Ungmannafelagið Samband
Endamálið
rættaUngmannafelagið Samband, tó í dagligari talu "Unga Samband," er ungmannafelag Sambandsfloksins. Ungmannafelagið er grundað á somu grundvirði, eins og móðurflokkurin, tó er ungmannafelagið politiskt óheft av móðuflokkinum. Ungmannafelagið er umboðað í starvsnevndini og landsnevndini hjá Sambandsflokkinum, og er hetta við tí í hyggju, at sjónarmið ungdómsins eru við til at mynda tann politikkin, ið førdur verður í flokkinum. Hetta er beinleiðis í tráð við endamálsorðingina, ið stendur í viðtøkum felagsins:
"Endamálið hjá Ungmannafelagnum Samband er at fáa sambandssinnaðan ungdóm at gerast ein virkin partur av politikki Sambandsfloksins"[1]
Politikkurin
rættaUngmannafelagið Samband ynskir eins og Sambandsflokkurin at virka fyri einum sterkum ríkisfelagsskapi, har støðugt verður miðja eftir at menna og nútímansgera samstarvið landanna millum í ríkisfelagsskapinum. Eins og móðurflokkurin, so er Ungmannafelagið Samband grundað á somu politisku sosial-liberalu grundvirði, har politiska visjónin er:
"Politiska visjónin hjá Sambandsflokkinum skal tryggja, at allir borgarar í landinum fáa tær tænastu og ta hjálp teimum tørvar og gerast nøgdir borgarar. Harafturat skal vinnan fáa greiðar og mennandi karmar at virka undir"[2]
Ungmannafelagið Samband er limur í Nordens Liberale Ungdom (NLU), ið er ein felagsskapur fyri liberalu ungmannafeløgini í Norðanlondum.
Søgan
rættaHóast Sambandsflokkurin er millum elstu flokkar í Føroyum, stovnað í 1906, so varð stig ikki tikið til at seta á stovn eitt ungmannafelag hjá flokkinum, áðrenn ein arbeiðsbólkur varð settur tann 4. oktober 1979. Ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum sá dagsins ljós á einum fundi á Hotel Hafnia í Tórshavn tann 16. januar 1980, og gjørdist Snorri Haldórsson fyrsti formaður felagsins.
Upplýsingar um Ungmannafelagið Samband | |
---|---|
Formaður | Alvi Jespersen |
Móðurflokkur | Sambandsflokkkurin. |
Politisk hugsjón | Sosial-liberalisma |
Høvuðsskrivstova | Áarvegur 2, Tórshavn |
Nevndin
rættaNevndin í 2022 er hendan:
- Alvi Jespersen, formaður
- Rasmus Son Mørkøre, næstformaður
- Elmar í Frammistovu, kassameistari
- Malena Gleðisheygg Joensen, skrivari
- Birgir Ferjá Heldarskarð, nevndarlimur
- Anna Lovisa Falkenberg, tiltakslimur
- Linnéa Lindenskov Petersen, tiltakslimur
- Petur Hansen, tiltakslimur
- Petur Frank Jákupsson Holm, tiltakslimur