Norrøna Ungmannafelag Føroyar

Norrøna Ungmannafelag Føroya, NUF, er ein føroyskur ungmanna felagskapur, ið starvast undir Norrøna felagnum í Føroyum, og var stovnaður í 2014.

Um NUF rætta

Norrøna Ungmannafelag Føroya er ein politiskt óheftur felagsskapur. NUF hevur sjey systurfeløg í hinum Norðurlondunum, ið tað samstarvar við. NUF setur fokus á norðurlendska mentan, náttúru, mál og søgu, men eisini á at styrkja og betra samstarvið millum tey norðurlendsku londini.

Hetta skal fremjast í verki við at skipa fyri ymsum norðurlendskum tiltøkum, sum t.d. Föreningarna Nordens Ungdomsförbund (móðurfelag teirra) skipar fyri, eins væl og tiltøk kring Norðurlond, men eisini við at hava tiltøk fyri ung fólk í Føroyum. Tiltøkini kunnu snúgva seg um at uppliva ella læra um alt frá heitum keldum í Íslandi, svenskum metaltónleiki, norsk fjøll, at fara við hundasleðu kring innlandsísin í Grønlandi ella um víkingamentan og hvar vit koma frá.[1]

Nevndin rætta

Nevndin í 2015 var hendan:

  • Laura Kathrine Apol, nevndarlimur
  • Morten Sterme, næstformaður
  • Erhard Petersen, kassameistari
  • Christoffur Gert Nielsen, formaður
  • Ása Hammershaimb Christiansen, nevndarlimur
  • Guðrið Poulsen, tiltakslimur
  • Kári Joensen, tiltakslimur[2]

Keldur rætta

  1. "Archive copy". http://fnu.dk/fnuf/norroena-ungmannafelag-foeroya. Heintað 2014-12-12. 
  2. "Archive copy". http://nordurlendskung.net/Um%20NUF/Nevndin.html. Heintað 2015-06-06.