Manchester United F.C.

(Ávíst frá Manchester United FC)

Manchester United er eitt enskt fótbóltsfelag úr Manchester, sum var stovnað í 1878 undir navninum Newton Heath LYR Football Club. Í 1902 broytti felagið navnið til Manchester United og í 1910 flutti felagið heimavøllin til Old Trafford. Àðrenn Old Trafford varð bygd spældi felagið á ymiskum støðum. Alt byrjaði tó á North Road. Um hetta mundi var hetta brúkt til cricket og hevði pláss til 12.000 áskoðarar. Hetta var mett, at vera ov lítið til, at felagið slapp at lima seg uppí ensku Football League, fyri at spæla yrkis fótbólt. So við og við vóru standipláss gjørd, soleiðis at 15.000 fólk, kundu koma til dyst og við hesum varð Newton Heath LYR vorði eitt yrkisfelag. Ikki gekk leingið áðrenn eigararnir av North Road byrjaðu, at ilskast inná Newton Heath LYR, av teirri orsøk, at teir mettu tað ikki søma seg, at krevja gjaldingar fyri fótbólt. Felagið varð bannlýst úr North Road í juni í 1893. Eftir hetta flutti felagið úr Newton Heath til Clayton, 2,2 kilometrar í ein norðan. Nýggja stadioni nevndist Bank Street. Hetta var heimavøllur hjá Newton Heath Lancashire and Yorskshire Railway, felagið skiftið sum fyrr nevnt, navn til Manchester United Football Club í 1902. Ì 1909 varð samtykt, at flytast skuldi til Old Trafford og skotski arkitekturin, Archibald Leach varð biðin, at tekna stadioni sum stóð klárt árið eftir.

Manchester United
Fult navn Manchester United Football Club
Kelinavn The Red Devils[1]
Stovnað 1878; 146 ár síðan (1878), sum Newton Heath LYR F.C.
1902; 122 ár síðan (1902), sum Manchester United F.C.
Vøllur Old Trafford
Ground Kapasitetur 75 635[2]
Eigari Manchester United plc (NYSE: MANU)
Co-chairmen Joel og Avram Glazer
Høvuðsvenjari Niðurlond Erik ten Hag
Deild Premier League
2022-23 3
Heimasíða Heimasíða
Núverandi leikár
Old Trafford Stadium, har Manchester United spælir sínar heimadystir.
Alex Ferguson var venjari hjá Manchester United frá 1986 til 2013.

Liðið er mest vinnandi felag í Onglandi. Hin 22. apríl 2013 vann felagið sítt 20. meistaraheiti í ensku Premier League, tað er met, harumframt hevur felagið 11 ferðir vunnið FA Cup (The Football Association Challenge Cup), sum eisini er met, fýra ferðir hevur tað vunnið League Cup, og 19 ferðir hevur tað vunnið FA Community Shield, sum eisini er met. Uttanfyri Ongland hevur felagið vunnið UEFA Champions League tríggjar ferðir, einaferð UEFA Steypavinnarakappingina (UEFA Cup Winners' Cup), einaferð hevur tað vunnið UEFA Super Cup, einaferð hevur tað vunnið Intercontinental Cup, og einaferð hevur tað vunnið FIFA Club World Cup. Í 1998–99 vann felagið trífaldan heiður, á enskum nevnt Treble, við tað at felagið hetta kappingarárið vann Premier League, FA Cup og UEFA Champions League, tað er higartil ikki hent fyri nakað annað enskt fótbóltsfelag.

Í 1968 var Manchester United fyrsta enska fótbóltsfelagið, sum vann Europa Cup. Alex Ferguson hevur verið venjari hjá felagnum síðan 1986, hann heldur fram til 1. juli 2013. Hann er tann venjarin, sum hevur vunnið flest meistaraheiti í enskum fótbólti, og so er hann tann venjarin, sum hevur verið venjari í longsta tíðarskeiði út í eitt í ensku Premier League.[3] Í mai 2013 boðaði hann frá, at hann fór at gevast sum venjari eftir kappingarárið 2012-13. Fáir dagar seinni boðaði felagið frá, at tað hevði funnið ein nýggjan venjara. Nýggi venjarin er David Moyes, sum tók við 1. juli 2013. Hann var venjari hjá Everton F.C., áðrenn hann tók av at gerast venjari hjá Manchester United.

Hópurin

rætta
Dagført hin 5. september 2023[4][5]

Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.

Nr. Pláss Leikari
1   Altay Bayındır
2   Ve Victor Lindelöf
4   Mi Sofyan Amrabat (læntur frá Fiorentina)[6]
5   Ve Harry Maguire
6   Ve Lisandro Martínez
7   Mi Mason Mount
8   Mi Bruno Fernandes (liðskipari)
9   Ál Anthony Martial
10   Ál Marcus Rashford
11   Ál Rasmus Højlund
12   Ve Tyrell Malacia
14   Mi Christian Eriksen
15   Ve Sergio Reguilón (læntur frá Tottenham Hotspur)[7]
16   Mi Amad Diallo
17   Ál Alejandro Garnacho
18   Mi Casemiro
Nr. Pláss Leikari
19   Ve Raphaël Varane
20   Ve Diogo Dalot
21   Ál Antony
22   Tom Heaton
23   Ve Luke Shaw
24   André Onana
25   Ál Jadon Sancho
28   Mi Facundo Pellistri
29   Ve Aaron Wan-Bissaka
34   Mi Donny van de Beek
35   Ve Jonny Evans
37   Mi Kobbie Mainoo
39   Mi Scott McTominay
46   Mi Hannibal Mejbri
47   Ál Shola Shoretire

Heiður

rætta

Landskappingin

rætta

Steypakappingar

rætta

Evropeiskar kappingar

rætta

Altjóða kappingar

rætta

Leikaramet

rætta

Tann Gylti Bólturin

rætta

Hesir leikarar hava vunnið gylta bóltin meðan teir hava spælt fyri Manchester United:

Tann Evropeiski Gylti Stivlin

rætta

Hesir leikarar hava vunnið Tann Evropeiska Gylta Stivlan meðan teir hava spælt fyri Manchester United:

UEFA Ársins Fótbóltsleikari frá landskappingum

rætta

Hesir leikarar hava vunnið heiðurin UEFA Ársins klubbfótbóltsleikari meðan teir hava spælt fyri Manchester United:

Menningin av búnanum

rætta
 
 
 
 
 
1879–87
 
 
 
 
 
1887–93
 
 
 
 
 
 
 
1893–94
 
 
 
 
 
 
 
1894–96
 
 
 
 
1896–1902
 
 
 
 
1902–20, 1921–22, 1927–34, 1934–60, 1971–nú[PL]
 
 
 
 
1920–21, 1963–71
 
 
 
 
 
1922–27
 
 
 
 
 
 
 
1934
 
 
 
 
1960–63, 1997–nú[EC]
Viðmerkingar
  1. ^ Henda samansetingin verður nýtt til Premier League og heimligar kappingar og vinadystir.
  2. ^ Henda samansetingin verður nýtt til Evropiskar og altjóða kappingar.

Venjarar

rætta
Árstøl[8] Navn Viðmerkingar
1878–1892 Unknown
1892–1900   A. H. Albut
1900–1903   James West
1903–1912   Ernest Mangnall
1912–1914   John Bentley
1914–1922   Jack Robson
1922–1926   John Chapman
1926–1927   Lal Hilditch Player-manager
1927–1931   Herbert Bamlett
1931–1932   Walter Crickmer
1932–1937   Scott Duncan
1937–1945   Walter Crickmer
1945–1969   Matt Busby
1969–1970   Wilf McGuinness
1970–1971   Matt Busby
1971–1972   Frank O'Farrell
1972–1977   Tommy Docherty
1977–1981   Dave Sexton
1981–1986   Ron Atkinson
1986–2013   Alex Ferguson
2013–2014   David Moyes
2014   Ryan Giggs Interim player-manager
2014–2016   Louis van Gaal
2016–2018   José Mourinho
2018–2021   Ole Gunnar Solskjær
2021   Michael Carrick Caretaker manager
2021–2022   Ralf Rangnick Interim manager
2022–   Erik ten Hag

Fótnotur

rætta
  1. 1.0 1.1 1.2 síðan stovnanina í 1992 gjørdist Premier League meistaradeildin í enskum fótbólti; Fyrsta og onnur deild gjørdust síðan næstbesta og triðbesta deildin. Fyrsta deild er nú kend sum Football League Championship og Second Division er nú kent sum Football League One.

Keldur

rætta
  1. "Manchester United Football Club". premierleague.com. Premier League. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 15 March 2015. https://web.archive.org/web/20150315135420/http://www.premierleague.com/en-gb/clubs/profile.overview.html/man-utd. Heintað 9 June 2012. 
  2. "Manchester United - Stadium". Premier League. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 20 August 2014. https://web.archive.org/web/20140820004527/http://www.premierleague.com/content/dam/premierleague/site-content/News/publications/handbooks/premier-league-handbook-2014-15.pdf. Heintað 21 February 2015. 
  3. Manutd.com, Managers
  4. "Man Utd First Team Squad & Player Profiles". Manchester United. https://www.manutd.com/en/players-and-staff/first-team. 
  5. Nelson, Joe (3 September 2023). "Five new United squad numbers confirmed". Manchester United. https://www.manutd.com/en/news/detail/man-utd-announce-new-squad-numbers-for-2023-24. Heintað 3 September 2023. 
  6. "United complete loan move for Sofyan Ambrabat". Manchester United. 1 September 2023. https://www.manutd.com/en/news/detail/sofyan-amrabat-joins-man-utd-on-loan-from-fiorentina. Heintað 1 September 2023. 
  7. "United complete loan move for Sergio Reguilon". Manchester United. 1 September 2023. https://www.manutd.com/en/news/detail/sergio-reguilon-signs-for-man-utd-on-loan-from-tottenham-hotspur-official-statement. Heintað 1 September 2023. 
  8. Barnes et al. (2001), pp. 54–57.

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið