Vatnorka
Vatnorka er bundin at áum. Summi orkuverk eru í høgum fjallalendi. Har er vatnnøgdin vanliga lítil, men fallið er stórt. Onnur kraftverk eru á lægri ella slættari lendi. Tá verður fallið lítið, men vatnnøgdirnar kunnu vera stórar. Dømi um fyrra slagið kenda vit úr m.a. Alpunum, Noregi, Klettafjøllunum og hiðani úr Føroyum. Hitt slagið er vanligt við Colorado, Volga og Volta. Við áirnar eru gjørdar byrgingar, so at at har verða heil vøtn, summi stór, onnur smærri. Á henda hátt fæst eitt sindur meira fall, og vatn kann verða savnað at nýta í turki.[2] Vatnorka gevur bíligt ravmagn. Tí dregur hon at sær elektrokemiskan ídnað - serliga tilíkan, ið tørvar evnafrøðiligar tilgongdir, sum nýta nógva orku. Menniskjur hava nýtt vatnorku í stívliga 2000 ár. Vatnið fekk vatnmyllu at mala í gomlum døgum.[3] Nú á døgum verður ravmagn gjørt í stóru vatnorkuverkum. Orkuverkið er tíðum høgt í betongbyrging, sum byrgir fyri vatni. Vatnið rennur ígjøgnum rør inni í byrgingini og setur ferð á tyrlar. Teir mala og fáa ferð á ravgerar, ið gera ravmagn. Vatnorkuverk dálka ikki og nýta eingi ráevni, ið eru minkandi. Sjálv byrgingin kann tó hava óhepna ávirkan á náttúruna.[4]
Vatnorka er at gera nýtslu av tí mátti, vatnið inniheldur - støðuorka. Mátturin, ið vatnið kann fremja, er tongdur at hæddini, haðani tað verður tikið. Skulu vit framleiða 1 kWh, mugu vit lata 1000 litrar av vatni renna úr 367 metra hædd ígjøgnum eina maskinu, ið broytir tað til ravmagn. Tá er tap á leiðini hjá vatninum og í maskinuni ikki íroknað, men tí slepst ikki undan. Hægri vit taka vatni, minni vatnnøgd skal til fyri at framleiða hvønn kWh. Størri vatnnøgd krevst, lægri vit taka vatnið. Í fleiri hundrað ár hava menniskjuni gagnnýtt orkuna úr rennandi vatni. Nú á døgum stava um leið 16 prosent av allari el-orku í heiminum frá vatnorku. Vatnorka verður nýtt í næstan øllum londum í verðini. Vanliga verða vatnorkuverk bygd í stórum áum. Fyri at fáa so nógv vatn sum gjørligt at fossa gjøgnum orkuverkið, verður vatnið savnað í stórum byrgingum. Byrgingarnar eru samstundis vatngoymslur, soleiðis at tað ber til at fáa vatn til vatnorkuverkini allar tíðir á árinum, eisini tá ið turkur er. Vatnið verður leitt gjøgnum rør úr byrgingini inn á vatn orkuverkið, har tað fær eina turbinu at mala við nógvari ferð. Turbinan dregur ein generator, sum ger el. Tess meiri vatn rennur gjøgnum turbinurnar, og tess hægri fallhæddin er, tess meiri orka er í tí streymandi vatninum, og tess meiri el verður framleitt. Streymurin verður síðan førdur kring landið gjøgnum leidningar í elnetinum.[5]
Sól, vindur, aldur og rennandi vatn eru varandi orkukeldur, sum alla tíðina verða endurnýggjaðar. Tær eru í einari varandi ringrás, sum verður rikin av sólini.
Vatnorka í Føroyum
rættaÍ Føroyum stavar umleið ein triðingur av elframleiðsluni frá vatnorku. Tað broytist eitt sindur eftir árstíðini. Elveitingin í Føroyum er í einari einkarrættarlíknandi støðu. Interkommunali felagsskapurin SEV eigur og rekur føroyska elkervið og stendur fyri umleið 98 % av elframleiðsluni. Tey írestandi umleið 2 % verða framleidd úr vindorku av Sp/f Røkt. SEV hevur einkarrætt at nýta vatnkraftina til elmegi. Framleiðslan frá varandi orkukeldum (vatn- og vindorkan) vóru umleið 39 % av samlaðu el-framleiðsluni í 2009 og 29 % í 2010.[6] Tey stóru vatnorkuverkini í Føroyum er í Vestmanna og á Eiði, og smá vatnorkuverk eru á Strond í Borðoynni og í Botni í Suðuroy. Her verður vatnið í áunum savnað í byrgingar, haðan tað rennur gjøgnum rør oman til orkuverkini. Hesi seinastu árini er vatnorkan nógv útbygd. Tað eru tey, sum halda, at vatnorkan í verðini átti at verið útbygd enn meira og enn skjótari. Tey meta, at vatnorka er ein orkukelda, sum er góð fyri umhvørvið, tí her er einki útlát av skaðiligum evnum í luftina.[7] Onnur halda harafturímóti, at náttúran verður oyðiløgd í teimum økjum, har vatnorka verður útbygd. Vatngoymslurnar kunnu vera fleiri hundrað kilometrar langar, og stór øki verða løgd undir vatn.
Vatnorka hevur eisini verið nýtt í Føroyum áður. Í flest øllum bygdum hevur óivað verið ein vatnmylla, har kornið varð malið. Enn eru nakrar teirra til skjals, og eisini hava verið nakrar verksmiðjur, ið hava nýtt vatn til at fáa vinnutólini til at mala. Tvey vatnorkuverk vórðu bygd, áðrenn SEV byrjaði. Vágs kommuna bygdi vatnorkuverk í Botni í 1921, ið frammleiddi ravmagn til Vágs. Klaksvíkar kommuna bygdi vatnorkuverk norðuri á Strond í 1931, ið frammleiddi ravmagn til Klaksvíkar. Í dag eru hesi bæði verk nógv broytt og vorðin partur av SEV. SEV hevur bygt trý vatnorkuverk í Vestmanna og eitt sunnanfyri Eiði. [8]
Framleiðslulond
rættaLand | Framleiðsla (TWh) | Prosent av streymframleiðsla |
Samlað nýtsla í Gigawatt (GW) |
---|---|---|---|
Fólkalýðveldið Kina | 694 | 14,8 | 219 |
Brasil | 403 | 80,2 | 81 |
Kanada | 376 | 62,0 | 75 |
Sameindu Statirnir | 328 | 7,6 | 79 |
Russland | 165 | 15,7 | 47 |
India | 132 | 13,1 | 41 |
Noreg | 122 | 95,3 | 28 |
Japan | 85 | 7,8 | 22 |
Venesuela | 84 | 68 | 15 |
Svøríki | 67 | 42,2 | 17 |
Kelduávísingar
rætta- ↑ Stevens, Joseph E. 1988. Hoover Dam: An American Adventure. Norman, OK: University of Oklahoma Press. S. 250 til 252. ISBN 978-0-8061-2283-0.
- ↑ https://snl.no/vannkraft
- ↑ http://www.denstoredanske.dk/It,_teknik_og_naturvidenskab/Energi,_varme_og_k%C3%B8leteknik/Forbr%C3%A6ndingsmotorer,_damp-_og_vandkraft/vandkraft
- ↑ http://www.iea.org/publications/freepublications/publication/2012_Hydropower_Roadmap.pdf
- ↑ https://snl.no/vannkraft
- ↑ elveitingareftirlitid.fo/get.file?ID=6087
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-09-19. https://web.archive.org/web/20140919031202/http://www.fornybar.no/vannkraft/produksjon-og-marked. Heintað 2014-11-09.
- ↑ elveitingareftirlitid.fo/get.file?ID=6087
- ↑ http://www.iea.org/publications/freepublications/publication/2012_Hydropower_Roadmap.pdf
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-11-10. https://web.archive.org/web/20141110103754/http://www.tsp-data-portal.org/TOP-20-Capacity#tspQvChart. Heintað 2014-11-09.