Jemen
| |||
Tjóðarslagorð: "Allāh, al-Waṭan, aṯ-Ṯawrah, al-Waḥdah" ("God, Country, Revolution, Unity") | |||
Tjóðsangur: | |||
Alment mál | Arábiskt | ||
Høvuðsstaður | Sana'a | ||
Forseti | Abd Rabbuh Mansur al-Hadi | ||
Forsætisráðharri | Mohammed Basindawa | ||
Fullveldi | Norðurjemen 1. nov. 1918 Suðurjemen 30. nov. 1967 Sameining 22. mai 1990 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
527.829 km² | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
25.408.000 48/km² | ||
Gjaldoyra | YER | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ye | ||
Telefonkota | +967
| ||
Jemen (Arabiskt mál: الجُمهورية اليَمَنية - al-Jumhūriyyah al-Yamaniyyah) er eitt arabiskt land sum fevnir um útsynningshornið og syðra part av arabisku hálvoynni í Vesturasia. Landið hevur mark til Saudi Arabia í norði, til Reyðahavið móti vestri, móti Adenvíkini og Arabiska Havinum móti suðri og móti Oman í eystri. Høvuðsstaðurin, sum eisini er størsti býurin í Jemen eitur Sana'a, har búgva umleið 2 milliónir. Fólkatalið í Jemen var umleið 23.833.000 í 2011. Jemen fevnir um eitt økið sum er 527.829 km2 til støddar. Jemen fevnir eisini um umleið 200 oyggjar.
Søga
rættaNorðurjemen fekk frælsi 18. november 1918 eftir at hava verið undir Osmanniska Ríkinum. Suðurjemen gjørdist sjálvstøðugt 30. november 1967. Norður og Suðurjemen vóru sameind til eitt land hin 22. mai 1990.
Jemen hevur verið merkt av borgarakríggið síðani januar 2015. Stríði stendur millum shia Houthi-uppreistrarherin og sunni-stjórnina. Houthi uppreistrarherurin hevur megnað at tikið valdið yvir meginpartin av landinum. Í mars 2015 avgjørdi Saudi-Arabia og fleiri arábisk lond at stuðla teirra sunni trúarfeløgum í at vinna valdið aftur í Jemen. Ein avgerð, ið skjótt varð fordømd av Iran, ið stuðlar teirra shia trúarfeløgum í Houthi-uppreistrarherinum.[1]