Føroya Ungdómsráð

Føroya Ungdómsráð er ein føroyskur felagskapur, ið fevnir um alt barna og ungdómsarbeiði í Føroyum. Føroya Ungdóms ráð ella FUR, sum tað verður sum oftas umtalað, varð sett á stovn tann 25. mai 1984.[1] FUR hevur fleiri verkætlanir hvørt ár. Eitt gott dømi um hetta er bókin Les og Lær, sum kom út í 2014, og verður endurútgivin, við einari samliðari heimasíðu í 2015. Í tí bókini eru at finna allar miðnáms og framhalds útbúgvingar føroyingar kunna taka í Føroyum og í Danmark.

Á heimasíðu FUR stendur:

FUR er ein samstarvsfelagsskapur fyri teir skipaðu, sjálvbodnu og landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapirnar í Føroyum.

Endamál

rætta

Endamálið hjá FUR er:

  • at vera felagsumboð fyri limafelagsskapirnar.
  • at viðgerða spurningar, ið viðvíkja føroyskum ungdómi.
  • at skapa áhuga fyri ungdómsmálum.
  • at eggja ungdóminum at taka lut í og fáa ávirkan á samfelagið.
  • at umboða limafelagsskapirnar í samstarvi við myndugleikarnar.
  • at menna samstarvið og sínámillum fatan millum føroyskan ungdóm.
  • at menna millumtjóða fatan.

Um Føroya Ungdómsráð

rætta

FUR hevur 25 barna- og ungdómsfelagsskapir sum limir, hararv eru 21 limafeløg virkin í 2014. Teir virknu limafelagsskapirnir hava 34 lokalfeløg. FUR umboðar soleiðis 4820 børn og ungdómar í Føroyum (pr. 31.12.2013).

FUR fíggjar virksemi sítt við limagjaldi frá limafelagsskapunum, við árligum studningi á løgtingsfíggjarlógini og við peningi frá Spf. Ítróttarvedding.

FUR umsitir stuðulsskipan, sum veitir pening til limafelagsskapirnar og lokalfeløgini eftir reglugerð sum limafelagsskapirnir hava samtykt og sambart løgtingslóg um ítróttarvedding.

FUR verður stjórnað av starvsstjórnini, sum hevur 5 limir. Starvsstjórnarlimir verða valdir á landsfundinum fyri eitt ár ísenn, meðan formaðurin verður valdur fyri 2 ár.

FUR hevur eina umboðsstjórn, har allir limafelagsskapir hava hvør sín umboðsstjórnarlim. Umboðsstjórnin hevur í minsta lagi 2 fundir árliga.

FUR hevur samstarv við hini ungdómsráðini í norðurlondum gjøgnum NKM (Nordiske kontaktmøder). FUR luttekur í NKM á jøvnum føti við hini ungdómsráðini.

FUR hevur síðan 2001 verið limur í VNU. VNU (Vest Nordisk Ungdomsforum) - er samstarv við Grønlendska ungdómsráðið Sorlak og felagsskapin UMFÍ í Íslandi.

FUR hevur sjálvstøðugan limaskap í NSU (Nordisk Samorganisation for Ungdomsarbet). Endamálið er at styrkja samstarvið millum flokspolitiskar óheftar sentralar ungdómsfelagsskapir í Norðurlondum.

Limafeløg

rætta

Starvstjórnin

rætta

Starvstjórnin í Føroya Ungdómsráð 2014-2015 er hendan:

  • Rói Poulsen, formaður (Fólkaflokksungdómur)
  • Olga Arnfinnsdóttir (KFUM skótarnir í Føroyum)
  • Elisa Abrahamsen (KFUM skótarnir í Føroyum)
  • Erhard Petersen (Sosialistisk Ung og Norrøna Ungmannafelag Føroyar)
  • Ebba Malena Debess Thomsen (Dramaverkstaðið)
  • Ragna Maja Kruse, tiltakslimur (Dramaverkstaðið)

Keldur

rætta
  1. Heimasíða FUR: www.fur.fo