Blákrossungdómur
Blákrossungdómur, stytt BKU, er ein føroyskur ungdómsfelagskapur, ið starvast undir Bláa Krossi Føroya.
Endamál
rættaEndamálið er at stuðla ungum í kristnum felagsskapi, í rúsfríari lívsførslu og fyribyrgja rústrupulleikum. Hetta verður gjørt við upplýsing, fundum, legum og øðrum tiltøkum. BláKrossUngdómur er eisini at finna í hesum londum: Noregi, Svøríki, Týsklandi og Sveis. Blákrossungdómur hevur umleið 400 limir, og eru aktivir limir í Føroya Ungdómsráð.
Nevndin
rætta- Dan Filip Smith Hammer, formaður
- Sanna Kass, næstformaður
- Jóhan Hansen, nevndarlimur
- Sjúrður Steinhólm, nevndarlimur