Karin Kjølbro

føroyskur sosialráðgevi og politikari

Karin Ranvá Kjølbro (fødd 27. mars 1944 í Klaksvík - ) er onnur av fyrstu kvinnunum, ið varð vald beinleiðis inn á Føroya Løgting, har hon sat fyri Tjóðveldisflokkin (nú: Tjóðveldi).
Í 1983-1984 var hon blaðstjóri á 14.September, men fór frá við valið í 1990. Hon er útbúgvin sosialráðgevi. Karin eigur trý børn, tvær døtrar og ein son, onnur dótturin, Bergtóra Høgnadóttir varð vald inn á Ting í 2008.

Karin Kjølbro
er eitt menniskja
Fødd(ur) 27. mar 1944 í/á Klaksvík
Starv Bachelor of Social Work, politikari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Børn Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Dátuheiti

ÚtnorðurráðiðRætta

Forkvinna í Útnorðurráðnum 1990-1991

JavnstøðulógRætta

Longu í 1979 legði Karin Kjølbro fram uppskot um javnstøðulóg fyri Føroyar. Henda bleiv tó ikki viðtikin fyrr enn í 1996.

Tá ið uppskot um broytingar í §266b fyrstu ferð varð lagt fram á Ting í 1989, var Karin Kjølbro úr Tjóðveldi einasti tinglimurin, ið atkvøddi fyri uppskotinum. Lógaruppskotið førdi til, at táverandi samgongan slitnaði, av tí at Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni.

SlóðirRætta