Høllin á Hálsi
Ítróttar- og Samkomuhøllin á Hálsi verður eisini nevnd Høllin á Nabb. Høllin var bygd í 1969-70 og varð tikin í brúk í 1970.[1] Tað vóru ítróttarfeløg í Havn sum stóðu fyri raksturinum av høllini heilt fram til 2004, tá Tórshavnar kommuna keypti høllina fyri eina krónu. Ítróttarfeløgini sum áttu og róku høllina áðrenn kommunan yvirtók hana vóru Neistin, Kyndil, B36 og HB.[2]
Keldur
rætta- ↑ "Hollin.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-01-24. https://web.archive.org/web/20130124013521/http://www.hollin.fo/um_hollina_a_halsi.html. Heintað 2010-10-18.
- ↑ Neistin.fo