المملكة المغربية
Al-Mamlakah al-Maġribiyyah
Kongsríki Marokko
Flagg Marokko
(Flagg Marokko)
Skjaldarmerki Marokko
(Skjaldarmerki Marokko)
Tjóðarslagorð: Allāh, al Waţan, al Malik
(arabiskt: Gud, Land, Kongur)
Tjóðsangur: Hymne Chérifien
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Rabat
Kongur
Forsætisráðharri
Mohammed VI
(ⵎⵓⵃⵎⵎⴷ ⵡⵉⵙⵙ ⵚⴹⵉⵚ, محمد السادس)
Løgmaður Aziz Akhannouch
(ⵄⴰⵣⵉⵣ ⴰⵅⵏⵓⵛ, عزيز أخنوش)
Fullveldi 2. mars 1956 (frá Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
446.550 km²
Lítið og einki
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
32.950.000
72/km²
Gjaldoyra Marokkanskar dirham (MAD)
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .ma
Telefonkota +212

Marokko (arabiskt: المغرب; berbaramál (tamazight): ⵜⴰⴳⵍⴷⵉⵜ ⵏ ⵍⵎⵖⵔⵉⴱ) er í Útnyrðingsafrika. Landið hevur landamørk til Vestursahara og Algeria. Strandarlinjan er til Atlantshavið fyri vestan og Miðjarðarhavið fyri norðan.

Berberfólkið var upprunafólkið í Útnyrðingsafrika. Berberfólkið tók við muslimskari trúgv, tá ið arábar løgdu Norðurafrika undir seg í 7. øld. Summi berberfólk vóru flakkfólk, summi vóru bøndur. Í Marokko byrjaði ein bólkur av ógvuliga gudsrøknum berberum heilagt kríggj at umvenda grannatjóðir sínar til gudrøknar muslimar. Teir bygdu sær høvuðsstað í Marrakech, sum gjørdist av størstu býum í Norðurafrika. Langar og breiðar gøtur við sølubúðum, ella basarum, sum teir nevndu tað, vórðu til í Marrakech, tí at handilsmenn komu hagar við vøru úr øllum almoravitaríkinum. Gøturnar í býnum uddu í handilsmonnum og trælum teirra, gøtuseljarum, tænarum, biddarum og handverkarum. Herovastin hjá berberum Abu Bakr stóð á odda fyri einum heri av viðhaldsmonnum, kallaðir almoravitar, ið fór suðureftir og gjørdi innrás í Gana. Í 1076 tóku teir høvuðsstaðin Kumbi.

Systinabarn Bakrs Yusuf ibn Tasjfin vaks um Almoravitaveldið og legði alt Norðurafrika undir seg og helt síðan leiðina fram til Spania, har hann vann sigur á kristnum herdeildum, sum hóttu sponsku muslimarnar. Í 1100 var alt tað muslimska Spania lagt afturat Almoravitaríkinum. Almoravitaríkið í Norðurafrika og Suðurspania stóð ikki leingi. Í 1120-árunum kyknaði ein onnur átrúnaðarlig berberrørsla, almohatar, í Marokko. Teir løgdu almoravitarnar í Spania undir at liva í marglæti. Oddamaður teirra Ibn Tumart savnaði teir í sterkan her. Við Abd al-Mumin kaliffi á odda tóku teir Marrakech frá almoravitum í 1147, og seinni løgdu teir undir seg Marokko og muslimska partin í Spania. Í 1163 hevði Abd al-Mumin fingið valdið yvir meginpartinum Norðurafrika eystur at Libya. Almohatar ráddu í Spania í eini 60 ár, men í 1212 máttu teir lúta fyri Alfonso 8. í bardagnum við Las Navas de Tolosa.

Spania hevði síðan 16. øld havt tvær støðir á strondini við Miðjarðarhav. Tær vóru grundin til, at partur í Marokko gjørdist spanskt varðland í 1912; eftir tað tóku spaniamenn seg inn í Riffjøll fyri sunnan. Har fingu teir mótstøðu frá berbum, sum búðu í Rif. Við Mohammed Abd-el-Krim á odda vunnu berbar á einari spanskari herdeild við Anual í 1921, og teir tóku tveir havnabýir, so at teir kunda útvega sær vápn og aðra hernaðarútgerð. Ikki fyrr enn berbar lupu á franska varðlandið í Marokko, eydnaðist fronskum og sponskum herdeildum í felag at vinna á teimum í 1925.

Til 1956 var Marokko franskt hjáland, og hevur hetta við sær, at nógvir marokkanarar duga franskt.

Marokkanskur tjóðardagur er 2. mars, til minnis um loysingina frá Fraklandi.

Í 1976 hersetti Marokko tveir triðingar av Vestursahara, og Móritania hersetti tann seinasta triðingin. Tá Móritania tók seg aftur í 1979, hersetti Marokko alt Vestursahara. Í spanska borgarakrígnum hersetti Franco Marokko.

Fólk og mál

rætta

Fólkið

rætta

Fólkið er samansett av arabarum og berbarum.

Umframt almenna málið arabiskt duga nógvir marokkanar franskt, hetta er ein leivd frá hjálandatíðini.
Berbarnir tosa málið berber, ið ikki líkist arabiskum.

Landalæra

rætta
 
Kort yvir Marokko
  • Jaðari: 2.017 km
  • Landamørk: Algeria 1.559 km
  • Strandarlinja: 1.835 km
  • Hæddarmunir: Lægst: Sebkha Tah -55 m, Hægst: Jebel Toubkal 4.165 m
  • Náttúrutilfeingi: fiskur, salt, jarn, zink

Av kendum býum kunnu nevnast

Jarðarbýti

rætta
  • Dyrkað jørð: 21%
  • Verðandi avgrøðir: 1%
  • Verðandi grasgangir: 47%
  • Skógur og skógarstrekki: 20%
  • Annað: 11% (1993)
  • Dyrkað land: 12.580 km² (1993)

Lógloysi

rætta

Danska Louisa Vesterager Jespersen og norska Maren Uelande vórðu mánadagin 17. des. 2018 funnar dripnar í tjaldi teirra í einum væl umtóktum ferðafólkaøki nærhendis bygdini Imlil í Atlasfjøllunum. Gerningsmenninir skulu hava tætt samband við IS yvirgangsfelagsskapin. Kvinnurnar vóru á vallaraferð um jólini, og vóru farnar til gongu uttan ferðaleiðara. Drápsmenninir filmaðu illgerðina.[1]

Landslutir

rætta
 
Marokkanskir landslutir

16 landslutir eru í Marokko:

  1. Chaouia-Ouardigha
  2. Doukkala-Abda
  3. Fès-Boulemane
  4. Gharb-Chrarda-Béni Hssen
  5. Grand Casablanca
  6. Guelmim-Es Semara
  7. Laâyoune-Boujdour-Sakia El Hamra
  8. Marrakech-Tensift-El Haouz
  9. Meknès-Tafilalet
  10. Oriental
  11. Oued Ed-Dahab-Lagouira
  12. Rabat-Salé-Zemmour-Zaer
  13. Souss-Massa-Draâ
  14. Tadla-Azilal
  15. Tangier-Tétouan
  16. Taza-Al Hoceima-Taounate

Keldur

rætta
  1. https://www.theguardian.com/world/2018/dec/21/bodies-of-women-murdered-morocco-flown-home-louisa-vesterager-jespersen-maren-ueland
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið