LGBT Føroyar er ein rørsla til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyum, ið varð stovnað á aðalfundi hin 1. juni 2011.[1] Stigtakari til stovnandi aðalfundin var Eiler Fagraklett. Bókstavirnir LGBT standa fyri Lesbians, Gays, Bisexual, and Transgender – á føroyskum samkynd, tvíkynd og transpersónar.[2] Styttingin LGBT verður eisini brúkt í fleiri øðrum londum. Áðrenn LGBT Føroyar varð sett á stovn, varð eitt annað felag ið hevði sama endamál, hetta felagið nevndist Friðarbogin og varð stovnað í 2003. Friðarbogin fekk fyrst navnið Ælabogin, men tað varð kært yvir navnið, tí eitt orkestur fyri fólk ið bóru brek varð longu stovnað frammanundan og brúkti navnið Ælabogin. Eftir tað broytti felagið navnið til Friðarbogin, men í 2011 varð nýtt felag stovnað við altjóða heitinum LGBT, føroyska felagið eitur so LGBT Føroyar.[3] Í 2012 skipaði felagið fyri Faroe Pride, har nógv fólk luttóku. Faroe Pride hevur verið fyriskipað 27. juli síðan tá. Føroya Pride varð fyriskipað í 2005, 2007 og 2008.

Nevndin

rætta
 
Eiler Fagraklett í 2015

Á aðalfundi í mars 2014 vóru hesi vald í nevndina:

  • Eiler Fagraklett
  • Høgni Miné
  • Katrin W. Bærentsen
  • Line Fuglsbjerg
  • Símun Nolsøe

Umframt nevndarlimir vóru hesir varalimir eisini valdir:

  • Barbara Christophersen
  • Marita Thomsen
  • Jóan M. S. Høgnesen
  • Rógvi Kruse
  • Oda Ellingsgaard.

Virðislønir og heiður

rætta

Virðislønir 2014

rætta

Róland virðislønin 2014

rætta

Dómsnevndin segði: "Virðislønin verður árliga latin til heiðurs um minnið eftir Róland Samuelsen, til ein móttakara, sum LGBT Føroyar metir hevur givið eitt týdningarmikið og lívslangt íkast til stríðið fyri javnbýtisrættindum millum hinkynd og samkynd í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at kasta eitt jaligt ljós á LGBT føroyingar. Hesin heiður fellur í 2014 á Rasmus Rasmussen, sála. Uttan at vilja tað, gjørdist Rasmus fyri nøkrum árum síðani miðdepil í stríðnum hjá LGBTarum í Føroyum, tí hann vegna sína kynsligu sannføring varð álopin. Hetta hevði stórar persónligar fylgjur fyri Rasmus og hansara nærmastu, men gjørdist eisini tað, sum endaliga slóðaði fyri, at fólk fyri fyrstu ferð í Føroya søgu vóru vard vegna sína kynsligu sannføring. Rasmus er farin, men ein litfagur varði stendir eftir hann. Tað vitnaðu vit aftur nú, hansara síðsti dreymur um, at eitt Fountain House varð sett á stovn í Føroyum, gjørdist veruleiki. Hóast lívið gjørdist alt ov stutt, so hevur henda friðarliga hetjan sett djúp og varandi spor eftir seg. Bæði í okkara minni, men eisini fyri okkara framtíð. LGBT Føroyar takkar Rasmusi almikið fyri hansara íkast til okkara felagsstríð fyri javnrætti. Tú ert ein av okkara stóru hetjum. Forever and beyond!" Pápi Rasmus, Mortan Rasmussen, tók ímóti virðislønini.

Ársins miðlavirðisløn 2014

rætta

Henda virðisløn verður latin til fólk, feløg ella miðlar, sum eru við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBTarar umvegis ein almennan miðil. Á hendan hátt er viðkomandi við í okkara bardaga fyri javnrættindum og ymiskleika í Føroyum. Dómsnevndin segði m.a.: "Sakaris Stórá hevur umvegis stuttfilmar sínar Summarnátt og Vetramorgun verið við til at kasta eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm. Hesir vøkru og læruríku stuttfilmar bróta upp úr nýggjum og tora at siga søgur, sum áðrenn hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum. Vegna hetta megnar miðlaavrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Sakarisi fyri, at vit nú eisini kunnu endurspegla okkum í føroyskum stuttfilmum. Vónandi eru hesar stuttfilmar einans byrjanin til eitt langt og bjart lívsyrki innan føroyskan film. Drív á, Sakaris!"

Ársins hinskynd 2014

rætta

Dómsnevndin segði: "Henda virðisløn verður latin fyri drúgva stríð tykkara fyri javnrættindum hjá LGBT føroyingum, og fyri at leggja fram uppskot fyri Føroya Løgting um dagføring av hjúnabandslógini, so samkynd eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum - eins og í øllum øðrum Norðurlondum. Vegna hetta søguliga avrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka tykkum fyri tað týdningarmikla arbeiði og tann dygga stuðul tit hava víst okkum. Hetta fara vit ongantíð at gloyma. Tykkara jaliga pláss í føroyskari søgu, er longu væl og virðiliga tryggjað! Drívið á!"

LGBT hetjur

rætta

LGBT Føroyar hevur útnevnt hesir persónar sum LGBT hetjur:

Keldur

rætta
  1. lgbt.fo - Viðtøkur
  2. lgbt.fo, Um okkum
  3. lgbt.fo - Føroysk LGBT søga
  4. Facebook.com
  5. lgbt.fo - LGBT hetjur

Slóðir úteftir

rætta