Los Angeles
Los Angeles, Kalifornia | |
---|---|
Skjøldur | Kort |
Grunddáta | |
Land: | Sameindu Statirnir |
Lutstatur: | Kalifornia |
Vídd: | 423,970 km² |
Íbúgvar (2014): | 3 884 307 |
fyri km²: | 3 198/km² |
Heimasíða: | www.ci.la.ca.us |
Los Angeles ella L.A. er næststørsti býur í USA og størsti býur í Kalifornia. Los Angeles varð grundlagdur í september 1781. Upprunanavnið hjá býnum er El Pueblo de la Reina de los Ángeles (á føroyskum "Bygdin hjá einglanna drotningini")[1], og býurin verður eisini róptur City of Angels (føroyskt "einglanna býur"). Í sjálvum býnum búgva 3,8 milliónir í 2014. Men L.A. er vaksin saman við fleiri aðrar býir, og til samans eru hesir býir eitt veldiga stórt samanrunnið stórbýarøki, ið er uml. 10.000 km2. Í stórbýarøkinum búgva uml. 13 milliónir fólk. Tað er meira enn 2 ferðir so nógv sum í Danmark. Stutt haðani eru strendur og snotiligir havnarbýir. Har er lutfalsliga heitt alt árið, og ikki so vátt. Fleiri milliónir fólk úr øllum heimi ferðast hagar á hvørjum ári.
Hann er ídnaðarbýur, har verða mest gjørd bilar og flogfør. Bilarnir í Los Angeles eru fleiri enn í nøkrum øðrum býi, og hetta kemur av, at býurin er bygdur á so ógvuliga stórum øki. Nógv av fólkinum býr í egnum húsum við urtagarði rundanum. Teir nógvu bilarnir elva til álvarsama luftdálking. Í Los Angeles og har um leiðir fara motorvegir í hópatali í allar ættir. Allir hesir bilarnir elva til álvarsama dálking. Tætt við býin eru góðar oljukeldur. Landið rundan um býin er slætt og væl dyrkað, men teir mugu veita vatn til bøin.
Størsta tíðindablaðið er Los Angeles Times.
Søga
rættaFyrst var ein lítil handilsstaður, sum so við og við vaks til ein bý. Fyri 1920-árini vóru ikki nógvir bilar og bussar. Fólk, sum arbeiddu í ídnaðinum, máttu fara til gongu til arbeiðis. Tí kundi ikki vera ov langt ímillum bústaðarøki og ídnaðarøki. Ídnaðarfyritøkur vóru ofta mitt inni í býinum, og tað hevði við sær álvarsama dálking og CO2-útlát, til dømis frá verkstøðum, stálverkum og sláturvirkjum. Tess fleiri fólk flutu hagar at arbeiða, tess størri varð tørvurin á handlum, sjúkahúsum, bústøðum, verkstøðum og samferðslu. Fyri at gera pláss fyri øllum hesum fólkunum hava tey bygt ymsar forstaðir rundan um býin. So hvørt sum býurin fór at vaksa, vasks eisini tørvurin á bústøðum. Í nógvum býarpørtum var so trongligt, so heldur enn at byggja fleiri íbúðarhús inni í býnum, fóru tey undir at byggja bústaðir í útjaðaranum á býinum. Í 1950-árunum og 1960-árunum vórðu nógvir forstaðir bygdir uttan um Los Angeles, serliga í Ventura- og Orange County. Síðan 1960-árini eru flestu bústaðir í bygdir uttan um miðbýin. Nú á døgum er støðan tann, at ein meiriluti av fólkinum býr í forstøðunum og arbeiðir inni í býunum. At so nógv fólk eiga bil, hevur eisini havt við sær, at stórar sølumiðstøðir eru komnar uttan um.
Tá ið jarnbreytirnar seinast í 19. øld vórðu útbygdar, og vegirnir blivu betri, fóru býurin at vaksa, bæði í vídd og í íbúgvatali. Samferðslan gjørdi eisini, at útsjóndin á býinum broyttist. Gjøgnum alla 20. øld eru arbeiðspláss og bústaðarøki í býinum flutt alsamt longri hvørt frá øðrum. Tá ið fleiri bilar komu, og eisini almenn samferðsla, so sum bussar, sporvognar og grundarbreytir, bar til at flyta ídnaðin út. Í Downtown Los Angeles eru í staðin bygdir fleiri bygningar til skrivstovur. So hvørt sum jarnbreytirnar komu, gjørdist tað m.a. nógv lættari at flyta tungar vørur yvir land. Tá bar nógv betur til at fáa gagn av náttúru tilfeingi innan úr statinum, til dømis jarnmálmi og gull. Dampmaskinan varð uppfunnin, og hon varð rikin við koli. Men nú á døgum hava teir ikki longur sama týdning. Ein orsøk er, at nógv av námsídnaðinum og stálídnaðinum USA er givin, og framleiðslan er í staðin flutt til Latínamerika og Ásia.
Rasuófriðurin í 1992
rættaÍ 1980-árunum og fyrst í 1990-árunum var búskaparlig afturgongd í USA, og nógvastaðni vaks spenningurin aftur ímillum hvít og svørt. Í 1992 endaði hesin spenningur við ógvusligum ófriði í Los Angeles, tá ið eitt nevningating, bara hvít, fríkendi fýra hvítar løgreglumenn, sum vórðu ákærdir fyri grovan harðskap ímóti einum ungum afroamerikonskum manni. Avgerð nevningatingsins fekk øði í tey svørtu økjunum í Los Angeles. Ófriðurin stóð við í tvey samdøgur, eini 60 fólk doyðu, og fleiri enn 2000 vórðu skadd. Oyðilagt var fyri einar 800 mió. dollarar, og herurin og fleiri túsund løgreglufólk máttu leggja upp í. Ófriðurin í Los Angeles í 1992 var ringasti rasuófriður í USA í næstan 30 ár og vísti, at hóast nógv var batnað, var størri fíggindaskapur ímillum hvít og svørt enn hildið. Ótti fyri ófriði og ráni og skotbardøgum vóru ófrættatíðindi. Ein ríkisnevnd, ið varð sett at kanna ófriðin, fanst at løgregluni í Los Angeles og segði hana fara alt ov harðliga fram.
Neistin sum festi í ófriðin í Los Angeles, var ein tilburður í 1991. Nakrir hvítir løgreglumenn steðgaðu einum svørtum bilførara, nevndur Rodney King, noyddu hann at leggja seg niður, lupu síðan á hann og slógu hann og sparkaðu hann. Rodney King, ið einki hevði gjørt til saka, var fluttur á sjúkrahús, illa skaddur. Ein eygleiðari tók álopið upp á sjónband, og upptøkan, ið vardi 2 minuttir, varð sýnd í amerikanska sjónvarpinum, men hóast álítandi prógv, vórðu løgreglumenninir fríkendir í Simi Valley.
Búskapur
rættaLos Angeles er størsti undirhaldsídnaðarbýur í heiminum. Av tí at luftin í Kalifornia er so turr, og sólin sær at kalla hvønn dag, ber sera væl til at taka film upp har. Hetta gera tey í tí viðgitna filmbýnum Los Angeles; haðani verða filmar sendir um allan heim. Tíðliga í 20. øld byrjaðu filmsfeløg úr bæði New Jersey og New York at flyta til Kalifornia orsakað av tí sólríka veðurlagnum.[2] Undirhalds-ídnaðurin er ein ídnaðargrein, sum veksur skjótt í Los Angeles. Hann fevnir um til dømis filmar, sjónvarpssendingar, internetið, telduspøl, tónleik, tíðarrit og bøkur. Vøksturin í undirhalds-ídnaðinum hevur samband við ta tøkniligu menningina á KT-økinum, harundir sjónvarp yvir fylgisveinar ella kaðal og internetið. Tøknin ger tað møguligt at røkka út til nógv fleiri fólk enn nakrantíð áður, og tí ber til at brúka fyrimunirnar við hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir. Fyrimunir við hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir bera millum annað í sær, at ein filmfyritøka, sum t.d. Warner Bros í Burbank, bæði kann vinna pening av sjálvum filminum (filmsfløgur, atgongumerki í biohøllum og søla á internetinum) og av telduspølum, leikum og bókum. Eitt gott dømi um hetta eru Star Wars-filmarnir, har sølan av leikum hevur kastað næstan líka nógv av sær sum filmarnir sjálvir. Tað arbeiða 129,675 fólk í undirhalds-ídnaðinum í Los Angeles í 2012.[3]
Tað eru tey, sum halda, at vaksandi undirhaldsídnaðurin í Hollywood brýtur niður landamørk og elvir til eina mentanarliga alheimsgerð. Tá ið tær somu sjónvarpssendingarnar úr Hollywood verða vístar í t.d. Suðurafrika, Føroyum og Suðurkorea, elvir tað til eitt slag av heimsmentan, har hugsarnir, rák og brúkaraatferð verða felags.[4][5]
Umhvørvi
rættaOfta hava Los Angeles trupulleikar við umhvørvinum, serliga vegna útlát av ymsum slag. Tann nógva bilferðslan og útlátið frá fabrikkunum elva til álvarsliga luftdálking. Viðhvørt er luftin so ring, at ávaringar verða sendar út í sjónvarpi og útvarpi, so at fólk kunnu halda seg innandura. Ein tann størsta orsøkin til dálkingina eru teir nógvu bilarnir. Vegirnir eru ofta stúvstappaðir við bilum, og tað tekur alsamt longri tíð at koma fram. Í Los Angeles mugu nógv fólk ferðast meira enn tveir tímar um dagin til arbeiðis og úr arbeiði inni í býnum. Harumframt flyta so nógv fólk til býin, at har er stórur tørvur á bústøðum. Eitt annað vandamál eru rúgvurnar av burturkasti, sum vaksa í hvørjum.
Tað regnar næstan ikki frá apríl til november. Og í sama tíðarskeiði er tann hægsti miðalhitin uml. 30 °C. Um summarið er hitin ofta oman fyri 40 °C. Nógv orka verður brúkt til at køla luftina á skrivstovum, gistingarhúsum, í húsum og íbúðum.
Kriminalitetur
rættaSum við øllum øðrum stórbýum í USA, so myndar eisini harðskapur og annað líknandi lívið í býnum, serliga náttarlívið. Lógloysið í Los Angeles er størri her enn miðaltalið fyri landið; har vórðu 298 morð skrásett í 2012.[6][7] Løgreglan í Los Angeles, L.A.P.D., gav í 2012 út $200 innkeypsgávukort til fólk, ið lótu automatisk skotvápn aftur, og $100 gávukort til teirra, ið lótu eina hondpistól, høglbyrsu ella riflu.[8][9] Líknandi hevur verið gjørt í fleiri øðrum býum so sum Boston í Massachusetts og Detroit í Michigan. Nakrir serfrøðingar meta, at tað at keypa skotvápnini aftur hevur lítla ávirkan á at minka um harðskap við skotvápnum. Millum annað halda tey, at skotvápnini, ið verða givin vekk eru fyri tað mesta gomul ella arvaði skotvápn, ið eru ólík at verða brúkt. So er tað eisini lætt hjá vápnaeigarum í Kalifornia at keypa sær nýggj aftur. Borgarstjórin í Los Angeles, Antonio Villaraigosa (D), heldur tað harafturímóti vera eitt stig, ið kann takast móti skjótingini, sum var í Newtown í Connecticut í 2012.[10]
Myndir
rætta-
Downtown.
-
Santa Monica Beach.
-
Beverly Hills.
Slóðir úteftir
rætta- Heimasíða hjá býnum: www.ci.la.ca.us
- Los Angeles á kortinum
Kelduávísingar
rætta- ↑ From about August through September 1781, Governor de Neve, the settlers (11 men, 11 women and 22 children - one family never made it to Los Angeles), along with soldiers, mission priests and a few Indians, set out for the last leg of the journey to arrive at the site of the new pueblo alongside the Los Angeles River. Governor de Neve recorded the date, September 4, 1781, as the official date of establishment of El Pueblo de la Reina de Los Angeles or The Town of the Queen of the Angels.: The Settlement of Los Angeles, laalmanac.com
- ↑ Bordwell, David; Staiger, Janet; Thompson, Kristin. 1985. The Classical Hollywood Cinema: Film Style & Mode of Production to 1960. New York City, NY: Columbia University Press. S. 1-59
- ↑ "Entertainment industry jobs grow 3.7% - Los Angeles Times". 2014-10-31. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-31. http://archive.today/MCZul.
- ↑ INFLUENCE OF HOLLYWOOD FILMS ON THE MORAL VALUES OF YOUTHS, academia.edu
- ↑ Hollywood's Influence on Global Cultue, prezi.com
- ↑ Crime in L.A. down for 10th straight year in 2012, city says, latimes.com
- ↑ Number of Violent Crimes Reported by Los Angeles by Year and Total, disastercenter.com
- ↑ "Guns pour in at L.A. buyback events - latimes". 2015-05-16. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-05-16. http://archive.today/Fbrvz.
- ↑ "Groceries for guns: Los Angeles Police Department sways gun owners wi…". 2014-10-31. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-31. http://archive.today/bdES0.
- ↑ Mayor Villaraigosa moves up gun buyback program in wake of Newtown tragedy Archived 2016-03-14 at the Wayback Machine, kesq.com