Tjaldur (hondbóltsfelag)
Hondbóltsfelagið Tjaldur er eitt hondbóltsfelag í Runavík, sum varð endurstovnað 29. oktober 1998.[1] Tjaldur spælir í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum.[2] Besta kvinnuliðið hjá Tjaldri gjørdist steypavinnarar í 2011.[3] Í landskappingini í Sunsetdeildini vunnu tær bronsu í 2011.
Søga
rættaHondbóltsfelagið Tjaldur var stovnað í 1957. Liðið var tá ein deild hjá NSÍ, og byrjaði í landskappingini longu sama ár. Stigtakarar til nýggja liðið vóru Niklas Folbo og Ib Hauritz. Ib var av Tvøroyri men flutti til Runavíkar at starvast sum bakari. Millum leikarar á fyrsta liðinum vóru teir báðir Niklas og Ib, Klæmint úr Lamba, og Hans á Bakka sum málmaður. Ikki gekk væl fyrstu tíðina og minnist Niklas at teir taptu allar dystirnar, og harímillum heili 8-1 fyri Stjørnuni í Klaksvík.
Hondbólturin varð spældur á Sandinum. Eitt øki, sum var brúkt at hagreiða sild og goyma sildatunnur í sildatíðini, sum byrjaði fyrst í august mánað, tá sildin tók seg upp norðanfyri. Sandurin var tøkur hjáliðnumm um ólavsøkutíð at spæla hondbólt á. Vøllurin var grúsvøllur, og har kálkaðu teir hondbóltsmátini í sandin.[4]
Fyrsta ítróttarhøllin kom í Klaksvík í 1968, og næsta høllin kom í Havn á heysti 1970. Soleiðis broyttist hondbólturin frá at vera uttanduraítróttur til innanduraítróttur, og so við og við fánaði virksemið hjá Tjaldri. Men fyrst í 1980-árunum bragdaði aftur, tá høllin á Skála kom í 1980 og høllin í Runavík tikin í nýtslu í 1983.
Áðrenn høllin í Runavík kom, var vant í fimleikahøllini, men tá høllin á Skála kom, keypti felagið buss so koyrast kundi inn á Skála at venja hondbólt. Væl gekk, og vunnu NSÍ dreingir, sum liðið tá æt, FM-heitið í 1982 og 1985, og dreingir 10 ár hjá NSÍ vunnu FM-heitið í 1986. Fleiri úr hesum árgangum vuksu upp at spæla í bestu mansdeilidini. Har ímillum kunna nevnast Sverri Justinussen, Trygvi Mortensen, Jens Martin Knudsen og Andrias Jacobsen.
Í eina tíð hevði Tjaldur bæði mans- og kvinnulið í bestu deildini, men árgangirnir minkaðu tá spælarir fóru av landinum og soleiðis fánaði felagið.
Tjaldur dreingir 10 ár vunnu tó FM-heitið í 2008 og 2011. Besta kvinnuliðið vann FM-heitið í 2009 og steypakappingina í 2011, men tíverri fánaði virksemið enn einaferð.[4]
Í september 2012 boðaði VÍF frá at felagið hevði gjørt eina samstarvsavtalu við Tjaldur. Avtalan bar við sær at bestu og næstbestu kvinnulið felagana løgdu saman. Nýggja felagsliðið fekk navnið VÍF/Tjaldur.[5] 17. juni 2013 boðaði Tjaldur tó frá at liðið hevði sagt upp samstarvinum. Nevndin metti at tað vóru ov nógvir spælarar, ið ikki fingu at at spæla, og valdi tí at fara egnar leiðir.[6] Samstundis varð boðað frá einum samstarvi ímillum Tjaldur og STÍF.
Tann 5. oktober í 2013 boðaði nevndin í Hondbóltsfelagnum Tjaldri frá, at at tey løgdu frá sær, soleiðis at felagið var niðurlagt og at alt virksemi helt uppat. Hendan avgerð varð tikin vegna hølistrupulleikar hjá felagnum, í sambandi við at nýggj fimleikahøll var bygd í Runavíkar kommunu.[7][8][9] Virksemið var tikið uppaftur tá Fimleikahøllin Bylgjan var tikin í nýtslu.
Í 2015 greiddi Johnny Lamhauge, nevndarlimur soleiðis frá: – Tjaldur hevur áður ikki havt so nógvar ungdómar, sum júst nú. Spælarar koma líka úr Fuglafirði at spæla hondbólt við Tjaldri. Eg kann nevna, at í U8 ár deildini hava vit tvey lið, dreingir/gentur 10 ár trý gentulið og fýra dreingjalið, dreingir/gentur 12 ár tvey dreingjalið og eitt gentulið, dreingir/gentur 14 ár tvey dreingjalið og eitt gentulið. Dreingir/gentur 16 ár høvdu vit eitt dreingjalið og eitt gentulið, men genturnar eru byrjaðar so seint at spæla hondbólt, at tær stóðu seg ikki ímóti hinum liðunum, og munurin gjørdist alt ov stórur. Tí góvust tær í kappingarárinum. Ein B-deild átti at verið í gentum 16 ár. Í vetur hava 2. deild menn og 1. deild kvinnur spælt í landskappingini, og næsta kappingarár manna vit eitt 1. deildarlið við monnum. Jú vit eru væl nøgd, at so nógv ungfólk vilja spæla hondbólt í Tjaldri. Trupulleikin hjá okkum er at fáa nóg nógvar venjarar at venja tey ungu. Tjaldur hevur góðar hondbóltsumstøður í nýumvældu høllini, har vit hava tjúgu venjingartímar um vikuna. Vit kundu ynskt okkum nakrar venjingartímar aftrat, sigur Johnny at enda.[4]
Hópurin hjá Tjaldri í Sunsetdeildini
rættaHópurin hjá kvinnum í Sunsetdeildini sá soleiðis út í 2011 (tær sum vunnu gull í steypakappingini):
- 1. Gurðun í Lágabø, málverji, 2. Benadikta Johannesen, 3. Kirstin Gaardbo, 4. Annika Thomsen, 5. Heidi Sevdal, 6. Sarah Ann Thomsen, 7. Adina Petrea, 8. Barbara Nygaard, 9. Ansy Sevdal, 10. Jakoba Sevdal, 11. Jóhanna í Króki, 12. Simona Hansen, málverji, 13. Simona Petersen, 14. Sólfríða Pattinson, 15. Eyð Jacobsen, 16. Beinta Joensen, 17. Cornelia Rimbu, 18. Katrin Jacobsen, málverji, 19. Hansina Joensen
- Venjari: Trúgvi Mortensen
- Hjálparvenjari: Damir Oros
- Liðleiðari: Jákup Mortensen [10]
Vaksnamanna nevndin
rætta- Selinda í Heiðunum, forkvinna
- Torben Nielsen, næstformaður
- Durita Olsen, kassameistari
- Maud Hansen, nevndarlimur
- Jacob Martin Jacobsen, nevndarlimur
- Andrias Jacobsen, tiltakslimur
- Johnny Lamhauge, tiltakslimur
Ungdómsnevndin
rætta- Niels Petur Bech
- Sonja Gleðisheygg [13]
Keldur
rætta- ↑ Runavik.fo, Hondbóltsfelagið Tjaldur
- ↑ "Heimasíðan hjá Tjaldur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305105118/http://heima.olivant.fo/~tjaldur/index.htm. Heintað 2011-03-02.
- ↑ "HSF.fo, Steypavinnarar 2011". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-02-24. https://web.archive.org/web/20110224003434/http://www.hsf.fo/?p=2834. Heintað 2011-04-24.
- ↑ 4.0 4.1 4.2 http://www.hvannrok.fo/2015/09/09/hondboltsfelagid-tjaldur-i-runavik-vard-stovnad-i-1957/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-09-21. https://web.archive.org/web/20200921144638/http://vif.fo/2012/09/11/tidindaskriv/. Heintað 2018-06-03.
- ↑ http://www.hvannrok.fo/2013/06/18/samstarvid-millum-vif-og-tjaldur-er-stedgad-tjaldur-gongur-nyggjar-leidir/
- ↑ http://www.in.fo/news-detail/news/hondboltsfelagid-tjaldur-nidurlagt/[deyð leinkja]
- ↑ http://www.hvannrok.fo/2013/04/17/hondboltsfelagid-tjaldur-hevur-ongan-heimavoll-i-halvt-ar/
- ↑ http://www.hvannrok.fo/2013/09/30/tjaldur-sleppur-ikki-i-hollina-i-runavik-i-hesum-kappingararinum/
- ↑ "HSF.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-02-24. https://web.archive.org/web/20110224003434/http://www.hsf.fo/?p=2834. Heintað 2011-04-24.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-10. https://web.archive.org/web/20180610140747/http://runavik.fo/hondboltsfelagid-tjaldur/?menuid=4463. Heintað 2018-06-03.
- ↑ http://hsf.fo/felog/tjaldur-2/
- ↑ "Heimasíðan hjá Tjaldur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305105118/http://heima.olivant.fo/~tjaldur/index.htm. Heintað 2011-03-02.