Sosialistisk Ung
Sosialistisk Ung (stytting SU) er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum. Ungmannafelagið varð stovnað í 1965 og æt tá Sosialistiskt Ungmannafelag. Í 2009 varð SU endurstovnað, og navnið varð broytt til Sosialistiskur Ungdómur, og í 2010 varð navnið broytt til núverandi navnið Sosialistisk Ung.
Sosialistisk Ung | |
---|---|
Forfólk | Paul Kjartan Matras |
Stovnað | 1965 |
Móðurflokkur | Javnaðarflokkurin |
Høvuðsskrivstova | Niels Finsensgøta 14, Tórshavn |
Heimasíða | |
http://sosialistiskung.net/ |
SU er grundað á somu grundvirðir sum Javnaðarflokkurin, men er tó óheft av flokkinum. Hetta sæst m.a. við, at Sosialistisk Ung hava tikið støðu til summi etisk mál, ið Javnaðarflokkurin ikki hevur við í síni stevnuskrá, eitt nú innan LGBT rættindi[1].
Forfólk
rætta- 2009-2011 Bergur A. Dalsgarð
- 2011-2012 Sunneva Mohr
- 2012-2014 John av Reyni
- 2014-2015 Oda Kjartansdóttir Strøm
- 2015-2017 Barbara Gaardlykke Apol
- 2017-2018 Karin Reginsdóttir Joensen
- 2018-2020 Rói Dam Dalsgarð
- 2020-2022 Herborg Heidiardóttir Gaardlykke
- 2022-Nú Paul Kjartan Matras
Systurfeløgini hjá SU í hinum Norðurlondunum
rætta- Danmark: Danmarks Socialdemokratiske Ungdom (DSU)
- Finnland: Sosialdemokraattiset Nuoret (SNK)
- Grønland: Siumut Youth
- Ísland: Ungir Jafnaðarmenn
- Noreg: Arbeiterpartiets Ungdomsfylking (AUF)
- Svøríki: Sveriges Socialdemokratiska Ungdomsförbund (SSU)
SU er limafelag í International Union of Socialist Youth (IUSY), ið er altjóða felag fyri sosialdemokratisk ungmannafeløg.
Nevndirnar
rættaÍ árliga aðalfundin hjá SU, 10. septembur 2016, vórðu lokalfeløgini SU Suður, SU Mið og SU Norð formelt sett á stovn. Eisini var avgjørt, at upprunaliga nevndin í SU skuldi gerast landsnevnd og aðalfundurin broytast til landsfund.
Landsnevndin, 2022/23:
Landsnevndin er mannað sum fimm manna nevnd við forfólki, næstforfólki, skrivara, kassameistara og einum eykalimi.[2] Eisini eru tveir tiltakslimir og eitt umboð úr hvørjum lokalfelagi.
- Paul Kjartan Matras, forfólk
- Marianna S. Hansen, næstforfólk
- Pól Jóhannus T. Larsen, skrivari
- Jákup J. Eskildsen, kassameistari
- Erla Marr, nevndarlimur
- Rói Dam Dalsgarð, altjóða skrivari
- Torgerð F. Suðuroy, umboð fyri SU Suður
SU Mið
- Eyðrið á Fløghamri, forkvinna
- Jóna Í Homrum, næstforkvinna
- Silja Av Reyni Wennerstrøm, skrivari
- Dánjal Hátún Augustinussen, kassameistari
- Elin Sólvør Á Løgmansbø, nevndarlimur
SU Norð
- Marianna Hansen, forkvinna
- Katrina Rógvadóttir, næstforkvinna
- Birita Matras Petersen, skrivari
- Paul Kjartan Matras, kassameistari
- Jógvan Kallsgarð, tiltakslimur
- Henný Rógvadóttir. tiltakslimur
- Ronja Bárðardóttir Tórgarð, tiltakslimur
SU Suður
Nevndin í SU Suður hevur enn ikki skipað seg, men Manne Næs Mortansson er formaður í Nevndini.
Útisetanevndin
SU er einasta føroyska ungmannafelagið, ið hevur eina útisetanevnd.[2] Nevndin hittist til fund umleið fjúrtanda hvønn dag.
- Jógvan Kallsgarð, Aalborg
- Erhard Petersen, Keypmannhavn
- Magnus Høgenni, Aberdeen
- Andrias Høgenni, Odense
- Guðrun Durhuus, altjóða skrivari (2016-), Keypmannahavn