga misnýta. Tey enda ofta í fongsli, og fleiri frásagnir eru um, at fólka gjalda fyri at fáa tey ruddaði av gøtuni sum annað órudd. Og tá ið skøkjulevnaður eisini er ein trupulleiki í Sierra Leona, so ger hetta heldur ikki støðuna betri. Hetta eru ofta mammur, sum hava mist mannin, og sum tí ikki klára at forsyrgja sær og børnunum, og tí ikki síggja annan møguleika, enn at fara út í søkjulevnað. Ein av stóru og syrgiligu trupulleikunum í Sierra Leona, sum so nógva aðrastaðni í Afrika, er eyðkvæmi. Tað eru nógv fólk, sum eru HIV smittaði ella hava AIDS. Og er hetta ein av orsøkunum til, at tað eru so nógv foreldraleys og heimleys børn.

Come er ein føroyskur felagsskapur, sum arbeiðir í Sierra Leona, og hevur til endamáls at hjálpa teimum í hava ov tungar byrðar at bera [5]. Høvuðsarbeiði hjá Come er eitt barnaheim, har fimm foreldraleys børn búgva og í løtuni verður arbeitt við at taka 2 børn afturat. Ætlanin er at hava 10 børn áðrenn 2012. Annars ger Come eisini annað hjálpararbeiði í Sierra Leona. Felagsskapurin eigur m.a. eisini jørð sum verður nýtt til at dyrka leyk, korn og kasavarøtur, umframt at tey hava hønur og dunnur. Alt til matna til tey, sum búgva á heiminum.

Uttanríkisráðið hevur gjørt av at samstarva við føroyska felagsskapin COME, sum stendur fyri Christian on Mission Extension, og hevur latið felagsskapinum 138.500 kr til arbeiðið teirra í Kwama í Sierra Leona [6]. Játtanin frá Uttanríkisráðnum skal brúkast til at gyrða inni jarðarøkið og til at byggja ein vatnbrunn. Ætlanin er, at arbeiðið skal taka 4 vikur. Tað verða 17 fólk, sum skulu gera arbeiðið, 7 føroyingar og 10 fólk úr bygdini Kwama, ið er stutt uttanfyri Freetown í Sierra Leona. Endamálið er at stuðla foreldraleysum børnum at tey fáa eitt heim og kunnu ganga í skúla. Tey fáa sostatt møguleika at byggja upp eina tilveru, har tey kunnu læra og klára seg sjálvi. Harumframt er talan um lønandi arbeiði hjá teimum, sum starvast á heiminum. Føroyingarnir fáa royndir at arbeiða við altjóða menningarsamstarvi og koma at kenna tær treytir, sum eru galdandi við tílíkum arbeiði.

Kelduávísingar

rætta
  1. http://www.oecd.org/dataoecd/38/45/44653693.pdf
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-12. https://web.archive.org/web/20070612210222/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/sl.html. Heintað 2011-12-28. 
  3. http://www.un.org/peace/africa/Diamond.html
  4. http://www.nrk.no/nyheter/verden/1.460049
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-05-26. https://web.archive.org/web/20130526193646/http://come.fo/. Heintað 2011-12-28. 
  6. http://www.mfa.fo/Default.aspx?ID=6380[deyð leinkja]
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið